týsdagur 14. november 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 220 - 14. november 2006
vinnusíðurnar
Tað var samansetta
liðið frá Argja
skúla og venjingar
skúlanum, sum
sigraði, tá finalan í
First Lego League
Føroyar varð
hildin í Klingruni
á Føroya Tele
leygardagin. Tey
skulu í næstum til
Svøríki at umboða
Føroyar í finaluni
fyri Norðanlond
FIRST LEGO LEAGUE
Orð: Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Longu klokkan átta leyg
armorgunin vóru 150 før
oyskir skúlanæmingar savn
aðir í Klingruni í Hoyvík
hjá Føroya Tele. 14 lið
og leiðarar teirr a pyntaðu
básar og fyrireikaðu seg til
finaluna.
Ætlanin fyri dagin var
rættiliga
greið.
Fyrst
skuldu bólkarnir í eini fram
løgu vísa á úrslit teirr a í
arbeiðinum við ársins tema,
sum var nanotøkni.
Eftir hetta skuldu bólk
arnir kappast á ársins bana,
har tey við robottum skuldu
loysa ymsar uppgávur.
Tá hetta var avgreitt
skuldu næmingarnir greiða
frá, hvussu tey høvdu bygt
og programmerað teirr a
robott. Seinasta uppgávan
hjá næmingunum var eitt
halda eitt show.
Sjey virðislønir
Virðislønir vórðu lætnar
fyri allar ymsu partarnar
av kappingini, og tilsamans
vóru sjey ymsar virðislønir
at kappast um.
Virðislønina fyri best inn
lit í nanotøkni, fekk saman
setta liðið, K.U.R.T, við
næmingum úr Argja- og
Venjingarskúlanum. Sam
starvsvirðislønina
fingu
næmingar úr Skála skúla,
Junior Kids. Virðislønina
fyri tøkni og design fekk
bólkurin Doctor Frans úr
Sankta Frans skúla, og bestu
framløguna hin bólkurin
úr Sankta Frans skúla,
sum rópti seg P.U.M.A.
Síðani skuldu næmingarnir
kappast í robottkappingini á
bananum. Hesa kappingina
vann bólkurin K.U.R.T,
meðan Junior Kids gjørdust
næst fremstir.
Hesi úrslit høvdu við sær,
at tá allar kappingarnar vóru
taldar saman, so var tað
samansetta liðið, K.U.R.T,
sum hevði savnað sær flest
stig, og tíð endaði ovast og
vann kappingina.
Dómarar við tyngd
Finalan leygardagin var end
in á eini átta vikur drúgvari
prosess hjá luttakarunum
– uttan K.U.R.T, sum nú
skulu fyrireika seg til
Skandinavisku finaluna í
Västerås í Svøríki.
Næmingarnir hava tik
ið kappingina í stórum
álvara og gjørt sera nógv
burturúr.
Og fyri at løna hes
um aftur og vísa, at fyri
reikararnir
eisini
taka
kappingina í allar størsta
álvara, so hava teir syrgt
fyri einum dómaraborði við
væl skikkaðum fólki, og
taldist løgmaður, Jóannes
Eidesgaard, millum dóm
ararnar saman við lands
stýrismanninum í vinnu
málum, Bjarna Djurholm
og stjóranum í Føroya
Tele International, Tróndur
Djurhuus.
Jóannes Eidesgaard luttók
ikki einans sum dómari í
kappingini. Hann setti eisini
finaluna leygarmorgunin
við eini lítlari røðu.
– Eg eri sera hugtikin av
hesi kapping, tí tit ungu
verða stimbraði at arbeiða
sjálvstøðugt, og samstundis
í toymi. Tit menna hesi
evni saman við áhuganum
fyri náttúrutøkni. Tit læra,
at ogna tykkum vitan og
at nýta vitanina gjøgnum
kreativu tilgongdina og
eisini at bera vitanina víðari,
segði løgmaður, Jóannes
Eidesgaard, millum annað
í setanarr øðu síni.
Nr. 6 av 12 londum
Til sjálva kappingina leyg
ardagin, var Jan-Oddvar
Sørnæs og vitjaði saman
við einum av stigtakarunum
til at fáa First Lego League
tvørtur um Atlantshavið
og higar. Jan-Oddvar Sør
næs er professari á Hand
ilsháskúlanum í Bodø, og
umframt at vera eygleiðari
Um First Lego League:
Ætlanin við First Lego League er fyrst og fremst at menna og økja um áhugan hjá
børnum og ungum fyri náttúruvísind, og at geva børnum góðar royndir at arbeiða
við verkætlanum. Hugskotið er, at barnið sjálvt er drívmegin í arbeiðinum, og at tey
“vaksnu” einans eru við til at hjálpa og hava eftirlit við gongdini.
First Lego League er ein verkætlan, sum fevnir yvir átta vikur og er fyri
ungdómar frá 10 til 16 ár. Talan er um eina tvørfakliga verkætlan, har høvuðsdentur
verður lagdur á náttúruvísind, kreativitet og framløgu.
First Lego League Føroyar:
Samansetta liðið sigraði
Ein partur av First Lego League snýr seg um at fyrireika eitt so flott show sum gjørligt. Her síggja vit nakrar gentur úr skúlunum í Havn framføra
KT-handil í nýggj hølum
KT-handilin 7bit flutti um vikuskiftið í nýggj høli í
Saltangará, og tað gevur fleiri møguleikar.
Síðani 2004 hevur 7bit veitt fyritøkum og
privatum KT-tænastur, og viðskiftafólkini hava
fyri tað mesta verið av leiðini við Skálafjørðin.
Kári Sigvardsen, sum eigur handilin saman við
Vilhelm Nielsen, sigur, at tænastuparturin hevur
verið høvuðsarbeiðsøkið, men nú var søluparturin
vaksin so mikið nógv, at gomlu hølini vóru ikki
hóskandi longur.
Tí er 7bit nú flutt í gomlu skrivstovuhølini hjá
OCD í Saltangará.
- Í nýggju hølunum hava vit riggað ein
spildurnýggjan og innbjóðandi handil, har serliga
farteldur hava fingið nógv og gott hyllarpláss,
umframt at vit hava skrivstovur, verkstað, goymslu,
fundarhøli og kaffistovu, sigur Kári Sigvardsen.
Hann leggur afturat, at vørugoymslan og úrvalið
eru munandi størr i nú.
árni
Tá 7bit lat upp í nýggju
hølunum leygardagin,
lutaði handilin eina
farteldu burtur millum
viðskiftafólkini. Her
sæst tann hepni
vinnarin saman við
starvsfólkunum í 7bit.