týsdagur 14. november 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 14. november 2006
31
vinnusíðurnar
Pappírsleysa avísin
Í Sundsvall í Svøríki hava tey seinastu tíðina koyrt
eina royndarskipan við sonevndum elektroniskum
pappíri. Tvær ferðir um dagin hava lesarar havt
møguleika at heinta eitt nýtt blað inn á ein
telduskíggja, sum bara er sum hálvt A4 ark til
støddar. Sundsvall Tidning, sum stendur fyri
royndini, hevur í fleiri ár fylgt væl við í nýggju
tøknini, og tó at barnasjúkur hava verið við nýggju
útgávuni, so lælta tey heilt væl at. Ikki minst,
tí eingin av lesarunum segði e-blaðið frá sær í
royndartíðini.
Aftur búskaparmet í Kina
Kinverski búskapurin fær ikki afturhald í vøkstrinum. Aftur
í oktobur mánaði var talan um met á handilsjavnanum,
Hesa ferð var avlopið $ 23,8 mia, sum er væl hægri enn
allar metingar søgdu. Sammett við oktobur mánað 2005 er
útflutningurin øktur 29,6%, meðan innflutningurin einans
er vaksin við 14,7% í sama tíðarskeiði.
taka tøk í felag. Longu nú,
nøkur fá ár eftir at hesin
trupulleikin at kalla er loyst
ur, hugsa vit neyvan um tey
tiltøk, sum gjørd eru. Hetta
hóast mangar spádómar um
at tað ikki bar búskaparliga
skynsamt til.
Filmurin hjá Al Gore er
ein politiskur filmur. Ein
politikari hevur gjørt filmin.
Hann hevur gjørt filmin
við tí endamáli at geva sítt
íkast til eina broytta atferð
millum manna, og hann
ger hetta við at venda sær
til okkum – tann einstaka
okkara. Til okkara, sum
hava eitt persónligt íkast
til umhvørvisligu atferð
mannaættarinnar og til
okkara, sum hava eina ikki
minni týðandi atkvøðu, sum
er við til at geva politiskum
valevnum
atgongd
til
maktina ella er við til at
forða politiskum valevnum
atgongd til maktina.
Eg vil mæla fólki til at
síggja filmin, um høvið
býðst.
Sannleiki ella partur av
einum meira fjølbroyttum
veruleika?
Fáur – fyri ikki at siga
eingin – granskari innan
umhvørvisøkið er ósamdur
um, at CO2 innihaldið í
atmosferuni hækkar. Fáir
granskarar – fyri ikki at siga
eingin – eru heldur ósamdir
um, at meðalhitin á jørðini
hækkar. Flestu granskarar
eru í dag á einum máli um,
at týðandi samanhangur er
millum CO2 innihaldið í
atmosferuni og miðalhitan
á jørðini. Men sambært
m.ø.
dananum
Henrik
Svensmark og øðrum, er
ikki vist, at CO2 innihaldið
í atmosferuni er einasta
frágreiðing
til
heitara
veðrið. Summir granskarar
hava “gingið Roma ímóti”
og hava framsett eina
aðra hypotesu, sum sigur,
at sólblettar hava týðandi
ávirkan á hitan á jørðini. Í
eini grein í 1996 og fyrilestri
á lærda háskúlanum í
Birmingham vístu Eigil
Friis-Christensen og Henrik
Svensmark á samanhangin
millum sólblettar og hitan
á jørðini. Nú fyri stuttum
hevur Henrik Svensmark
saman við øðrum víst á
fysiskar orsøkir til ein slík
an samanhang.
Nigel Calder hevur skrivað
bókina “Den maniske sol”,
1997. Í henni greiðir hann
frá, hvussu trupult tað kann
vera í granskingarhøpi at
leggja fram gransking,
sum ikki beinleiðis styðj
ar
hypotesuni
um,
at
vakstrarhúsárinið er tann
mest týðandi orsøkin til økta
hitan á jørðini. Filmurin hjá
Al Gore og hendan bókin
geva eina fatan av, hvussu
trupult tað er hjá okkum
vanligu borgarum at taka
støðu í einum so fløktum
máli.
Men støðu taka vit, um
vit vilja tað ella ikki. At
onkur heldur, at tað er
umhvørvismálinum
at
frama at halda mótstríðandi
gransking burtur, broytir
ikki tann veruleika, at
vakstrarhúsárinið er menn
iskjaskapt
og
ávirkar
hitan á jørðini. Mótstríð
andi gransking gevur eitt
gott íkast til onnur viður
skifti, sum eisini hava
týdning – tað er jú ikki
soleiðis, at Svensmark og
aðrir pástanda, at vakstrar
húsárinið ikki er ein partur
av málinum.
Professari og
heiðraður
Tað vóru teir báðir, Elias
Davidsen, sáli, og Bogi
Hansen, sum í sjeytiárunum
løgdu lunnar undir eini
skipaðari menning av før
oyska íkastinum til hav
frøðina, veðurfrøðina og
vatnfrøðina. Elias fór so
ungur og tann dagin í dag
– gott 10 ár eftir – verður
tikið til saknin eftir hann.
Boga untist fleiri ár og
hevur hann hildið kós og
ferð. Hann hevur hildið
seg til tann mátistokkin,
sum mangan verður sleptur
longu í ungum árum. Ein
mátistokkur, sum stundum
verður nevndur idealisma
og til aðrar tíðir góður
vísindaligur siður ella bert
vanligt skil.
Vit føroyingar hava alla
grund til at vera errin saman
við Boga yvir tann heiður,
sum bæði hann og eisini
samstarvsfelagar hansara
á Fiskirannsóknarstovuni
njóta í hesum døgum. Tá
ið gleðirúsurin er hasaður
av, kunnu vit kanska eisini
við skili umhugsa nøkur
viðurskifti.
Tí júst royndirnar hjá
Boga siga okkum nakað
um, hvørjar leiðir eru
gongdar. Tær geva eisini
eina ábending um, hvørjar
leiðir eru ógongdar. Gransk
ingarkorini hjá Boga hava
ikki verið tey bestu. Sjálvur
hevur hann tikið at kalla
øll tøkini tey fyrstu mongu
árini. Ein máting her, ein
máting har, ein analysa, ein
ritgerð. Við at leggja stein
oman á stein varð fyrst eitt
støði bygt upp og síðani
lagt eitt fundament á hetta
støði og endiliga – eina ferð
seinast í 80-unum og inn í
90-árini - sóust úrslitini í
havsbrúnni. Tey fyrstu phd-
lesandi vóru sett við og
komu undan.
Eitt serligt úrslit er júst
heiðurslønin til Boga sjálv
an. Eitt annað úrslit, sum
ikki hevur verið stórvegis
umrøtt, var tá ið Hjálmar
Hátún, sum hevur fullført
ein phd-lestur við vegleiðing
frá Boga, saman við Boga
og øðrum, fekk eina grein
prentaða í tíðarritinum
“Science”. Hvussu stóra
virðing slík grein gevur
millum granskarar, fingu
vit eina fatan av í danska
sjónvarpinum DR2, Dead
line, fyri tíð síðani, har víst
var til eina bretska kanning,
sum vísti tað øvugta sum
úrslitini
hjá
Hjálmari.
Danski granskarin vísti
til greinina í Science og
vísti á, at hesi úrslitini vóru
betur eftirfarandi enn tey
bretsku.
Nakrir veruleikar, sum
mangan verður roynt
at skáka sær undan
Vit kunnu taka samanum:
Visindin roynir at loysa
gátur um hita, vakstrar
húsárin, sólblettar, orku
keldur,
orkuberar
o.a.,
men uttan mun til stórar
óvissur er veruleikin tann,
at mannaættin í dag er so
stór og brúkar so nógva
orku, at hon máar undan
sjálvum lívsgrundarlagnum
á jørðini.
Tað ber til at venda
gongdini, um tøk verða
tikin í felag og mannaættin
í síni heild broytir atferð
– við teim ríkastu og mest
orkukrevjandi tjóðunum á
odda.
Millum
teirra,
sum
ganga fremst í granskingini
hesum viðvíkjandi, eru
nakrir føroyingar við Boga
Hansen á odda.
Tað hevur borið til hjá
færri enn 50.000 borgarum
úti í Atlantshavi at fáa
slíka gransking til høldar
við tað, at samfelagið og
nakrir persónar settu sær
høg mál og fingu fleiri við
sær, og við tað at hesi fingu
rímiligan arbeiðsfrið í eini
30 ár – ja, 30 ár!
Úrslitini,
sum
liggja
eftir Boga, Elias Davidsen,
sála, starvsfólki á Fiski
rannsóknarstovuni og starvs
fólki aðrastaðni, hava ikki
einans
granskingarvirði,
men eru eisini eitt av heilt
fáum framtøkum, sum á
føroyskum grundvølli hava
møguleika at vera støði
undir nýggjum vinnuligum
átøkum.
Um illa vil til, skal ikki
meira enn ein óheppin
avgerð á hægsta stigi til fyri
at hesir møguleikar gleppa
okkum av hondum.
Tað er vert at hava í
huga, hvussu nógv arbeiði
skal leggjast í, tá ið málini
verða høgt sett, og hvussu
lítið skal til fyri at ein heil
perlurekkja verður kvett av
og einki úrslit fæst til høldar
– vit hava havt útreiðslurnar
og stríðið, men áðrenn
fruktirnar kunnu heystast
og fáast til høldar fóru vit
undir eitthvørt annað.
Kann vera, at Føroyar eru
heimsins mest dálkandi tjóð
– eg eri enn ikki sannførdur
um hetta av teirri orsøk, at
okkara tøl innrokna mær
vitandi skipaflotan, har
aðrar tjóðir ikki gera tað. At
okkara skipafloti í stóran
mun er fiskifloti ger ikki
hendan spurningin minni
fløktan. Men uttan mun til
praktiskar skilmarkanir av
ymsum slagi haldi eg, at vit
áttu at sett tey mest týðandi
umhvørvismálini hægri á
dagsskránna – serliga tey,
sum viðvíkja orku og útláti
av vakstrarhúsgassum. Eg
ivist lítið í, at tað vil gagna
tjóðini á so mangan hátt,
samstundis sum vit í verki
vísa, at vit vilja vera partur
av heimssamfelagnum.
Bogi Hansen
Elias Davidsen
Al Gore ”
“Vit føroyingar hava alla grund til at vera errin saman
við Boga yvir tann heiður, sum bæði hann og eisini
samstarvsfelagar hansara á Fiskirannsóknarstovuni njóta í
hesum døgum. Tá ið gleðirúsurin er hasaður av, kunnu vit
kanska eisini við skili umhugsa nøkur viðurskifti.”
”
“Ein av “perlunum” í filminum hjá Al Gore er, tá ið hann nevnir
trupulleikan í sambandi við ozon-lagið. Tað ber mannaættini til at
taka tøk í felag. Longu nú, nøkur fá ár eftir at hesin trupulleikin at
kalla er loystur, hugsa vit neyvan um tey tiltøk, sum gjørd eru. Hetta
hóast mangar spádómar um at tað ikki bar búskaparliga skynsamt til.”