Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 13. november 2006 29 tíðindi Gluggaglæma í Norðurlandahúsinum Gluggaglæma Frits Johannesen Trúgvar sum trøllið hava Randi Vang og Jónhild Johannesen verið móti føroyskum listahandverki, føroyskari list og snið­ geving. Ótroyttiligar hava tær fingið í ljósmála hesi listaligu eyðkenni við sýn­ ingum. Viljin drívur verkið, og teirra intuitiva hugsan hevur givið seg til kennar í hesi søk. Lýst føroyska list, “brúkslist” og snið­ geving í sýningum, sum tær hava lagt til rættis, ikki bert her á landi, men eisini uttan fyri landoddarnar t. d. í Hetlandi og Íslandi. Flestu tjóðir hava sið­ venju í brúkslist. Ja, tað eru mong listafólk, ið hava fingið íblástur úr brúks­ listini. Hava brúkt hetta sum tekn og spor í lista­ ligum skapum í útsker­ ingum, prýðum, lutum og myndlist. Hetta er íblástur frá eini listaligari fatan, sum hevur fleri túsund ára royndir. Brúkslist Snið og skap varð lagt í útskeringar prýðislutir, am­ boð, útbúnað, hús, búnýti, leikur og klædnapløgg. Hugsi, at hetta liggur so djúpt í mannasálini, at urmenniskja vekir í hesum skapum. Hetta er sera spennandi at nema við, tí vit koma so tætt uppat tí huglag, sum er lagt niður í okkum at skapa og gera við. Ymiskt er tað frá fólki til fólk – frá tjóð til tjóð, hvussu hesi skap hava sæð út. Frumfólkið í Australia hevur kringin, sum gongur aftur í teirra myndagerð. Tað kenst eins og listin gongur í einum kringi. Vit kundu sagt, at nútíðarlist fær sítt endurskin úr frum­ listini. Onkursvegna hevur mangt og mikið í listini fest røtur í einum uppruna, sum fevnir um allan kring­ in. Tað, sum hendur og hugflog hava skapað, er ein ferð á einum tíðar­ leysðum havi, sum er ogn hjá mannaættini. Vit kunnu t. d. undrast yvir at fólk, sum hava livað undir trong­ um korum og í skarðlendi, hava havt orku til at skreyt­ prýða amboð, búnýti og klæði so kynstriga eins og grønlendingar hava gjørt tað. Ísur og kavi hevur verið um hetta fólk í eini 5000 ár – kanska meir, og hóast tað, so hevur fólkið dugað at tilevna reiðskap úr steini og beini – veitt moskusoksar, reinsdjór, roysningar, bjarnir, kóp og hval við hesum amboðum. Hetta er at undrast yvir og tað afturat, at orka var til tað andaliga og tímiliga at leggja listalig spor í tað, sum hetta fólk hevði um hendi. Síggja vit ein tupil­ akk ella eina amulett, steðga vit á og undrast, tí tað listaliga myndar ein lívsvilja og eina lívsmegi, sum kemur til sjóndar í hesum skapum og linjum. Tað var neyðugt hjá teim­ um at skapa myndir, sum tulk­aðu ta andaligu til­ veruna. Vit kunnu siga, at listin myndast undir neyð­ syntum umstøðum. Hugsi flestu listafólk taka undir við hesum. Gluggaglæma í Norðurlandahúsinum Markið millum brúkslist og myndlist, nema vit ikki við her á hesum sinni, men tá ið eg sá Gluggaglæmu í Norðurlandahúsinum nú um dagarnar, hugsaði, hvussu hegnisliga hetta var gjørt. Fór ígjøgnum ta tóma rúmi á eini breyt, sum leiddi teg um myndlist og sniðgevning. Hetta var stak forvitnisligt. Grafikkur hjá Ogga Lamhauge og Jónu Rasmussen vóru eins og hellumyndir í hesum Norð­ urlandahelli, og á gólvinum var Guðrið Poulsen við sín­ um tekkjuligu, keramisku sporum, sum loftaðu gra­ fikkinum og sniðgevingini. Smáu keraldini á gólvinum leiddi teg aftur til frum­ hellið, har íløtini søgdu og siga sína søgu um menn­ iskju, sum royndu at lív­ bjarga sær undir torførum umstøðum. Ikki so sjáldan stinga hesi leikapetti frá hesum døgum kríllin undan á onkrum øskudunga um tann víða heim og siga sína søgu um mannaættina í smáum pettum. Hetta var væl valt at lata hesar smáu, teskandi dygdarlutir røra seg á gólvinum. Norðurlandahúsið sum helli Norðurlandahúsið er helli, sum dregur flóð av ljósi at sær. Tað skiftandi ljósið, sum fer um Havnina og Kirkjubøreynið, tekur hendur saman um tað, sum er innandura. Í hesum ljósspæli sóust vakstrarløg í skulpturellari sniðgeving út móti ljósinum har t. d. skraddarar og sniðgevarar lótu hesa løtu í ein dreym av undurføgrum klædna­ pløggum, sum leiftraðu í hesum himmalska ljósi. Tað var væl gjørt, at skradd­ arar og sniðgevarar tóku hendur saman og myndaðu hesa løtu í samanspæli mill­um partarnar t. d. Marita S. Sigurðardóttir, skraddara og Inga Maria Vang, sniðgeva. Ása Hátún loysti úr lagdi syngjandi skulpturar uttast við í ein­ um ljósum króki í lampu­ skermum úr samfingnari skinnull. Peran fer onkran dag at geva hesum skerm­ um lív innanífrá, men her var lívrunnið ljós kring hesar elskuligu skermar av Kirkjubøreyni. Er tað ikki himmalskt? Ása og t. d. Tita Winther (vev) hava i ár so mong verið í hesari verð eins og summarfuglar á hásumri. Hetta er teimum til mikla tign og miklan sóma. Góð orð kunnu sig­ ast um alt, ið sýnt varð fram. Hendur, sum skapa Nú røkka okkara skapandi hendur í sniðgeving út í tann víða heim – so langt sum til Tokiu, Milano, London og París og hugsast kundi, at vit her lótu teimum, sum gingu undan ein munandi styrk á onkran hátt. Tingið kundi tikið upp til viðgerðar t. d. broytt frítíðarlógina, so tað bleiv rúmligari í hesi lóg til tey, sum ár um ár brúka sína frítíð at stíla fyri. Ein dag so troyttast íbirtarnir og fera undir okkurt annað, sum er meira lønandi, men spell er at glæman av tí ljósa degi t. d. í brúkslistini og sniðgevingini, ikki orka meira av væntandi stuðli í oyrum og krónum, og ikki at tala um tey, sum stilla út, sum elska at lata úr hondum hesi skap. Tað má vera soltið mangan. Skapandi megi føroyinga vantar ikki. Sannleikin finst í tí ytra, fyri at varð­ veita hetta, verður tað endurgivið í skapum og sniðum. Hetta málið rørist og nørist í tí tóma rúminum. Tað skapandi málið er í myndum, brúkslist, máln­ ingum, grafikki, kera­mik­ki, klæðum, sniðgeving, vevn­ aði og tøving. Eingin ivi er um hetta. Í hesum døgum er Gluggaglæma – »lygnir í sjónum« til skjals í Norður­ landahúsinum, sum vert er at hyggja at.