Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 220 - 14. november 2006 vinnusíðurnar Her fyri skipaði Føroya Handilsskúli fyri einum starvs­fólka­ degi á Hotel Føroyum. Ovast á breddanum stóð eftirmeting, og til at greiða nærri frá hesum, hevði Handils­skúlin bjóðað kenda professaranum Charles Juwah henda vegin EFTIRMETING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tá Føroya Handilsskúli her fyri tók stig til at seta “eftirmeting” sum høvuðs­ evnið til starvs­fólkadag teirra, var tað ikki tí, at tey meta at eftirmetingin á skúlanum í dag er ov vánalig. Tað er ikki teirra fatan, men tey tó sannførd um, at eftirmetingin altíð, sum alt annað, kann bøtast og gerast betri. Tað staðfesti stjórin á Føroya Handilsskúla, Reidar Nónfjall fyri Sosialinum á eftirmetingardegi skúlans. – Tað er ikki tí, at vit halda, at vit gera eitt vánaligt eftirmetingararbeiði, men vit ynskja at gera eftirmetingina á skúlanum upp aftur betri, staðfesti stjórin á Føroya Handilsskúla. Hann segði, at fert tú í ein rættarsal og sær grund­gev­ ingarnar fyri teimum dóm­ um, sum verða feldir har, so er í rúgvu vís at pappírum, sum siga akkurát hvat og hvussu tingini hanga saman. Tað er tó ikki heilt í hesum banum, at tey á Føroya Hand­ils­skúla hugsa í mun til eftirmeting, men tey vilja gjarna hava, at næmingarnir fáa grundgevingar, góðar grundgevingar, fyri tað, teir verða dømdir í. Eisini er tað skúlans ynski, at fáa gera eftirmetingar til ein meiri natúrligan part av lærutíðini, og í hesum sambandi var tað, at Føroya Handilsskúli hevði bjóðað Charles Juwah henda vegin, og Sosialurin hitti skotska professaran til eitt prát um tankar hansara um eftirmetingar. Virðisleys undirvísing – Eg haldi, at undirvísing og læra uttan eftirmetingar er virðisleyst, tí eftirmetingar geva næminginum møgu­ leikan at vita tað, hann veit, tað hann ikki veit og tað sum hann hevur fyri neyðini at menna, heldur skotski pro­ fess­arin. Charles Juwah er sann­førd­ ur um, at eftirmeting eigur at vera ein natúrligur partur av undirvísingini og frálæruni á skúlum. Hann staðfestir tó samstundis, at hetta als ikki er støðan allastaðni, men tað hevur hann í hyggju at broyta. – Eftirmetingar vísa seg ofta at vera ein trupul­ leiki hjá næmingum í dag. Næmingurin ræðist eftir­met­ ing, men hetta ynskja vit at broyta. Okkara fatan er, at eftirmeting átti at eggjað næminginum og givið hon­ um avbjóðingar, og gjørt hann føran fyri at menna týdningarmiklar eginleikar og førleikar, staðfestir Charl­ es Juwah, sum í hesum saman­hanginum eisini trívir í enska hugtakið “lifelong learners”. – Í dag er lítil dugur í, um tú bara lærir meðan tú lesir. Vit mugu duga at læra alt lívi. Tað er ein virðismikil eginleiki í dag, sigur Charles Juwah. Eftirmeting valdast Eftirmeting er týdningar­ mikið, men tað er minst líka týdningarmikið er, at eftirmeta rætt. – Tað er sera ymiskt frá mentan til mentan, hvussu tey praktisera eftirmetingar. Onkrastaðni síggja vit, at eftirmetingar er tann parturin av frálæruni sum fyllir mest, men tað er heldur ikki rætt, slær skotski professarin fast. – Eftirmeting má ikki verða tann parturin, sum fyllir mest, tí so køvir hann meiri enn nakað annað. Eftirmeting skal hjartað í undirvísingini, men ikki tann dominerandi parturin, vísir Charles Juwah á. Tí, sigur Charles Juwah eisini, hvussu týdningarmikið og gevandi tað er, at greiða øðrum frá royndum teirra við eftirmetingum, og at hoyra onnur greiða frá sínum royndum. – At skifta um royndir við eftirmetingar-arbeiðs­hætt­ um er týdningarmikið, sigur Charles Juwah, tí so­leiðis kunnu vit læra av roynd­ unum hjá hvørjum øðrum. Skjóta okkum sjálvi Skotski professarin vís­ir eisini á, at tað ikki bara eru næmingar, sum hava trup­ ulleikar við eftir­metingum ella ræðast tær. – Í dag eru tað langt frá allir lærarar, ið kenna seg tryggar við tankan um eftir­ metingar. Men um vit lærarar látast sum um, at vit ikki síggja týdningin av hesum, so er tað tað sama sum, at skjóta okkum sjálvar í fótin, staðfestir Charles Juwah at enda, og sipar til, at tá er tað ikki bara næmingurin, sum missir okkurt, men eisini lærararin, og ongin fær nakrantíð at vita, um hvat kann bøtast og hvat er gott. Eftirmeting sum hjartað í frálæruni Ikki í Suðuroy Í síðstu viku kom fram, at Delta Seafood hevur ilt við at fá reinskerarar til virkið í Skopun, men soleiðis ner ikki hjá virkjunum, sum felagið hevur í Suðuroy. Sambært Magnusi Jespersen, virkisleiðara tørvar felagnum kortini reinskerarar til virkið í Hvalba, men orsøkin er, at teir finnast ikki, sigur hann. Virkisleiðarin vísir á, at tað ber ikki til at taka fólk uttan av gøtuni inn at reinskera, tí arbeiðið krevur ein ávísan førleika. Eftir akademikarum Tey seinastu árini hava teir donsku bankarnir havt ilt við at fáa starvsfólk við tí neyðuga førleikanum og at halda tey í arbeiði. Men nú hava bankarnir lagt á annan bógv. Í einum rættiligum átaki hava teir søkt eftir fólki við akademiskum útbúgvingum, og við at bjóða umsøkjarunum serliga góð viðurskifti hevur tiltakið borið ávøkst, sigur TV2. Tað eru serliga løgfrøðingar, búskaparfrøðingar og verkfrøðingar, sum hava áhuga. Charles Juwah, doktari, er leiðari fyri „Útbúgving og menning“ og er rektari fyri læru- og undirvísingaravdeilingina á Robert Gordon Universiteti í Aberdeen. Umframt hetta, hevur hann ábyrgdina fyri læru- og menningarpartinum av CELT og arbeiðir hart fyri menning av starvsfólkum - bæði innanfyri undirvísing og akademi. Charles Juwah er leiðari av útbúgvingini „Master of Arts Higher Education Learning and Teaching“ og PhD í „Educational Development“. Dr. Charles Juwah hevur granskað nógv og hevur eisini vunnið virðislønir fyri persónligari stremban. FAKTA – Tað er ikki tí, at vit halda, at vit gera eitt vánaligt eftir­ metingar­arbeiði, men vit ynskja at gera eftirmetingina á skúlanum upp aftur betri, sigur Reidar Nónfjall Mynd: Jens Kristian Vang – Eftirmeting má ikki verða tann parturin, sum fyllir mest, tí so køvir hann meiri enn nakað annað. Eftirmeting skal hjartað í undirvísingini, men ikki tann dominerandi parturin, sigur Charles Juwah Mynd Rólant Waag Dam