týsdagur 14. november 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 14. november 2006
29
vinnusíðurnar
Fólk til hjálpar
Dan sigur, at ymiskt er
gjøgnum árið, hvussu nógv
tey hava at gera á virkinum,
men oftast er mest at gera
frá heystinum og út í mars
og apríl.
- Tá ið minst er at gera, eru
vit eini fýra fólk til arbeiðis,
og tá ið mest er, eru vit eini
átta. Vit hava eisini notið
gott av skúlaungdóminum
í økinum, sum er oførur at
hjálpa til, tá ið nógv er at
gera, og okkurt er, sum tey
kunnu hjálpa okkum við.
Trolvirkið Bergið húsast
í egnum hølum dygst við
bryggjukantin í Hvalba.
- Hetta er eitt gamalt hús,
og vit kundu ynskt okkum,
at umstøðurnar vóru bet
ur. Arbeiðshølini eru í
tveimum hæddum, har hvør
hæddin er umleið 18x12
fermetrar.
Í aðrari grein á hesi
opnuni greiðir stjórin frá,
at felagið hevur í hyggju
at byggja sær nýggj, størri
og meira nútímans høli
til trolframleiðsluna, men
skulu hesar ætlanir fremjast
í verki, er ynskiligt, at
vinnulívið í Hvalba og fólkið
í økinum sum heild fær eitt
betri og meira tíðarhóskandi
tunnilssamband innan alt
ov langa tíð.
Hørð kapping
Eins og P/F Vónin segði í
samrøðuni, vit høvdu við
felagið í næstsíðstu viku
– og P/F Føroya Trol segði
í samrøðu við Sosialin í
síðstu viku, ásannar stjór
in á Trolvirkinum Bergin
um á, at kappingin á trol
marknaðinum
seinastu
tíðina er vorðin ógvuliga
hørð.
- Eg vil siga tað soleiðis,
at teir prísir, vit hava á
marknaðinum í dag, als
ikki eru realistiskir. Hetta
eru ”kunstigir” prísir, nú
kappingin á marknaðinum
er vorðin so hørð. Prísirnir,
sum vit síggja í løtuni,
kann einki virki liva við í
longdini. Tí vænti eg ikki,
at prísirnir koma at halda
sær leingi, har teir eru.
Dan sigur seg vænta, at
prísirnir fara at stabilisera
seg aftur á einum hægri
støði sum frá líður.
- Føroyski trolmarknað
urin er lutfalsliga lítil.
Hann fer ikki at veksa, men
heldur at minka frameftir,
soleiðis sum niðurskurðir á
hvørjum ári verða framdir í
fiskidøgum. Í dag hava vit
trý trolvirki, sum eg haldi
vera ov nógv til verandi
føroyska marknaðin.
Hinvegin, heldur stjórin,
at ilt er at spáa um, hvussu
gongdin verður, tí tað vísir
seg, at hugurin at leggja
saman er stórur.
- Tí kann væntast, at
bíleggingarnar í framtíðini
verða færri – og størri, og
spurningurin er eisini, hvør
í longdini verður knýttur at
hvørjum, sigur Dan.
Skilagóð avgerð
- Eg haldi, at avgerðin
um at leggja saman við
P/F Vónini fyrst í hesum
árinum, soleiðis at Trol
virkið Bergið nú er ein
partur av Vónin Group, var
skilagóð.
Stjórin heldur tað vera
umráðandi, at vit hava ein
stóran føroyskan ”risa” á
marknaðinum – og ikki
minst, nú P/F Føroya Trol
hevur knýtt seg at íslendska
risanum, Hampiðjan.
- Eitt slíkt samstarv
tænir okkum ikki minst í
felags innkeypi, soleiðis
at rávøran verður bíligari,
sum aftur kemur skipunum
til góðar.
Dan Thomsen leggur tó
dent á, at P/F Vónin og Sp/
F Trolvirkið Bergið verða
rikin sum tvey sjálvstøðug
virkir – við hvør sínari
leiðslu.
- Okkara virksemi verður
stýrt úr Hvalba, leggur
stjórin, sum framvegis eigur
60% av partapeninginum í
Sp/F Berginum, dent á.
ð er nú partur av Vónin Group
Trolvirkið Bergið, sum liggur dygst við
bryggjkantin í Hvalba (bygningurin til
høgru), er í fyrsta lagi høvuðsveitari av
trolreiðskapi til djúpvatnstrolararnar í
Suðuroy
Mynd: Vilmund Jacobsen
Á Fish Fair í Havn í fjør summar hevði
Trolvirkið Bergið nógv vitjandi á sínum
bási, og felagið gjørdi eisini avtalur við
keyparar av trolreiðskapi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hevur givið gott avkast
Hóast Trolverkstaðið Bergið telist millum tey smærru í landinum, so er talan fyri tað allar mesta um eina sunna
búskapargongd hjá virkinum. Tey tølini, sum vit hava hugt at, ganga aftur til 1999, og hesi sýna eina positiva botnlinju á
hvørjum ári. Hartil kemur, at felagið hesi árini hevur fíggjað størsta partin av íløgum umvegis raksturin, sum eisini hevur
verið somikið gevandi, at vinningsbýti á til samans 1,441 mió kr. er útlutað seinastu fýra roknskaparárini.
Ein eginogn upp á 3,268 tkr. er kanska ikki so øgiliga imponerandi, men í mun til útlutaða vinningsbýti er talan
um sera gott avkast til partaeigararnar, og so skal eisini havast í huga, at fjald virði eisini eru í roknskapinum. Ikki
minst tí bygningur felagsins stendur bókaðar til eitt virði á 323 tkr. Og sum tað verður nevnt í ársfrágreiðingini, so er
handilsvirðið á hesum munandi hægri.
Alt í alt tykist talan tí vera um eitt virki, sum væl kann verða eitt positivt ískoyti til longu sterka raksturin hjá Vónini,
sum nú er nýtt móðurfelag. Undan hesum vóru høvuðspartaeigararnir Dan Thomsen, stjóri, og Sp/f 19.06.02, har sami
Dan Thomsen er høvuðspartaeigari.
Sp/f Trolverkstaðið Bergið
Høvuðstøl (tkr.)
2002
2003
2004
2005
Bruttovinningur
2.488
2.293
2.938
3.231
Úrslit áðrenn rentur
718
877
1.354
1.179
Ársúrslit
519
660
1.005
863
Støðisogn
139
512
678
1.167
Ogn í umferð
4.351
3.335
4.717
4.878
Eginpeningur
1.480
1.900
2.605
3.268
Skuld íalt
3.010
1.947
2.790
2.777
Fíggjarjavni
4490
3847
5395
6045
Lyklatøl
Ognaravkast
16
23
25
20
Eginpeningsavkast
44
43
49
33
Soliditetur
33
49
48
54
Gjaldførislutfall
160
237
217
225
Starvsfólkatal
6
5
5
6