Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 14. november 2006 33 vinnusíðurnar Helt fyrilestur um ommuna – Samskiftis - og fluttnings­møgu­leik­ arnir í dag hava út­­ javnað munin millum útjaðara og miðsavn­ ingarøki, sigur Henrik Dahl, sum helt fyrilestur í Klingruni hósdagin VINNULÍV Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Annar av tveimum fyri­ lestrarhaldum á evnis­deg­ num hjá Føroya Tele var Henrik Dahl. Henrik er útbúgvin sosiologur og held­ur nógvar fyrilestrar um árið. Henrik hevur skrivað eina bók, har ið omma hansara er høvuðspersónur. Omman er júst deyð eftir at hava livað í 101 ár. Henrik heldur, at omman hevur upplivað nógv meira enn hann, hóast vit halda, at okkara heimur broytist so skjótt. – Vit fáa betringar og altsamt fleiri hentleikar, men tað henda ongar koll­ veltandi broytingar. Omma mín hevur upplivað mest­ sum alar tær kollveltandi uppfinningarnar og tær týdningarmiklu hend­ing­ arnar, segði Henrik millum annað. Henrik varð bjóðaður til Føroya av einum gomlum lestrarvinnmanni. Hann er glaður um møguleikan og undrast á, at vit eru so væl fyri. – Eg havi ofta flogið uppiyvir Føroyum, men hetta er fyrstu ferð, at eg eri her. Tað er ótrúligt, at eitt so fjarskotið land skal vera so væl fyri. Samskiftis- og fluttningsmøgu­leik­ar­ nir í dag hava útjavnað munin millum útjaðara og miðsavningarøki. – Eg búði úti á landinum sum barn. Eg mátti koyri 6 tímar í toki, um eg skuldi keypa eitt blað. Hetta vísir, hvussu nógva alt er broytt, hugleiddi Henrik. Nógv fólk høvdu leitað sær niðan í Klingruna hósdagin til evnisdagin hjá Føroya Tele Fólk sita áhugað og lurta, meðan Henrik Dahl heldur fyrilestur Í teimum ymsu hølunum í Klingruni vóru framsýningar, har ið IP-tøkni varð sýnd fram Føroya Tele samstarvsavtalu við amerikanskt KT-felag Stjórin á Google, Eric Schmidt, sigur, at í framtíðini ber til at fáa ókeypis far­ telefonir, um brúkarin samstundis játtar at taka ímóti lýsingum. Hetta segði hann í samrøðu við Reuters. Grundgevingin er, at fartelefonin í dag er ein somikið fastur partur av gerandisdegnum hjá brúkarunum, at hetta er ein alt meira upp­ lagdur lýsingarmiðil. Í Japan hevur Google í løtuni eina royndarskipan saman við japanskum televeitarum. FT Samskifti Summi undrast kanska á, hvat FT-samskifti er. Á heimasíðuni hjá Føroya Tele stendur soleiðis greitt frá dóttirfelagnum hjá Føroya Tele: – P/F FT Samskifti er dótturfelag hjá Føroya Tele. Í nýggja felagnum er øll kundarøkt, øll søla og alt samskifti við privat- og vinnukundar, alt GSM-økið og øll støðarútgerð fyri fastnetstelefoni og breiðband. Broytingin til nýggja dótturfelagið er við til at tryggja eins treytir fyri kappingarneytarnar á marknaðinum. Hesir nýggju karmarnir geva nýggjar møguleikar at veita betri og bíligari tænastur til kundarnar. Richard Mortensen er stjóri í FT Samskifti. Í felagnum starvast uml. 100 fólk. Tænastur frá FT Samskifti verða marknaðarførdar undir navninum "Føroya Tele".