týsdagur 14. november 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 220 - 14. november 2006
vinnusíðurnar
Ulrik Wilbek luttøk á
evnisdegnum hjá
Føroya Tele sum fyri
lestrarhaldari. Evnis
dagurin »markleysi
heimurin« varð hildin
hósdagin í Klingruni.
Fyrilesturin hjá Ulriki
var sera áhugaverdur
VINNULÍV
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Dámligi danin við tí mildu
útsjóndini fekk nøkur flott
orð frá Richardi Morten
sen, áðrenn hann sjálvur
slapp á pallin. Hann er ser
liga kendur sum hondbólts
venjari, men hann hevur
eisini verið kommunalpoli
tikkari. Hann skuldi tosa
um motivatión, og tað verð
ur mett at vera týðandi í
einari fyritøku.
Hann byrjaði við at
greina motivatiónina við at
nýta tey, sum stóðu, og tey,
sum sótu niðri sum dømi.
– Hvat motiverar tykkum
til at standa í nærum ein
tíma, spurdi Ulrik.
Hann er náttúrligur og
stuttligur. Tað er lætt at
lurta eftir honum, tí at hann
er allatíðina áhugaverdur.
Hann tosaði um einstak
linga-motivatión. Har kann
ein nýta ymiskar spyrji
hættir, sum skal syrgja
fyri, at øll hava tað gott.
Einstaklingarnir
– Summi eru sosialt ori
enterað í hondbóltinum.
Tey eru bundin at lið
feløgunum, og tey eru góð
ir liðspælarar. Tað eru tó
eisini tey, sum eru einstak
lingar. Tað eru tey, sum
hugsa um seg sjálvan fram
um liðið. Tey kunnu eisini
hava góðar eginleikar, sum
millum annað kunnu nýt
ast, tá ið vit eru aftanfyri í
einum hondbóltsdysti og
hava brúk fyri einum, sum
kann gera okkurt út yvir
tað vanliga, segði Ulrik.
Hann greiddi frá einum
dømi um ein spælara, sum
var keddur, hóast liðið
hevði vunnið ein EM-dyst.
Úrslitið var sera flott, og
øll vóru sera væl nøgd.
Men hesin spælarin var
ikki glaður, tí at hann var
ónøgdur við sítt egna avrik,
greiddi Ulrik frá.
– Samskifti og kunning
kunnu vit ongantíð fáa nóg
mikið av. Tað er sera
ómotiverandi at kenna, at
tú verður yvirsæddur, segði
Ulrik.
– Samskifti kann geva
okkum ognarkenslu í felag
num, segði Ulrik.
Sálarligir teknikkir
Hann brúkti dømi um spæl
arar, sum høvdu brúk fyri
vegleiðing. Hann arbeiddi
nógv við hesum spælarum
sálarliga, og tað hjálpti
teimum.
– Eg brúki mangan so
vorðnar sálarligar teknikk
ir, sum skulu hjálpa spæl
arunum at gerast betri,
segði Ulrik.
Tað er týdningarmikið at
seta fleiri smærri mál til
tess at náa tað endaliga
málið, segði Ulrik.
Sìðani fór Ulrik at tosa
um tey ymisku sløgini av
persónum. Summi eru
skapandi og hyggja altíð
frameftir. Onnur eru »bók
haldarar«, sum møta til tíð
ina, og avtalurnar eru sera
týdningarmiklar. Onnur
eru "konfliktsky". Uppaftur
onnur vilja vinna fyri ein
hvønn prís.
Íblástur í okkara høpi
Ulrik dugdi væl at greiða
frá í myndum og brúkti
allatíðina dømi frá sínum
royndum sum venjari.
Á liðnum velur hann »ráð
harrar«, sum skulu standa
fyri einum øki. Ein syrgir
fyri teimum ungu, meðan
onkur annar syrgir fyri, at
liðfelagarnir hava tað gott
heima.
– Tit hugsa kanska, hvat
tit kunnu brúka hetta til, tá
ið eg einans tosi um hond
bólt. Men tað er ein av
bjóðing hjá okkum at mót
taka íblástur, og seta hann
inn í okkara høpi, endaði
Ulrik Vilbek.
IP-telefoni er framtíðin
Á evnisdegnum hjá
Føroya Tele vóru
ymsar framsýningar
av nýggju møguleik
unum við IP-telefoni.
Richard Mortensen,
stjóri í FT-samskifti
nýtti eisini høvi at
greiða frá hesum, tá ið
hann stóð á pallinum
VINNULÍV
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
– Vit hava undirskrivað ein
sáttmála við eina ameri
kanska kt-fyritøku. Hon
fæst við IP-telefoni, sum er
telefon yvir breiðband,
sigur Richard.
Breiðbandstøknin fer at
vinna seg meira og meira
fram.
– Breiðband verður alt
dominerandi í framtíðini.
Telefonin broytti alt, tá ið
hon kom. Nú er tað
internetið, sum broytir alt,
sigur Richard við Sosialin.
– Tøknin er ein kapp
ingarfyrimunur. Vit hava
ótrúligar møguleikar við
framkomnari tøkni. Tøknin
økir tó ikki um kapping
arførið í sjálvum sær. Vit
mugu eisini hava motiver
að starvsfólk til at nýta
tøknina, segði Richard
Mortensen, tá ið hann
presenteraði Ulrik Wilbek.
Føroya Tele skipaði fyri
hesum degnum fyri at lýsa
fyri teirra vøru.
– Vit vilja fegin kunna
okkara kundar um hesa
nýggju tøkni. Hetta er eis
ini ein partur av kunda
røktini, at gestirnir fáa
okkurt til matna. Tað er
sjálvandi eitt fíggjarlit atlit,
tá ið vit skipa fyri einum
slíkum degi. Vit vænta
sjálvandi at vinna pengarnar
aftur.
– Vit eru sera væl nøgdir
við dagin. Eg haldi, at alt
hevur riggað stak væl. Vit
hava havt fleiri vitjandi
enn væntað, segði Richard
Mortensen á evnisdegnum
»markleysi heimurin«.
Richard
Mortensen,
stjóri í FT-
samskifti,
er væl
nøgdur við
evnisdagin
Microsoft bjóðar iPod av
Microsoft kemur nú á marknaðin við avbjóðaranum til iPod
hjá Apple. Nýggi MP3 spælarin ber navnið Zune, og fyri
einar 1.500 kr. fæst hesin nú til keyps í USA. Sum skilst,
so er Zune í fleiri mátar hentari enn iPod’in, men snið
gevingin er enn ikki heilt so snøgg, sum tann hjá kapp
ingarneytanum við súreplinum.
Ókeypis fartelefonir
Stjórin á Google, Eric Schmidt, sigur, at í framtíðini ber til at
fáa ókeypis fartelefonir, um brúkarin samstundis játtar at taka
ímóti lýsingum. Hetta segði hann í samrøðu við Reuters.
Grundgevingin er, at fartelefonin í dag er ein somikið fastur
partur av gerandisdegnum hjá brúkarunum, at hetta er ein alt
meira upplagdur lýsingarmiðil. Í Japan hevur Google í løtuni
eina royndarskipan saman við japanskum televeitarum.
Motiverandi danskur
hondbóltsvenjari