Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 220 - 14. november 2006 vinnusíðurnar Edmund Sofus Jacobsen hevur givið 32 ára gomlu føroysku barrini í Pilestræde ein nýggjan samleika, nú hevur hann skift tryggu tilveruna sum skipsverkfrøðingur út, og virkar sum sjálvstøðugur tónleikafyriskipari í Keypmannahavn. Undirhaldsvinnan Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Herfyri var stóra tiltak­ið FO-Invasion í Kultur­huset Islandsbrygge í Keyp­ mannahavn. 300 føroyingar upplivdu mótasýningar og tónleik úr Føroyum. Ætlanin var upprunaliga, at tiltakið skuldi venda sær móti føroyskum úti­ set­um og dønum. Men fyri­skiparin Edmund Sofus Jacobsen ásannar, at marknaðarføringin mót­ vegis danum var eitt sindur ov seint ávegis, og tí vóru nærum bert føroyingar á tiltakinum. Men Edmund sigur samstundis, at hann hevur lært nógv av til­tak­ inum. FO-Invasion var ein dreymur, ið gjørdist veru­ leiki fyri Edmund, ið fyri stuttum segði trygga starvið sum skipsverkfrøðingur hjá Knud E. Hansen frá sær, og brúkar nú alla tíð sína til fyrrverandi frítíðarítrivið sum tónleikafyriskipari. Edmund er sum heild væl nøgdur við FO-Invasion. Tiltakið mól runt, og á tann hátt var tað í lagi. Eisini vóru fólk sera væl nøgd. Edmund hevur brúkt nógva tíð seinasta hálva árið við at fyriskipa FO-Invasion og fleiri av avtalunum vóru longu gjørdar í fjør. - Meiri enn 300 fólk  vitj­ aðu tiltakið og tókt­ ust hesi sera glað hettar kvøld­ ið. Eg fekk bara gott at vita og sá bara smílandi fólk, sigur Edmund. Tó vóru fleiri ting, ið kundu verið betur. M.a. sum áður nevnt marknaðarføringin. Men eisini vóru summi ting, ið irritereraðu óneyð­ ugt greiðir Edmund frá: Eitt nú vóru avtalur við Kulturhuset Islandsbrygge, ið ikk i vóru hildnar, so­leiðis at fyrireikingin á sjálvum degnum varð nógv seinkað. - Ymiskt órímiligt stakk seg upp. 3 dagar innan tiltakið kom brot á eina ára gamla avtalu, sigur Edmund og viðgongur, at tað var ikk i fyrr enn langa umhugsunar tíð og samrøður við góð fólk, at hann valdi at boyggja seg fyri at tiltakið skuldi eydnast. Á sjálvum degnum varð so tónleikaliga høvuðs­ navnið Lena sjúk, men í síðstu løtu fingu tey Høgna Lisberg til at spæla eina settið fyri Lenu, so áskoðararnir fingu ístaðin fyri Lenu, bæði Lenu og Høgna. Hevur endurreist Skarv Síðan Skarv lat uppaftur í januar í ár, hevur Edmund Sofus Jacobsen veruliga sett síni fingramerki á før­ oyska útisetalívið í Keyp­ mannahavn. Edmund hevur skipað fyri, at endurreista Skarv er vorðið eitt livandi spælistað, har bólkar úr Føroyum og onkur úr Íslandi spæla. Leygarkvøldini eru bíðirøðirnar langar uttan fyri Skarv, og hetta eigur Edmund stóran part av æruni fyri. Í vikuskiftinum var tað GBOB vinnarin Deja Vu, ið spældi fyri fullu hølunum og fyri tveimum vikum síðan Crawling Blue. Edmund hevur seinastu árini verið sera virkin í útisetalívinum, í Nærvarp Okk ara gjørdi hann fyrstu ferð vart við seg, og hjálpti einu tíðina eisini við at fyriskipa tiltøk í Før­oya­ húsinum. Men nú eru tað so Skarv og tiltøk kring býin, ið ofta eru í beinleiðis kapping við Føroyahúsið, ið Edmund skipar fyri. Hann sigur, at hann sjálvandi roynir at leggja tiltøkini soleiðis til rættis, at tað í minst møguligan mun er til ampa fyri Føroyahúsið og vísir á, at t.d. tá FO-Invasion varð hildið á Islandsbrygge, var skipað fyri gamlamansdansi í Føroyahúsinum, so her var talan um tveir heilt ymiskar málbólkar. Hann heldur væl at pláss er til bæði seg og Føroyahúsið, ið jú eisini ofta er leiga út til ymisk tiltøk. Gjørt útisetalívið meira áhugavert Tað skerst ikk i burtur, at lívið sum útiseti í Keyp­ mannahavn er vorðið nógv meira áhugavert, eftir at Edmund fór undir at skipa fyri tónelikatiltøkum. Mill­ um nógvu góðu tónleika upplivingarnar á Skarv í ár, kunnu nevnast konsertir við Kára Sverrissyni, Sámal og Hans Ravnsfjalli, Eyðun & Terja, 200, Steintóri og Pæturi, Høgna Lisberg, Tróndi Enni, Nilfisk (Ís), Martini Joensen, Guðruni Sólja, The Reverends og Kára P. Síðst nevndi var kanska mest forkunnuga upplivingin. Tað eru lið­in nógv ár síðan Kári sein­ ast sang Súrligar næt­ur í Keypmannahavn í Keyp­ mannahavn. Hetta var fyrsta veruliga konsertin, ið Kári hevur spælt á Skarv og løtan varð rørandi bæði fyri Kára P., áskoðararnar á Skarv og ikk i minst eigararnar av Skarv Dánj­ al Petur og Kirsten Thor­ steinson, ið kenna Kára væl frá tíðini, hann var útiseti í Keypmannahavn. Heldur Edmundi uppi Edmund Sofus Jacobsen sigur, at hann heldur tað vera stuttligt at vera føroyingur í Keypmannahavn, tá soli­dari­ teturin er uppá tað hægsta. Hann heldur tað vera sera áhugavert og til tíðir gevandi at fyriskipa føroysk tiltøk í Keypmannahavn. Tí teir eru hansara landsmenn, dámar Edmundi væl føroyingar, hetta hóast teir bæði hava ringar og góðar eginleikar. - Kanska er tað tí, at hetta heldur mær uppi sum føroyingi, sigur Edmund at enda. Edmund undirheldur føroyskum útisetum Edmund Sofus Jacobsen saman við eigaranum av Skarv Dánjal Petur Thorsteinsson uttan fyri Skarv Mynd: Símun Jóannesarson Kári P. er ivaleyst mest forkunnuga navnið, ið hevur framført á Skarv seinasta árið Mynd: Símun Jóannesarso Á FO-Invasion savnaði Edmund Sofus Jacobsen føroyskan móta og føroyskan tónleik á einum tiltakið. Hetta sniðið eigur Faroese Fashion Mynd: Símun Jóannesarson Brot av Sic fløguni á alnetinum Sic var her fyri í upptøkuhølinum og tók fyrstu fløguna hjá bólkinum upp. Enn er einki lag almannakunngjørt, men á myspace/sicsix6 liggur ein smakk sroynd. Á myspace profilinum hjá Sic hevur bólkurin lagt eitt videobrot, ið er upptikið, meðan bólkurin ljóðblandar fløgu sína í ZigZound upptøkuhølunum saman við Peter ”Ziggy” Sigfredsen. Á upptøkuni hoyrir tú brot úr lagnum My Hell. Hetta gevur eina ábending um hvussu fløgan hjá Sic verður. Enn er eingin útgávudagur settur, men um útsagnirnar hjá Sic á myspace mitt í oktober, eru eftirfarandi, so átti ljóðblandingin at verið liðug nú. nud