týsdagur 14. november 2006síða 45
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 220 - 14. november 2006
Føroya Tele er samtak vi› Mó›urfelag, FT Net, FT Samskifti og Televarpinum. Í samtakinum eru 235 starvsfólk vi›
sera fjølbroyttum útbúgvingum og royndum.
Á Føroya Tele taka vit ikki dagar ímillum ættarslag, hú›arlit, tjó›skap og etniskan uppruna, trúgv ella kynsliga
sannføring.
"Tá ið eg eygleiði meg
sjálvan og mín hugsunarhátt,
má eg viðganga, at mínar
hugflogsgávur hava havt
meira at siga fyri meg enn
evnini at nema nýggja vitan"
- Albert Einstein
Starvsfólk til Starvsfólkadeildina
á Føroya Tele
Til Starvsfólkadeild okkara søkja vit eftir
einum fólki, sum saman við verandi
manning skal menna fyritøkuna at taka
móti teimum avbjóðingum á starvs-
fólkaøkinum, sum nútíðar og framtíðar
marknaður og menning krevja.
Starvsfólkadeildin á Føroya Tele telur í
løtuni tvey starvsfólk, sum í tøttum sam-
starvi við lønarbókhaldið og stjórnar-
skrivstovuna avgreiða øll starvsfólka-
viðurskifti á Føroya Tele. Eisini er
Starvsfólkadeildin virkin í tilgongdum og
verkætlanum ymsa staðni í fyritøkuni.
Starvið er stápsfunktión hjá stjóranum í
Móðurfelagnum og er skipað undir
leiðaranum á Stjórnardeildini.
Vit ímynda okkum, at tann, ið verður
sett/-ur skal:
• hava viðkomandi útbúgving, grundaða
á leiðslu og tað "at handfara fólki" –
sjúkrarøktarfrøðingur, lærari, sosialráð-
gevi, HD í leiðslu og fyriskipan, cand.
merc. í HRM, NLP-coach ella líknandi
• kenna seg væl við at standa framman-
fyri nógvum fólkum – bæði veruligt og
tykisligt
• førur fyri at bera fram ein greiðan
boðskap – bæði munnliga og skrivliga
• kunna taka sjálvstøðugar avgerðir og
seta tær í verk
• duga væl við fólki
Eisini má viðkomandi vera til reiðar at
útbúgva seg í mun til krøv og ynski hjá
Føroya Tele.
Arbeiðið umfatar:
• hugskotsgeving og coaching, herundir
HR-menning av starvsfólki og leiðarum
• umsiting av sáttmálaviðurskiftum
• gerð, umsiting og tulking av innan-
hýsis politikkum
• handfaring av setanum og uppsagnum
• vanligt skrivstovuarbeiði í samband við
starvsfólkaviðurskifti
Setanarviðurskifti og løn verða ásett
eftir avtalu.
Neyvari upplýsingar fáast við at venda
sær til Djóna Dalsgarð á
Starvsfólkadeildini, tel 303030.
Umsóknir skulu vera FøroyaTele í hendi í
seinasta lagi mánadagin 30. november
2006 og skulu sendast til:
Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postrúm 27
110 Tórshavn
´
Sankta Frans skúli
Varðagøta 10 · FO-100 Tórshavn
Tlf. 302530 · Fax 302531
www.skulin.fo/fra
Lærarastarv í
Sankta Frans skúla
Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv
frá 15. januar til 30. juni 2007 fyri lærara í
barnsburðarfarloyvi umframt at lesa nakrar
avlopstímar.
Starvið er fulltíðarstarv og eru lærugreinirnar:
Søga og danskt í 5. flokki, rokning í 1. flokki og ítrótt
í 7. flokki. Harumframt avlopstímar í smíð í 5. og 6.
flokki.
Søkt verður eftir lærara, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar
skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði
skúlans
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er fúsur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í
skúlanum
• er við til áhaldandi at menna skúlan
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1-27.4.
sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við avrit av prógvi, CV og møguligum
viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í sein-
asta lagi týsdagin 28. november 2006 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið hjá Selmar Jacobsen,
skúlastjóra, á telefon 302532 ella 220716.
Í Sankta Frans skúla eru 340 næmingar í forskúla til 7. flokk.
Í skúlanum starvast 30 lærarar. Skúlin hevur ein lærarahóp,
ið fakliga røkkur víða og arbeitt verður alsamt við at menna
skúlan.
lýsingar