týsdagur 14. november 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 220 - 14. november 2006
vinnusíðurnar
Flóvin Eidesgaard
Vanløse 6. november 2006,
Á visjónstorgi á Norður
bryggjuni í Keypmannahavn
30. oktober 2006 var
framløga av visjón 2015.
Her er eitt íkast til kjakið
um granskingarvisjónina
og -strategiina. Seinni part
ur av kronik í tveimum pørt
um.
Í fyrra parti, sum var í
Sosialinum seinasta týs
kvøld, viðgjørdi eg grund
hugsjónina í verandi upp
leggi til granskingarstrategi.
Eg ávaraði ímóti at skipa
alla almenna og privata
gransking í ein bygnað, har
stýringsamboðið
verður
almennur stuðul til privata
vinnugransking, tí tað vil
verða ein ov stirvin skipan til
avbjóðingarnar í framtíðini,
og fer at avlaga vinnuna
heldur enn hava við sær eina
marknaðarliga
tillaging.
Pástandurin um, at vinnan
ikki hevur ráð at granska,
varð afturvístur, og eftirlýst
varð í staðin kanning av,
hvørjar forðingar so eru fyri
vinnugransking í Føroyum.
Úrtøka av gransking
Gransking
økir
okkara
vitan. Granskingin gevur
úrtøku við at vitanin verður
gagnnýtt. Týdningurin av
hesum seinna verður ofta
undirmettur. Ein national
granskingarstrategi eigur
sjálvsagt at taka bæði hesi
viðurskifti við.
Í upplegginum til gransk
ingarstrategi stendur, at
“javnvág eigur at vera mill
um tað, sum verður latið, í
mun til hvat fæst burturúr”.
Hetta ljóðar skilagott, og
á visjónstorginum spurdi
eg, hvussu henda úrtøka
skal mátast. Svarið var so
ógreitt, at hvørki eg ella
nakar eg tosaði við aftaná
skilti tað. Eg rokni við tað
er mátið fyri úrtøku, sum er
so ógreitt.
Tað er við til at gera
úrtøkuna ógreiða, og tí trup
ult at tryggja nevndu javn
vág, um fígging og úrtøka
ikki hanga saman. Tí eigur
at haldast fast við, at tann
sum fíggjar granskingina
eigur úrslitini, og so er
tað ábyrgd hjá vinnuni
at tryggja, at úrtøkan av
vinnugransking er nóg stór,
og ábyrgd hjá tí almenna
at tryggja, at úrtøkan av
almennari gransking er nóg
stór.
Skilmarkanin
millum
grundgransking og bein
leiðis gagnnýtta gransking
er eitt sindur flótandi. Men
úrtøka av gransking, sum
skal gagnnýtast beinleiðis er
lættari at máta, enn úrtøkan
av
grundgransking,
tí
úrtøkan av grundgransking
er sera spjadd. Úrtøkan av
vinnugransking er somu
leiðis lættari at máta enn
úrtøkan
av
almennari
gransking, tí hon kann
mátast beinleiðis á einum
marknaði.
Sum víst á í fyrra parti,
so er úrtøkan av vinnu
gransking við almennum
stuðli helst negativt, sum
støðan er nú. Hetta kann
skyldast sonevndu nýskap
anargjónna, sum lýsir truplu
gongdina frá 1. grund
gransking til 2. gagnnýtta
gransking, 3. menning, 4.
tøkni í framleiðslu, 5. íløgur
og 6. framleiðslu og sølu.
Ein góð avmyndan av hesi
gjógv er gjørd av íslendska
granskingarráðnum, og er
lýst í álitinum hjá útbúgv
ingarpolitikknevndini hjá
Landsstýrinum
í
1999
(bind 1, s. 74), og í kro
nikk hjá Kjartani Hoydal
í Dimmalætting 30. mars
2006. Um man við polit
iskum
tiltøkum
kann
gera hesa gjógv lættari at
loypa um, vil úrtøkan av
vinnugransking
økjast,
og vinnugransking vil tá
økjast uttan at neyðugt er
við almennum stuðli.
Tað almenna fær úrtøku
antin við at at brúka vitan
ina frá gransking beinleiðis
í almenna sektorinum ella
við at spjaða hana út í
samfelagið, so øll kunnu
brúka hana og taka skila
betri avgerðir. Tað er hetta
seinna sum ger, at úrtøkan
av almennari gransking er
verri at máta: gagnnýtslan
er spjadd um alt samfelagið,
og er at samanbera við
infrastruktur, ið øll njóta
gott av í einum samfelagi.
Men hetta er ikki so óveru
ligt, sum tað ljóðar teoret
iskt.
Ikki einans vinnulívið
skapar
búskaparvøkstur,
tað ger almenni sektorurin
eisini. Ferð eftir ferð er
staðfest í altjóða saman
beringum, at lond við væl
virkandi almennum sektori
og minimalt av korrupsjón
standa seg væl. Almenni
sektorurin gagnar búskapar
ligari framgongd beinleiðis
við at veita infrastruktur og
góðar tænastur, sum høvdu
verið truplari hjá vinnulívi
og fólki at fingið fatur á á
einum marknaði. Men eisini
við lógum, sum tryggja
stabilitet í samfelagnum
og grundleggjandi rættindi
og trygd hjá borgarum
og vinnuvirkjum, kann al
menni sektorurin við at
ávirka atferð hjá fólki og
vinnu, virka til frama fyri
størri vøkstri. Ein effek
tivur almennur sektorur
brúkar harumframt minni
av tilfeinginum í samfelag
num til at náa síni úrslit,
og fyrsta avleiðingin av
øktari vitan vil ofta vera
effektivisering.
Úrtøka gjøgnum
vitanarspjaðing
Ein effektiv vitanarspjaðing
í samfelagnum vil eisini
økja samlaðu úrtøkuna av
gransking. Klassiski mátin
er kombinatiónin av gransk
ing og útbúgving á universi
tetum, men nógv kann ger
ast aftat.
Mesta vitanarspjaðing í
einum samfelag hendir tá
fólk skifta starv ella fara frá
útbúgving í starv. Tí eigur
arbeiðsmarknaðurin at verða
gjørdur so dynamiskur sum
gjørligt. Ein dynamiskur
arbeiðsmarknaður vil við
virka til at spjaða vitan
millum vinnur og millum
fyritøkur
og
millum
almenna og privata sektorin
– til frama fyri allar partar.
Hetta er tíverri als ikki
nevnt í 2015-grundarstein
inum um arbeiðsmarknað,
hóast hetta er eitt øki,
har nógv kann gerast frá
politiskari síðu. Ofta stendur
dynamikkur í andsøgn við
tryggleika, og her koma
vit inn á løntakararættindi,
so ein tilgongd at gera
arbeiðsmarknaðin
meira
dynamiskan kann helst
einans fremjast við trýparta
samráðingum, og vil helst
eisini enda við at tað
almenna átekur sær nakrar
eyka skyldur. (Hetta er
kjakið um flexicurity, sum
er aktuelt Europa, og har
Poul Nyrup Rasmussen
er talsmaður fyri at brúka
danska modellið til alt ES.)
Tað eru serliga fólk við
høgum útbúgvingum, sum
skulu eggjast til at skifta
starv ofta. Men hjá teimum
eru krøvini til tryggleika
helst ikki í so stórari and
søgn við dynamikk, sum
hjá fólki við lægri ella
ongari útbúgving.
Í Føroyum eru nógvar
smáar fyritøkur og fyritøkur,
sum als ikki hava fólk
við høgum útbúgvingum
í starvi, og er tí lítið og
einki samskifti millum
hesar
mongu
fyritøkur
og nógva vitan, sum tær
kundu havt gagn av. Tað
er í smáu fyritøkunum
størst tal av arbeiðsplássum
verður skapt. Tí er tað
ein serligur trupulleiki, at
smáu fyritøkurnar snøgt
sagt ikki kenna til kvali
fikatiónirnar
hjá
fólki
við hægri útbúgvingum.
Her er ein serliga breið
gjógv, man kann siga at
marknaðurin virkar ikki, tí
vitanin er ov lítil, og her
kann helst vera gangligt
við einum almennum stuðli
í avmarkað tíðarskeið, tá
slíkar fyritøkur seta t.d.
akademikarar í starv. Slíkar
skipanir hava verið royndar
við sera góðum úrslitum í
ymsum londum.
Hvussu nógv skal
granskast?
Sambært
granskingar
strategiini, sum arbeiðs
bólkurin legði fram, so
skal granskast fyri 3% av
BTÚ í Føroyum, og tað
almenna skal fíggja upp til
2% av hesum, og vinnan
í minsta lagi 1%. Eg
spurdi á visjónstorginum,
hvaðani 3% koma frá. Her
avdúkaði svarið, “tað er
ein tummilfingurregul, og
tilmæli frá OECD” at man
hevði ikki hugsað seg so
øgiliga væl um.
Hóast OECD grundar sítt
tilmæli á onkrar kanningar,
so er talið 3% ikki svarið
uppá, hvussu mest fæst
burturúr gransking. Og
bara at fylgja tilmælinum
kann gera, at man gloymir
at kanna, um gransking
gevur fulla úrtøku.
Nógv skilabetri hevði
verið, um man frá almennari
síðu tekur av forðingar fyri
at vinnan fær úrtøku úr
síni gransking, og so letur
vinnuna finna út av, hvussu
nógv hon skal granska.
Nógv týdningarmiklari
enn, hvussu nógv tað al
menna granskar, er at
tryggja, at úrtøkan er mest
møgulig av almennu gransk
ingini. Játtanir til gransking
skulu altíð kappast við onnur
Flattskíggi og kaffi á kopi-maskinuni
Nýggjasti fjølritarin frá Konica Minolta kann eitt sindur meira enn flestu
kappingarneytarnir á marknaðinum. Umframt vanligu tvungnu uppgávurnar
so sum fjølritan og fax-sendingar, hevur fjølritarin hópin av nýggjum
hentleikum. Eitt nú er espresso-maskina innbygd, eins og DVD-avspælari og
flatskíggi eru tað, og so kann jú væl verða, at tíðin fellur nakað lættari – eisini
hóast avritini er nógv at taka. Enn er tólið tó bara framleitt sum prototypa,
so forvitnir stjórar mugu bíða nakað enn, áðrenn bíleggingin kann sendast
avstað.
Visjón fyri “Gransking, menning