Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 220 - 14. november 2006 vinnusíðurnar Ólagaligir veruleikar Teknikkurin við starvssetan Vinnuhúsið heldur í døgunumm, 23. til 25. november skeið í starvssetan. Arbeiðssetningurin fyri skeiðið ljóðar: Hvussu kanst tú innanfyri ein hálvan til ein tíma skapa tær eina álítandi fatan av einum øðrum persóni, soleiðis at fatanin kann vera grundarlagið fyri, um tú fert undir eitt fruktargott samstarv, sum væntandi fer at vara í mong ár? Tilmelding til skeiðið fer fram á heimasíðuni, HYPERLINK ”http://www.industry.fo” www.industry.fo, og er kostnaðurin kl. 8.000 Nýtt SMS-met 16 ára gamla Ang Chuang Yang setti herfyri met sum skjótasti SMS-skrivarin í heiminum. Hon skrivaði 160 tekn upp á 41,52 sekund, og tað er nærum ¾ sekund skjótari enn gamla metið, sum amerikanski Ben Cook átti. Hevur tú hug at gera eina roynd at sláa metið, so er at vita, hvussu skjótt tú megnar at skriva: »The razor- toothed piranhas of the genera Serrasalmus and Pygocentrus are the most ferocious freshwater fish in the world. In reality they seldom attack a human« Vinnusíðu­ kronikkin Signar P. Heinessen Øðrumegin standa teir negativu fundamentalist­ar­ nir: Einki ber til; Einki er møguligt; Alt er svart og neyð og elendigheit verður málað á veggin. Hinumegin standa teir positivu funda­ mentalistarnir: Veruleikin verður orðaður uppá kvams­ vís alt eftir, hvat er lagaligast til løtuna: Andsøgnir, tvætl og veruleikar sleingjast hvørt um annað. Men veru­ leikin sjálvur rakar okkum, hvørt vit meina tað eina ella hitt. Fólk flest royna tí sum frægast at liva við teim óvissum og tí váða, sum hetta foldarlívið nú einaferð hevur at bjóða – og fólk flest hava eitt ynski um at geva sítt íkast til skynsama atferð. Tí er tað trupult at yvir­ meta týdningin av sakligari vitan. Slík saklig vitan verður bygd upp ígjøgnum mánaðar, ár, áratíggju, øldir og ártúsund. Tær mentanir, sum við makt hildu vitanini niðri, máttu lúta, og aðrar mentanir sluppu at royna seg. Tey lond, sum við makt forðaðu sakligum orðadrátti um tilverunnar margfeldi, taptu vælferð og land mót­ vegis teimum londum, har saklig vitan var sádd og røktað við skynsemi. Í Føroyum hava vit í løt­ uni tvey mál, sum vit ikki hava ráð til at handfara uppá kvamsvís. Heilt ein­ falt tí tey hava ov stóran týdning í mun til okkara tilverugrundarlag. Annað málið er føroyska vinnuliga tilverugrundarlagið. Hitt málið hava vit í felag við restina av heimsins borg­ arum, og er tað umhvørvi og orka. Í hesi grein verð­ur spurningurin um um­hvørvið viðgjørdur. Hetta við grundarlagi í tveim­um aktuellum hend­ ing­um: Onnur er tann, at Al Gore hevur gjørt ein film viðvíkjandi veður­ lags­broytinum (“An incon­ venient truth”) og hin er, at Bogi Hansen er tilnevndur professari og hevur fingið norðurlendska virðisløn fyri nátturu og umhvørvi. Al Gore og filmurin “Ein ólagaligur sannleiki” Al Gore er forsetavalevnið, sum í 2000 fekk hálva milli­ón fleiri atkvøður enn George W. Bush, men sum mátti lúta í eini løgnari – og helst søguligari – upp­ teljingargølu í USA. Árini 1993-2000 var hann vara­for­ seti í Bill Clinton stjórnini. Miðjan sekstiárini las Al Gore stjórnmálafrøði á Harvard og hoyrdi har Roger Revelle, professara, røða um CO2 innihaldið í atmosferuni. Tað var Roger Revelle, professari, sum skundaði undir hesar mátingar, sum vóru settar í verk í 1958 og sum Charles David Keeling varð settur at taka sær av. Mátingarnar vóru gjørdar yvir Hawaii. Roger Revelle framsetti í fimmtiárunum eina hypo­ tesu um, at mannaættin við øktum fólkatali og øktari orkunýtslu vildi ávirka CO2 innihaldið í atmosferuni og at hetta ávirkaði hitan – tað, vit í dag nevna “vakstrarhúsárinið”. Hann vísti eisini á, at tað er sann­ líkt, at CO2 økist í høv­ unum. Hetta merkir í stuttum, at Al Gore hevur upplivað ein mann, sum sá ein veru­leika fyri sær út frá teoretiskum metingum. Hesar metingar vóru – og verða - eftirkannaðar við mátingum og nú, hálva øld eftir, halda vit okkum síggja samanhangin. Al Gore er ein av fremstu politikarum í heiminum – gjørdist næstan heimsins valdmiklasti maður. Við eini søgu á Harvard saman við Revelle professara í skjáttuni er tað ikki at undrast yvir, at hann brúk­ ar sína politisku orku til at sannføra heimsins borg­ arar um, at vit eiga at taka umhvørvis árin manna­ ættarinnar í størsta álvara. Eftir Revelle professara, sum doyði í 1991, og Keel­ ing, sum doyði í 2005, er Al Gore annað ættarlið, sum úr Harvard hevur brúkt týðandi part av síni orku til at geva sítt íkast til skyn­sama atferð okkara mill­um. Ein av “perlunum” í film­ inum hjá Al Gore er, tá ið hann nevnir trupulleikan í sambandi við ozon-lagið. Tað ber mannaættini til at - Úrslitini, sum liggja eftir Boga Hansen, Elias Davidsen, sála, starvsfólki á Fiski­rann­sóknar­stovuni og starvsfólki aðrastaðni, hava ikki einans granskingarvirði, men eru eisini eitt av heilt fáum framtøkum, sum á føroyskum grundvølli hava møguleika at vera støði undir nýggjum vinnuligum átøkum.Um illa vil til, skal ikki meira enn ein óheppin avgerð á hægsta stigi til fyri at hesir møguleikar gleppa okkum av hondum skrivar Signar Heinesen í vinnukronikkini í dag Ein av “perlunum” í filminum hjá Al Gore er, tá ið hann nevnir trupulleikan í sambandi við ozon-lagið. Tað ber mannaættini til at taka tøk í felag. Fáur – fyri ikki at siga eingin – granskari innan umhvørvisøkið er ósamdur um, at CO2 innihaldið í atmosferuni hækkar. Úr bókini hjá Al Gore