Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 14. november 2006 35 vinnusíðurnar ynski til almennar pengar, og tess størri úrtøkan er av almennari gransking, sterkari vilja ynskini um játtanir til gransking standa í hesi kapping. Ein avgerandi spurningur er, hvussu frí granskingin skal vera. Fríari granskingin er til val av økjum, tess størri kann produktiviteturin hugsast at vera, tí tá er tað hugurin ið drívir verkið. Men so verður uppskotið hjá visjónsbólkinum um eftirmetingar- og dygdar­ met­ingarskipan enn týdn­ ingarmiklari. Ímóti fríari gransking er ynskið um gagnnýtslu. Nyttan av almennari gransk­ ing kann økjast, um hon fylgir einum eftirspurningi, ið inniheldur vitan frá brúk­ arum av komandi gransk­ ingarúrslitum. Hetta kann skipast við at skapa ein kvasi- marknað, ið skapar kapping um ein part av almennu granskingarpengunum. Men fyri at fáa vitan um eftir­spurning skal játtan av hesum gransk­ingar­pengum decentrali­serast, og tað er neyvan politiskt væl dámt. Hetta verður eisini ein skipan ið er trupul at umsita, men er kortini nakað, ið eigur at verða umhugsað nærri, og møguliga eisini roynt við lítlum parti av granskingarjáttanunum í byrjanini. Almennir stovnar, ið eru so stórir, at gransking kann geva teimum úrtøku, kunnu fáa eina játtan sum einans kann brúkast til gransking. Treytir eiga sjálvsagt at fylgja við sum tryggja, at pengarnir ikki verða brúktir at fylla onnur hol við, t.d. at pengarnir skulu brúkast uttanfyri stovnin. Ein slík skipan vil við­ virka eina leypandi til­lag­ ing av almennum gransk­ ingarøkjum, so tey fylgja tí tørvi sum er í samfelagnum, m.a. ikki minst hjá almennu fyrisitingini. Innihald í eini granskingarstrategi Búskaparráðið spyr í síni temafrágreiðing fyri 2005, hví so lítið verður granska í privata vinnulívinum. Teir meta at tað er eitt tekin um at Føroyar eru aftanfyri í tøkniligu menningini. Men um búskaparráðið hevur rætt, so vil ein avleiðing av øktari almennari gransking væntandi verða, at eisini vinnugranskingin fer at økj­ ast við tíðini. Hesa avleiðing hevur visjónsbólkurin helst eis­ ini hugsað, tá man hevur valt at samansjóðað al­­ menna og privata gransk­ ing í ein bygnað, men sam­ ansjóðingin er ikki neyðug fyri at fáa hesa effekt. Markið millum grund­ gransking og vinnugransk­ ing er sum nevnt flótandi. Meira grundgransking vil skapa øktan vitanarførleika og meira almenn gransk­ ing vil hækka gene­rella vitanarstøðið i sam­felag­ num. Bæði hesi vilja mest sannlíkt økja privatu vinnu­ granskingina, tí við øktum førleika og vitanarstøði ger­ ast fleiri vinnu­granskingar­ møguleikar, og hesir vilja eisini gerast meira sjónligir enn í dag. Økingin í almennu og grundgranskingini kann skjótt og bíliga gerast við stórari útbygging av Fróð­ skaparsetrinum, nógv størri játtan til Gransk­ingarráðið og eini fleirfalding av talinum av ph.d.-játtanum. Serliga ein øking av ph.d.- játtanum eigur at prioriterast, gjøgnum Fróðskaparsetrið ella Granskingarráðið, tí so fáa vit samstundis stórt tal av ungum granskarum, ið kunnu vera mobilir, og fleiri kunnu halda fram í vinnulívinum. Í staðin fyri at saman­ sjóða almennu og privatu granskingina í ein fastan bygnað, so kann man fáa skjóta vitanarspjaðing við at stimbra samstarv millum almennar gransk­ingar­ stovn­ar og vinnufyritøkur sum vilja granska. Mangir hættir eru at gera hetta, men man má alla tryggja, at bland ikki kemur í áhuga­ málini hjá pørtunum, so tað fer at virka sum ein vinnustuðulsskipan. Eitt sum kann økja sam­ starv millum almenna og privata gransking er um man fær gjørt granskara­ arbeiðs­marknaðin meira fleksiblan, soleiðis at gransk­arar í einum sektori ofta hava royndir við og tí vitan um gransking í øðrum sektorum. Hetta kann sjálv­ sagt koma eitt sindur í karambo­lasju við verandi løntakara­rættindi hjá granskarum, men tað eigur at bera til við lagaligheit. Tað sum er lýst omanfyri eru tiltøk, ið ein national granskingarstrategi eigur at umfata, og er ikki nakað kollveltandi nýtt. Tað er tað sum flest øll lond gera, og nakað sum eisini virkar har. Um tað virkar í Føroyum eisini hava vit ikki prógv fyri, men tað hevur ongantíð verið roynt. Og tað er helst har hund­ urin liggur grivin! Man hevur ongantíð trúð uppá gransking og at hon kann geva úrtøku. Nú skundar man sær at rætta uppá henda skeivleika, men ger sær ikki neyðugan ómak at kanna, hvussu úrtøkan er mest møgulig. Tað er gott at royna at finna styttri leiðir til úrtøku, men man má ikki loypa um at fáa avgerandi fortreytir upp á pláss. Tað er ikki nakað serføroyskt, at man roynir finna slíkar leiðir, og at man ofta gloymir neyðuga forarbeiðið. Danska globali­ seringsstrategiin og hátekno­ logiski fondur­in eru dømi um, at politiski og fyri­ sitingarligi myndugleikin ikki høvdu hugsað seg nóg væl um í fyrsta útspæli, men viðgerðin fekk útspælið hjá stjórnini aftur á beint. Nøkur granskingarøki Ein støðug útbygging av almannaøkinum fer fram, men eingin gransking av týdningi fer fram á hesum øki. Við lítlari orku í fyri­ sitingini verður úrslitið sjáld­an annað enn at seta í verk dýrar danskar skip­ anir við minimalari tillag­ ing. Og eingin gransk­ar í avleiðingum av almanna­ skipanum heldur. Pláss skuldi verið fyri eini deild við sosialgransking á Fróð­ skaparsetrinum. Fyribils Pisa-kanningin vísti, at føroyski fólkaskúlin ikki gevur nóg góð úrslit. Men í Føroyum er eingin pedagogisk gransking yvir­høvur, og hevur ikki verið í mong ár heldur. Har er nógv at taka tríva í. Smáir bygdaskúlar, fleiri floksstig í somu undir­ vísing, sosialur arvur, havn­arskúlar samanbornir við provinsskúlar, lærarar útbúnir í Føroyum ella utt­an­lands. Henda gransk­ ing kundi givið skúla­fyri­ sitingini nógva vitan, og eina læraraútbúgving, sum er betur egnað til før­ oyska fólkaskúlan. Gransk­ ingarskylda skal áleggjast øllum fastsettum lærarum á Læraraskúlanum sum ein byrjan. Vitanin um búskapar­ frøði er alt ov lítil í Før­ oy­um. Tað hava almenn­ ar viðmerkingar til frá­ greiðingarnar hjá Búskap­ arráðnum og óteljandi álit hjá Vinnumálaráðnum víst. Antin eigur ein deild við búskaparfrøðiligari gransking at vera stovnsett á Fróðskaparsetrinum, ella eigur gransking at tak­­ast við í útbyggingina av Hagstovuni, um tað er við eini sam­an­legging við Lands­­bank­an ella ei. Løgfrøðilig gransking er eingin av í Føroyum. Tilmælið um økta løgfrøði­ liga gransking eigur at verða fylgt sum skjótast. Umframt tey nevndu yvir­ordnaðu almennu gransk­ingarøki, sum tað er átrokandi at uppprioritera sum heild, so kunnu her nevnast nakrir spurningar, sum kunnu setast almennu granskingini: Hvørja ávirkan hevur globaliseringin á ymisk landafrøðilig, demografisk og samfelagslig øki av Føroyum, og hví eru hesir munir? Hvørja ávirkan hevur blokkstuðulin á vinnu­menningina? Verða sam­kynd forfylgd í Føroy­ um? Virkar føroyski ar­beiðsmarknaðurin øðrvísi enn aðrir arbeiðsmarknaðir, og hvussu nógv er hann samansjóðaður við teir í grannalondunum? Í hvønn mun verða mongu nýggju samkomurnar brúktar av leiðarum at byggja sær vald í samfelagnum og vinnulívinum? Var bú­skapar­kreppan í 80unum ein avleiðing av føroysku mentanini? Eru somu fortreytir fyri býti millum alment og privat í Føroyum sum í øðrum londum? Tey dømi her verða nevnd, eru ikki ein fullfíggjaður listi, og heldur ikki ein prioritering, men einans ein roynd at vísa á at nóg mikið er at velja ímillum. Gransking í øllum nevndu evnunum hava almennan áhuga, og eigur tí at verða alment fíggjað, men um úrslitini verða brúkt, kann tað fáa beinleiðis gagnliga ávirkan á menningina av vinnulívinum. OPEC skerjir framleiðsluna Í farnu viku boðaði OPEC frá, at framleiðslan av olju í limalondunum nú verður skerd við 1,2 mió tunnum um dagin. Røddir eru frammi um, at framleiðslan verður skerd enn meira, og fyribils tykist hetta hava skapt eina varna príshækkan á oljuni. Prísurin á ráolju er annars farin niður um $ 60 fyri tunnuna á bæði Bloomberg og Brent vísitølunum, men seinastu tíðindini úr OPEC trýsta nú prísin uppeftir. Nokk at gera á Jarðfeingi Hóast tað ikki gjørdist til eitt oljufund hesaferð heldur so hava fólkini hjá Jarðfeingi úr at gera kortini, nú meðan bíðað verður eftir at farið verður undir 6. boringina á landgrunninum næsta summar. Uppgávan hjá Jarðfeingi fevnir eisini um orkusektorin sum heild, og í løtuni eru fólkini á Jarðfeingi við at leggja seinastu hond á eina frágreiðing til landsstýrisnmannin í orkumálum, Bjarna Djurholm um framtíðar orkupolitikkin, har eitt nú spurningurin um alternativar orkukeldur er partur av frágreiðingini. Sum skilst verður frágreiðingin latin landsstýrismanninum í næstu framtíð. og nýskapan” í 2015