týsdagur 14. november 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 14. november 2006
27
vinnusíðurnar
Tað er einki óvanligt í tí,
at oljufeløg koma og fara.
Serstakliga ikki tá talan er
um eitt nýtt og ókent øki
sum tað føroyska. Hetta
hevur verið gongdin í leit
ingini eftir olju og gassi
á landgrunninum øll árini.
Í byrjanini vóru nøkur 20
oljufeløg við í kanningunum
men hetta talið er so minkað
sohvørt. Td. fingu ikki øll
feløgini, sum buðu í 1.
útbjóðing loyvi, og turru
brunnarnir soldaðu so aftur
onkur oljufeløg frá. Mærsk,
Total, Fina, Elf, Mobil,
Exxon, Marathon, Phillips,
Norsk Hydro og Arco
eru bara nøkur av mongu
feløgunum, sum hava verið
við í kanningunum av undir
grundini og seinni tikið seg
aftur. Amerada Hess og BG
eru framvegis við men hava
minkað um virksemið. Men
nú tey ikki hava nakrar
skyldur her meira, boringin
á Brugduleiðini var tann
seinasta, so má roknast við,
at í hvussu er BG er við
at fara heilt út úr økinum,
tó at Jarðfeingi sum skilst
einki hevur fingið at vita
um tað sum so.
Tað hevur ljóðað, av okk
urt av samanløgdu feløg
unum
framvegis
fylgir
væl við gongdini á land
grunninum, eitt nú franska
Total, sum fevnir um tey
trý upprunaligu fronsku og
belgiska oljufeløgini, Elf,
Total og Fina. Somuleiðis
hevur Gas de France víst
áhuga og Mærsk er eisini
við at nærkast økinum aftur,
nú tað hevur keypt seg inn
í loyvi við markið, har
Chevron er fyristøðufelag
og eisini sjálvt hevur fingið
tilluttað loyvi nær føroyska
markinum
í
bretskari
útbjóðing herfyri. Feløgini,
sum eru mest virkin í dag á
landgrunninum, eru: Statoil,
BP, Shell, Eni, Anadarko,
Dong,
OMV,
Chevron,
Geysir, Atlantic Petroleum
og Faroe Petroleum. Hyggja
vit tí eftir oljutilgogndini
við Føroyar í einum umleið
10 ára perspektivi, so er
talið av oljufeløgunum,
sum hava víst ans fyri økin
um og hava verið við í
kanningum og boringum,
farið niður í helvt.
Marknaðarrák
Lækkingin í partabrævamarknað
inum, vit væntaðu fyri tveimum
vikum síðani, gjørdist sera lítil.
Partabrøv lækkaðu einans um 2%,
og tey eru hækkaði meir enn tað
aftur. Partabrævamarknaðirnir flest
alla staðni halda sostatt á at hækka,
eins og teir hava gjørt nærum út í eitt
síðan juli. Hendan gongdin er ikki
minst stuðlað av, at roknskapirnir fyri
3. ársfjórðing hava verið sera góðir,
og nógv betur enn væntað. Í miðal
eru inntøkurnar hjá virkjunum í USA
23% hægri enn 3. ársfjórðing í fjør.
Lægri oljuprísur ger eisini sítt til, at
partabrøvini hækka. Tó so, evropisk
partabrøv eru hækkað 16% seinastu
fýra mánaðirnar, og ein lítil rætting
niðureftir er enn væntandi.
Lánsbrævarentur støðugar
Longu lánsbrævarenturnar eru á
sama støði sum í síðstu viku. 10-ára
rentan er 3,81%. Sostatt er hon á leið
0,20%-stig lægri enn 1-árs rentan.
Tað er rættiliga óvanligt, at mesta
rentan fæst við 1-ára lánsbrævið.
Álit er á partabræva
marknaðin
Tað er ein sannroynd, at roknskapirnir
m.a. úr USA og Norðurlondum, ið
eru kunngjørdir fyri 3. ársfjórðing,
sum heild hava verið góðir. Hetta
staðfestir meting okkara um, at
tað stendur væl til hjá virkjum á
leiðandi partabrævamarknaðunum.
Íleggjarar eru eisini bjartskygdir
um komandi partabræva-gongdina,
m.a í USA. Hetta staðfestir lutfallið
millum mongdina av handlaðum
Call- og Put-optiónum. Lutfallið
staðfestur, at talið av teimum, sum í
seinastuni hava tryggjað sær rættin
at keypa partabrøv komandi tíðina,
er størri enn talið á teimum, ið
hava tryggjað sær rættin at selja
partabrøv. Álitið á partabrøvini er
sostatt til staðar.
Hesa vikuna
Hendan vikan verður hendingarík
á marknaðunum. Í løtuni leggja
íleggjarar stóran dent á prísvøkstur.
Hesa
vikuna
verða
millum
annað prísvøksturin báðu megin
Atlantshav, umframt BTÚ í Evropa,
kunngjørd.
Um
prísvøksturin
verður hægri enn væntað, lækka
bæði láns- og partabrøv væntandi.
Partabrøv hækka enn
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Eitt
av
oljufeløgunum,
sum longu tíðliga í 90-
unum gjørdi eitt stórt
kanningararbeiði á føroyska
landgrunninum, Amerada
Hess, er framvegis við í
leitingini við Føroyar. Tað
hevur annars ljóðað, at
felagið var meira ella minni
við at taka seg úr økinum.
Eisini hava vit sæð, at
felagið hevur minkað heilt
nógv um sítt virksemi í
Norðsjónum og sum heild
í Europa.
Tá farið varð undir at
bora fyrstu brunnarnar á
landgrunninum var Ame
rada Hess eitt tað mest
virkna oljufelagið og var
tað fyristøðufelag, tá 1.
leitirunda varð veruleiki.
Síðani
felagið
boraði
Marjun-brunnin, sum vísti
seg at goyma nógva olju
men á so stórum dýpi, at
torført er at hava við hesa
oljuna at gera, er felagið
vorðið meira og meira
ósjónligt her. Herfyri lat
felagið aftur rúmligu og
snotuligu skrivstovuna í
Havn fyri tó at fáa innivist
í nýggju hølunum hjá
Atlantic Petroleum.
Stjórin í føroysku deildini
av felagnum, Ben Arabo er
fluttur til London at arbeiða
fyri felagið. Vit hava spurt
tíðindastjóran hjá felag
num, um hetta merkir, at
Amerada Hess er við at siga
farvæl við Føroyar. Andy
Mitchell sigur við blaðið,
at Atlantsmótið heldur fram
at vera eitt av leitiøkjunum
hjá felagnum. –Vit arbeiða
framvegis við at evaluera
hetta økið, soleiðis at
vit enn ikki kunnu siga,
um vit fara at bora aftur
sum
fyristøðufelag
á
Atlantsmótinum komandi
árini. Hóast báðir brunnar
nir vit hava borað á før
oyskum øki hava givið
okkum
áhugaverdar
jarðfrøðiligar upplýsingar,
so hava vit enn ikki funnið
kolvetni í rakstrarverdum
nøgdum. Vit hava tí í løtuni
ongar ítøkiligar ætlanir um
víðari virksemi í føroyska
økinum, men Hess fer at
halda fram við at fylgja
við gongdini á føroyska
landgrunninum við áhuga.
Oljufeløg koma og fara
Amerada Hess framvegis við
Amerada Hess var við til at bora Brugduna
í heyst. Brunnurin varð turrur men um
tekningin vísir veruligu støðuna er ilt at meta
um. Hetta er so tað, sum oljufeløg kunnu
koma út fyri.
Vika 46