Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 220 - 14. november 2006 Eysturoyar øki www.almannastovan.fo stuðulsfólkaskipanin fyri børn Stuðulsfólkaskipanin fyri børn er skipan á Almannastovuni, sum veitir stuðul til heimabúgvandi, ið bera brek. Stuðulsfólkaskipanin fevnir um alt landið. Í skipanini starvast í løtuni uml. 80 fólk. Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini frá politiska myndugleika- num og viðskiftafólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygdina og virðingina fyri einstaklinginum, eins og virkað verður fyri áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum. Arbeiðstíðin kann vera skiftandi, og tey ið sett verða mugu tola broyt- ingar í starvinum. Talan kann eisini vera um samansettar uppgávur. Talan er um fleiri stuðulsuppgávur, við ymiskum tímatali. Tímatalið verður tí eftir avtalu. Søkt verður eftir fólkum við við- komandi heilsu- og námsfrøðis- ligum útbúgvingum, sum til dømis ergo- og fysioterapeutum, námsfrøð- ingum, heilsustøðingum og sjúkra- røktarfrøðingum. Eisini verður søkt eftir dugnaligum hjálparfólkum. Størvini verða sett og lønt sambært sáttmála millum fíggjamálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknarfreistin er 28. november 2006. Skrivlig umókn, prógv og viðmæli skulu sendast til: Stuðulsfólkaskipanina fyri børn, Almannastovan, Tinghúsvegur 14, Postboks 3096, 110 Tórshavn. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Joan Olsen, ella Ragnhild Dahl, stuðulsráðgevar, tel 35 35 70. K R E A . F O . TEL 47 80 80 Sóknast verður eftir stuðulsfólkum til Eysturoyar og Streymoyar øki Streymoyar øki Brotnar nasar og brendar tenn MáF skipar fyri smikuskeiði, har fólk á professionellan hátt læra at brúka make-up til øll sløg av sjónleiki, films- og sjónvarpsarbeiði. Leiklist Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Sminkuskeiðið, sum Meg­ infelag áhugaleikara Før­ oya (MáF) saman við Havnar Sjónleikarafelag skipar fyri í døgunum 13. og 14. januar, setur stór krøv til uppfinningarsemi. – Undirvíst verður í »special effects«, at gera ung fólk gomul og umvent, leggja skuggar, gera blóð­ spreingingar og svartar tenn. Vit fara at læra at gera eftirgjørdar nasar, skegg og eygnabrýr, skot­ sár, brunasár, brotnar nasar og snáldrað andlit, boðar MáF frá í tíðindaskrivi í dag. Og sagt verður víðari, at á skeiðinum læra fólk á professionellan hátt at kre­ era og brúka make-up til øll sløg av sjónleiki, films- og sjónvarpsarbeiði, og at laga tað til ymiskar fólka­ støddir, aldursbólkar og etniskar útsjóndir. Skeiðið er fyri øll áhug­ að, men best var, høvdu skeiðs­luttakararnir fram­ man­undan eitt sindur av kunn­leika til teatursminku, sig­ur MáF, sum eisini upp­ lýsir, at: Skeiðið verður í Sjón­ leikarhúsinum í Havn frá leygardegnum kl. 10.00 til sunnudagin kl. 17.00, íalt 15 tímar. Vit fáa døgurða, kaffi, frukt og annað gott báðar dagarnar. Undirvísarar eru Ann Bech Andersen og Liselotte Lunding. Tær koma frá for­ lagnum DRAMA í Gråsten í Danmark. Báðar hava tær undirvíst her áður á byrj­un­ arskeiði. Prísur fyri skeiðið er 300 kr. íroknað undir­ vísing, tilfar og mat. Tekn­ ing fer fram hjá MáF, á telefon 315624, ella á maf@ maf.fo í seinasta lagi 13. desembur 2006. Meira fæst at vita frá www.maf.fo. Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn Umsóknarbløð til grunnin fáast við at skriva til: Postboks 2114, FO-165 Argir, ella at ringja á tlf. 316089 (svarar eftir arbeiðstíð) ella leggja boð á telefonsvararan. Umsóknir til hjálpargrunnin mugu vera grunnin­ um í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. desember 2006. Hjálpargrunnurin GBOB finalan aftur ein maraton uppliving Hóast royndirnar í fjør við eini alt ov langari altjóða GBOB finalu, hava fyri­reik­ar­ arnir slept ætlanini um at býta í trý um­før. GBOB Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Áður er boðað frá, at fyri­ reikararnir av altjóða GBOB finaluni høvdu lært av finaluni í fjør, og finalan tí varð hildin yvir trý kvøld. Hetta verður tó ikki so, finalan verður hildin týs­ dagin 12. desember. Ætlanin var, at tvær inn­ leiðandi hálvfinalur skuldu vera hildnar í London As­ toria og at triðja kvøldið skuldu teir bestu bólkarnir bresta saman. Men sambært gbob.com, verður hetta alíka­væl ikki so. 25 bólkar úr 25 ymiskum londum skulu spæla 8 minuttir hvør framman fyri eini dóms­ nevnd og áskoðarum. Hetta er ein fleiri enn í fjør, og hetta er stutt sagt ov nógv av tí góða, so nú er bert at vóna, at føroyski finalist­ urin Deja Vu sleppur at spæla tíðliga. Í fjør skrivaði ummælarin hjá Planet.fo soleiðis um finaluna: “Sum fráleið gjørd­ist konsertin næstan ikki til at halda út. At hoyra 24 bólkar spæla í samfullar 5 tímar, setir stór krøv til oyrini á áhoyrarunum, og ikki minst hjá dómarunum. Tann harði rokkurin var væl umboðaður, og tá ís­ lendsku Fanngean komu á pallin, sum bólkur nummar 23 og spældu enn eina harða tungmálmskonsert, hevði bólkurin ikki ein livandi tjans fyri at gera seg galdandi. Oyrini vóru mett, og tað gjørdist bara larmur.” Teir 14 bólkarnir, ið longu hava tryggjað sær pláss í finaluni eru: Deja Vu (Før­ oyar), De Jah Groove (Av­ stralia), The Broken Heart­ ed (Kanada), Cody (Dan­ mark), Bizali (Ongland), Amplify (Týskland), Flare Odds (Japan), Silver (Niður­ lond), Senit (Noregi), Es­ trella (Skotland), House of Ghosts (Serbia), The Mov­ ing Pictures (Svøríki), Etwas Unders (Ukraina), Ninja Pigeon (Wales)