týsdagur 14. november 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 220 - 14. november 2006
vinnusíðurnar
- Men byggiætlaninar
hanga saman við,
hvørt vit kunnu vænta
okkum ein betri tunnil
ella ikki. Røkist einki
fyri einum meira
tíðarhóskandi tunli
innan eini 2-3 ár, er
ikki óhugsandi, at eitt
nýtt trolvirki verður
bygt á Tvøroyri í
staðin, sigur stjórin
í Trolvirkinum
Berginum í Hvalba,
Dan Thomsen
Byggiætlanir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sp/F Trolvirkið Bergið
húsast í gomlum og ikki
serliga tíðarhóskandi høl
um á bryggjuni í Hvalba.
Arbeiðshølini
eru
umleið 216 fermetrar í
tveimum hæddum. Felag
ið hevur søkt Hvalbiar
kommunu um loyvi at taka
verandi bygning niður og
byggja ein nýggjan, størri
og meira tíðarhóskandi
bygning á økið í staðin.
Dan Thomsen, stjóri,
sigur, at teir kundu hugsað
sær at bygt ein bygning,
sum er einar 40x17 metrar
í tveimum hæddum.
- Vit vita, at føroyski
trolmarknaðurin er av
markaður – og hann verð
ur ikki størri, nú tríggir
útbjóðarar eru, samstundis
sum fiskidagarnir hjá
skipunum ár undan ári
verða skerdir.
Stjórin sigur, at felag
ið eisini hugsar um út
lendska marknaðin, men
til tess hevur felagið brúk
fyri meira nútíðarhóskandi
arbeiðsumstøðum.
Kortini ivasamt
- Men tað er ikki vist, at
nýggja trolvirkið verður
bygt í Hvalba. Hetta
veldst eisini um, hvat vit
í framtíðini kunnu vænta
okkum av tunlinum, sum
er fullkomiliga ótíðar
hóskandi og elvir okkum
til nógv eyka stríð - og
kostar okkum eyka pening
í flutningi gjøgnum eitt
heilt ár.
Hann vísir á, at tá ið
felagið fær vøru við skip
um, sum koma á Tvøroyri,
er vøran vanliga í bingjum,
men hesar bingjur sleppa
ikki gjøgnum tunnilin og
norður til Hvalbiar.
- Tí noyðast vit at flyta
vøruna norður í smáum
bilum. Hetta merkir, at
flutningurin bæði tekur
longri tíð, kostar okkum
óneyðugt stríð og pening.
Stjórin vísir á, at tað
er ikki bara trolvirkið,
sum kennir sviðan av
vánaligu farleiðini, men
so sanniliga eisini annað
vinnulív uppi á landi í
Hvalba – umframt fólkið í
økinum sum heild.
- Verandi tunnil er einki
at bjóða fólki í 2006, nú
onnur økir í landinum,
sum vit her norðuri skulu
kappast við, hava fingið
gott samferðslunet.
Hann sigur, at røkist
einki fyri einum betri tunli
innan eini 2-3 ár, umhugsar
Trolvirkið Bergið rættiliga
at flyta virksemið til
Tvøroyrar í staðin.
- Vit noyðast eisini eins
og øll onnur at hugsa í
krónum og oyrum, um
virksemið skal rekast ratio
nelt, leggur Dan Thomsen
aftrat.
Ístak í oynni
Stjórin vísir á, at nú fe
lagið Ístak er í oynni og
ætlandi verður liðugt við
at bora í desember, hevði
hann hildið tað verið
náttúrligt, at maskinurnar
vórðu fluttar norður til
Hvalbiar, soleiðis at ein
betri tunnilsloysn kundi
verið í ljósmála innan eini
2-3 ár.
- Í mun til, hvussu sam
felagið hjá okkum nú er
útbygt á samferðsluøkinum,
føla vit okkum her suðuri
sum rættiligir eftirbátar. Eg
stúri fyri, at vit hava einki
vinnulív eftir uppi á landi
um okkara leiðir um eini 10
ár, um vit ikki fáa eina betri
og varandi tunnilsloysn í
bræði.
Hann sigur, at eitt av
feløgunum, sum hevur
fiskavirkisvirksemi
í
Hvalba, herfyri læt frætta,
at felagið noyðist av við
einar
400.000
krónur
eyka um árið, tí farleiðin
er so óhøglig og ótíðar
hóskandi.
Ætlanin er at fara undir
toskaaling í Hvalba, og
eisini er ætlanin at byggja
ein eftirskúla í økinum.
- Eg haldi, at tey fólka
valdu her suðuri áttu at
trýst meira á játtandi
myndugleikarnar millum
valini – og ikki bara, tá
ið val stundar til, og teir
ynskja okkara atkvøðu.
Tað gevur okkum onga
betri tunnilsloysn, leggur
Dan Thomsen, stjóri á
Trolvirkinum Berginum,
dent á.
Trolvirkið Bergið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sp/F Trolvirkið Bergið
í Hvalba hevur tilsamans
18 ár á baki. Tað vóru
Norðberg-menninir
við
Janusi Norðberg á odda,
sum í síni tíð fóru undir
hetta virksemið, men fyri
10 árum síðan keyptu Dan
Thomsen og Bogi Morten
sen felagið. Fyri fimm
árum síðan keypti Dan
eisini partin hjá Boga, og
síðan hevur Dan Thomsen
verið einsamallur eigari av
virkseminum.
Fyrst í hesum árinum
vórðu eigaraviðurskiftini
í felagnum aftur broytt,
og hesaferð var tað P/F
Vónin, sum keypti 40% av
partapeninginum, meðan
Dan framvegis eigur tey
60%.
Trolvirkið
Bergið
í
Hvalba er soleiðis ein partur
av Vónin Group í dag, men
verður burtur av rikið úr
Suðuroy – meira og minni
sum ein familjufyritøka.
Dan Thomsen er stjóri
í felagnum, meðan sonur
hansara, Regin Thomsen,
tekur sær av tí fíggjarliga
partinum, eitt nú innkeypi
og sølu.
Djúpvatnstrolarar
- Tað eru serliga djúpvatns
trolararnir í oynni, sum eru
og hava verið ein stórur
partur av grundarlagnum
undir virkinum, men vit
hava eisini framleitt trol til
teir smáu trolbátarnar og til
partrolarar. Ein partur av
okkara framleiðslu er seldur
norður um Suðuroyarfjørð,
eitt nú í Vágar og aðra
staðni. Aftrat hesum hava
vit eisini selt okkurt trol
niður til Danmarkar, sum
føroyingar, ið sigla har
niðri, hava umbiðið. Hetta
eru trol til smáar trolbátar,
og vit hava skilt, at teir
eru ógvuliga væl nøgdir við
reiðskapin, sum vit hava
latið teimum.
Stjórin, Dan Thomsen,
sigur, at tá ið felagið luttók
á Fish Fair í Havn næstsíðsta
summar, vitjaðu nógv fólk
inni á básinum.
- Nógvir spurdu seg fyri
um okkara trol, og tað vóru
eisini teir, sum bíløgdu
trol hjá okkum á sjálvari
stevnuni, sigur hann.
Klaga ikki
Stjórin sigur, at søla av
trolreiðskapi í ein ávísan
mun er knýtt at árstíðini,
men hann heldur fyri, at
teir ikki skulu klaga.
- Vit hava havt nógv at
gera – og hava verið væl
koyrandi her suðuri, sum
hann tekur til.
Spurdur, hvussu tað ber
til, at tað hevur gingið so
væl at hildið upp á bátarnar
í oynni, nú ikki færri enn
tvey trolvirki norðanfjørðs
kappast sínámillum - og
við lutfalsliga lítla virkið í
Hvalba, sigur hann:
- Jú, eg skilji ógvuliga væl
teir, sum eiga hesi skipini.
Suðuroyggin liggur burtur
frá hinum oyggjunum, og
her kunnu skipini fáa ta
tænastu, sum tey ynskja
sær – og tá ið tey ynskja
hana.
Hann vísir á, at teir, sum
reka Trolvirkið Bergið, altíð
eru tøkir til hjálpar, tá ið tað
er neyðugt, bæði vanligar
gerandisdagar, leygardagar
og sunnudagar.
- Skipini kunnu altíð
ringja til okkara og siga,
at tey hava gloymt hetta
ella hatta – ella hava brúk
fyri eini ella aðrari hjálp,
og so gera vit tað, sum
liggur í okkara makt fyri
at hjálpa teimum avstað
aftur. Jú, tað er avgjørt ein
fyrimunur fyri trolaraflotan
her í oynni, at Trolvirkið
Bergið er í Hvalba.
Bergið umhugsar
nú at byggja nýtt
trolvirki í Hvalba
Myndin er tikin á Fish Fair næstsíðsta summar á básin
um hjá Trolvirkinum Berginum. Gestirnir eru fiskimálar
áðharrin og konan
Mynd: Vilmund Jacobsen
Trolvirkið Bergið
- Eg haldi, at avgerðin um at leggja
saman við P/F Vónini fyrst í hesum
árinum, var skilagóð. Eitt slíkt samstarv
tænir okkum ikki minst í felags
innkeypi, soleiðis at rávøran verður
bíligari, sum aftur kemur skipunum
til góðar. Tað sigur stjórin, Dan
Thomsen, sum framvegis eigur 60%
av partapeninginum í felagnum. Hann
leggur dent á, at Trolvirkið Bergið og
Vónin verða rikin sum tvey sjálvstøðug
virkir – við hvør sínari leiðslu
Cambo framvegis ”tight”
Nú meðan oljuleitingin á føroyska landgrunninum bíðar eftir næstu boringini á Williamleiðini í 2007 eru øll eygu vend móti
virkseminum hinumegin markið. Her fyrst og fremst teimum trimum metingar- og avmarkingarbrunnunum á Rosebankleiðini, skamt
frá markinum. Sum skilst gongur væl við at bora tann fyrsta av trimum brunnum. Men enn er ov stutt borað til at siga nakað ítøkiligt.
Endamálið við hesum trimum brunnum er at vita, um oljukeldan, sum eitt oljusamtak við Chevron sum fyristøðufelag fann fyri
tveimum árum síðani, er rakstrarverdug.
Hóast lítið hoyrist til tað, sum fer fram hinumegin markið, so verður oftani spurt, hvussu gongur við Cambo-oljukelduni, sum eitt
samtak við Amerada Hess á odda fann fyri nøkrum árum síðani. Tað hevur ljóðað, at talan her er um eina stóra oljukeldu, men hon
hevur so havt status sum ”tight” higartil. Sosialurin hevur spurt kunningarstjóran hjá Amerada Hess, Andy Mitchell, hvussu støðan
er við Cambo. Hann sigur, at hesin brunnurin enn hevur ”Tight” status, og tí verða ongir upplýsingar latnir almenninginum. Vit hava
tó skilt á keldum, at tað verður leitað eftir boripalli at bora ein avmarkingar- og metingarbrunn. Cambo liggur rættiliga tætt upp at
føroyska markinum, og tí hevur henda keldan stóran áhuga fyri føroyskar oljumyndugleikar.