Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 13. november 2006 31 Søkt verður eftir skrivstovustjóra. Skrivstovustjórin hevur ábyrgdina av at samskipa arbeiðið hjá stovninum innan toll, skatt og innheinting. Tú fært ábyrgdina av at samskipa tvørgangandi verkætlanir innan tey ymisku málsøkini. Tú skalt vera við til at leiða fakliga virksemið/funktiónirnar í Stýrinum, og tryggja, at uppávurnar verða røktar væl og á rættan hátt sambært galdandi skatta-, avgjalds- og innkrevjingarlógum. Skrivstovustjórin hevur eisini ábyrgdina av at røkja landsstýrismannatænastuna innan málsøki hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Vit vænta okkum at tú • ert cand. jur, cand. merc. ella hevur líknandi samfelagsfrøðiliga útbúgving frá hægri lærustovni • hevur leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum • hevur góð samstarvsevni og góðar leiðslueginleikar • hevur góð analytisk evni, gott yvirlit og evni at raðfesta ymisku uppgávurnar • hevur innlit í politisk viðurskifti og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini politiskari fyrisiting Vit kunnu bjóða • eitt sera avbjóðandi starv við nógvum ymiskum spurningum at taka støðu til, har tú hevur ábyrgdina av einum breiðum fakøki • mennandi starv, har tú saman við leiðslubólkinum hevur møguleika at ávirka og leggja politikk fyri málsøkini, ið stovnurin umsitur • ein týðandi leiklut í leiðslubólkinum hjá Toll- og Skattstovu Føroya Setanarviðurskifti Starvið verður lønt ájavnt við 37. lønarflokk í sáttmálanum ml. Tænastumannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið verður sett í seinasta lagi 1. februar 2007. Setanarøki Setanarøkið umfatar Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Umsóknir Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Arnold H. Nielsen, stjóra, á tlf. 352600. Skriv- lig umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum og upplýsingum um starvsroyndir, skal vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 27. november 2006 kl. 12.00. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postrúm 2151 FO-165 Argir Toll- og Skattstova Føroya Skrivstovustjóri Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðrnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina o.a. og skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 140 starvsfólk. Økisskrivstovurnar røkja raksturin. Stýrið tekur sær av yvirskipaðari planlegging, stýrings-, eftirlits- og menningaruppgávum, av sambandinum við Toll- og Skattaráðið, aðalráðini og landsstýrið, og virkar sum ráðgevi hjá økisskrivstovunum í løgfrøðiligum og øðrum fakligum spurningum um toll, skatt, meirvirðisgjald, onnur avgjøld og innheinting. Í Stýrinum starvast 25 fólk. Lýsingin sæst eisini á heimasíðu okkara www.tollskatt.fo E-mail: tollskatt@tollskatt.fo Hvalbiar skúli Av tí at tveir lærarar skúlans hava fingið farloyvi í tveir mánaðir til at gera undirvísingartilfar, søkir Hvalbiar skúli eftir tveimum lærarum í tíðaravmarkað starv frá 4. januar til 28. februar 2007. Tímatalvurnar hjá viðkomandi lærarum eru: 1. tímatalva: 8. fl. í føroyskum og kristni, 7. fl. í enskum, 6. fl. í kristni, 4. fl. í føroyskum, handaverk og list í 2. undirvísingarparti og serundirvísing. Flokslærari í 8. flokki. Starvið er umleið 24 undirvísingartímar um vikuna. 2. tímatalva: 9. fl, 8. fl, 5. fl og 4. fl. í enskum, 1. fl. í føroyskum og møguliga smíð í 2. undirvísingarparti. Smíðtímarnar kann møguliga annar lærari lesa. Flokslærari í 1. flokki. Starvið er 20 – 22 undirvísingartímar um vikuna Søkt verður eisini eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv frá 9. februar – 30. juni 2007 fyri lærara í barnsburðarfarloyvi. Tímatalvan er: 7. fl. í landalæru, 6. fl. enskum, 3. fl. í donskum, kristni í 1. og 2. flokki, handaverk og list í 1. undirvísingarparti, ítrótt gentur í 1. undirvísing­ arparti, stuðul/ serundirvísing og møguliga svimj­ ing í 1. undirvísingarparti saman við øðrum lærara. Starvið er umleið 21 undirvísingartímar um vikuna Tey, ið sett verða skulu: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiðinum á skúlanum • hava vilja til at samstarva og hava áhuga í toymissamstarvi • vera fakliga væl fyri og professionell • vera engageraði og fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru á skúlanum • vera fyrikomandi • starvast fyri góðum samstarvi millum heim og skúla • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vera áhugað í áhaldandi at menna skúlan til framtíðar samfelagið Førleikakrøv: Læraraútbúgving frá góðkendum læraraskúla og viðkomandi linjulestur. Løn: Sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum frá 18.1 – 27.4 Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 30. november kl 14.00. Hvalbiar skúli 850 Hvalba Eru spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlaleiðaran, Elsu Birgittu P. Petersen, á tlf. 375083 ella 375858 Hvalbiar skúli hevur 101 næmingar frá 1. til 9. flokk skúlaárið 2006/2007 og 11 lærarar Fráboðan um umhvørvis­ góðkenning Við hesum verður gjørt kunnugt, at Heilsu- frøðiliga starvsstovan tann 9. nov. 2006, við heimild í grein 26 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd og kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 grein 1, stk. 4, hevur góðkent: Smoltstøðina hjá P/F Hovsá á Vatnsnesvatni Góðkenningin liggur alment frammi á Heilsufrøðiligu starvs- stovuni. Avgerðin kann kærast til lands- stýrismannin í um- hvørvismálum. Møgu- lig kæra skal sendast Heilsufrøðiligu starvs- stovuni, Falkavegur 6, 2. hædd, FO-100 Tórs- havn, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato. Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Heilsu- frøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo Heilsufrøðiliga starvsstovan lýsingar WWW.SOSIALURIN.FO