Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 14. november 2006 25 vinnusíðurnar til kappingina, so hevði hann eisini ábyrgdina av stigaskipanini í kappingini. Henda stigaskipan var ein skipan, sum føroysku liðini høvdu í felag við lið úr ellivu øðrum londum, og sum roknaði stigini hjá bólkunum út á eini felags stigatalvu á alnetinum, soleiðis at til bar at síggja, hvussu øll liðini stóðu seg í mun til hvørt annað. Her var talan um lið úr Noreg, Danmark, Bretlandi, Hollandi og fleiri við teimum. Tá alt kom til alt vísti tað seg, at føroysku vinnararnir K.U.R.T endaðu sum nummar seks av øllum hesum liðunum. Eitt sera flott úrslit, sum ongin hevði roknað við, og kanska ein ábend­ing um, at føroyskir skúla­næmingar saktans kunnu standa seg millum aðrar skúla­næm­ ingar í kappingum, hóast vit hava eina PISA-kanning, sum sigur okkurt annað. Til Svøríkis í desember Klokkan fýra seinnapartin var ætlanin at tiltakið skuldi enda. Hetta dró eitt sindur út, men klokkan fimm var so alt leyst og liðugt. Seinkanin upp á ein tíma er tað einasta fyrireikararnir kunnu seta ein fingur á við tiltakinum. Annars gekk alt sum smurt, og bæði lut­ takarar og teir fleiri hundrað áskoðarar fingu undirhald og spenning fyri allar peng­ arnar leygardagin. Samansetta liðið úr Argja- og Venjingarskúlanum vann kapp­ingina, og skulu tí fyrst í desembermánaði til Västerås í Svøríki at um­boða Føroyar í Skandi­ nav­isku finaluni í First Lego League. Banarnir sum bólkarnir kappaðust á stóðu lið um lið, so lætt var at fylgja við á øllum banunum í senn Bjarni Djurholm var eisini við sum dómari í kappingini Jóannes Eidesgaard bæði finaluna har hann eisini var dómari Fleiri hundrað foreldur og avvarðandi vóru og fylgdu við kappingini Mikkjal og Allan eru í finaluni Teir báðir fyrstu luttakararnir í finaluni í karaokekappingini í Glitnir eru funnir. Tað vóru Allan Davidsen og Mikkjal Viderø, ið tryggjaðu sær finaluplássini.Fyrsta umfarið í karaokekappingini gekk sambært fyrireikarunum væl, og var somuleiðis væl vitjað. So fitt av fólki fylgdi við tá, luttakararnir sungu tveir sangir í part. Hetta vóru sangir, ið luttakararnir sjálvir høvdu valt. Dómsnevndin við Áka G. Andreassen, Kenneth Djurhuus og Terja Djurhuus, hevði eina trupla uppgávu, tí sambært tíðindaskrivi frá Glitnir og Áka G. Andreassen var sera tætt millum luttakararnar: Allan Davidsen og Mikkjal Viderø høvdu tó munin á hinum fýra luttakarunum og vórðu sendir í finaluna. Enn truplari var at meta um hvør skuldi eiga sigurin. - Munurin á teimum báðum var ikki stórur, báðir sungu framúr, og framførslurnar vóru eisini góðar, skrivar Áki. Dómaratrioin kom tó eftir, at Mikkjal Viderø átti munin og vann fyrsta umfarið av karaoke kappingini. Mikkjal og Allan skulu kappast við fýra onnur í finaluni 1 desember um vikuskiftisferðina frá Atlantic Airways til Keypmannahavnar við uppihaldi á Hotel Hilton. 2. umfar í kappingini verður nú hóskvøldið. Tekning ferð fram hjá Kenneth á 504334 ella hjá Terja á 268889, ella við at støkka inn á gólvið í Glitnir. -nud