Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr. 28 - 10. februar 2000 16 tíðindablaðið sosialurin Nr. 28 - 10. februar 2000 út at koyra Astra met sølu í Europa Opel/Vauxhall Astra vóru væl umtóktir bilar í Europa í 1999, har teir høvdu eina metstóra sølu uppá 745.000 bilar á vestur- og miðeurop- eiska marknaðinum, har sølan vaks við 18,2% síðan 1998. Eisin vóru Opel/ Vauxhall Astra Wagon mest seldi stationvogn- ur í Europa í 1999. 63 føroyingar keyptu sær ein Astra í 1999. Pick- upar væl um- tóktir í USA Pick-upar ella smærri lastbilar eru betur um- tóktir enn persónbilar í USA. Í 1999 vóru 53% av øllum nýggjum bilum smáir lastbilar, men tað er sera sjáldan at nakað er í lastini. FDM/Motor Eisini Jeepar Tað verða eisini seldir nógvir bilar við trekk á øllum fýra hjólunum, Jeepar og Pick-upar í USA. Ein nýggj kann- ing vísir, at umleið 10% av øllum fýrahjóls- trekkjarum í USA koma út fyri at koyra á vegi, sum ikki er asfalt- eraður. FDM/Motor Renault Avan- time Renault kemur ætlandi við einum stórum nýggjum bili í ár. Hesin Avantime líkist einari blanding av coupé og stationvogni. Fyrsta út- gávan verður við einum 3.0 motori við 210 hk, seinni kemur ein 2.0 motorur við 140 hk. FDM/Motor Opel bilar við svenskari trygd MAGNUS GUNNARSSON Saab bilverksmiðjan í Svør- íki uppfann »aktivu nakka- pútana«, sum er í Saab bil- unum, og nú verður stand- ardútgerð flestu Opel bilu- num. Hetta er ein nakkapúta, sum í einum samanstoyti flytur seg upp og framyvir móti høvdinum hjá teimum, sum sita í bilinum. General Motors keypt Saab General Motors í USA hev- ur júst nú boðað frá, at teir hava keypt seinasta helm- ingin av partabrøvunum í Saab Automobile, og at tann »aktiva nakkapútan« verður standardútgerð á teimum nýggju Opel bilunum av slagnum: Astra, Vectra, Omega, Zafira og Flexivan, eins og á øllum Saab bilu- num. Endamálið við hesi nakk- apútu er at minka um vand- an fyri skaða, tá bilurin verður ákoyrdur aftanífrá. Teir alsamt vaksandi skaðar á háls og rygggeislar koma av tí økta talinum av samanstoytum aftanífrá, sum er ein beinleiðis avleið- ing av tættleikanum í ferðsl- Av tí at nakkapútan er bygd á einfaldan mekanik, er hon beinanvegin klár til næsta stoytin. Tað kann koma væl við í einum harmonikusamanstoyti, har ein ákoyring kann blíva til fleiri uni í Europa. Tey seinastu 30 árini er talið av skaðum á háls- og rygggeislar tvífaldað. Hesar »aktivu nakkapútur« eru eitt stórt stig tann rætta vegin. Skaðar á hálsin, nakkan og rygggeislar enda ofta við álvarsamari pínu hjá sjúkl- inginum, og krevur dýrar og langar viðgerðir. Beinanvegin klár til næsta stoytin Nakkapútan er mekanisk og er beinanvegin klár til næsta stoytin, við til dømis ein harmonikusamanstoyt, tá lyftur pútan seg 2 cm. upp- eftir og góðar 6 cm inn í- móti høvdinum. Nú eru tað ikki øll, sum koyra í einum nýggjum Saab ella Opel, men á flestu bilum kunnu nakkapúturnar stillast. Tá er rætt at stilla púturnar á hædd við høvdið, og um tær kunnu stillast framyvir, so eisini fram ímóti nakkanum. Eitt gott og stuðlandi bil- setur við nógvum møgu- leikum at stilla inn, er ein týdningarmikil partur av trygdarútgerðini í einum bili. Kelda: Berlingske Tidende SAAB bilverksmiðjan í Svøríki hevur ment eina sera framkomna nakka- pútu, sum við at trýsta seg upp og fram bjargar nógvum skaðum á rygg og háls - serliga tá talan er um harm- onikusamanstoytir. Pútan verður nú standardútgerð í fleiri Opelbilum Aktiva nakkapútan hjá SAAB... ...verður nú standar í fleiri Opelbilum út at koyra Broyttur Toyota Corolla við nýggjum motori MAGNUS GUNNARSSON Leygardagin 5. februar var framsýning av nýggjasta Toyota Corolla í bilhøllini hjá Reyni Service í Hoyvík, har Fragd & Fimi eisini skipaði fyri eini kapping fyri sterkar menn. Síðani seinasti Corolla kom á marknaðin, hevur tað verið ógvuliga ymiskt, hvat fólk hava hildið um útsjónd- ina á bilinum framman. Nú er fronturin á nýggjastu Cor- olla bilunum broyttur, so at hann líkist meira Avensis at síggja til, og verður ein bilur, sum flest øllum fer at dáma. Multi Informa- tiónssystem Innan eru eisini broytingar gjørdar. Setrini eru betri at sita í og stuðla væl, og alt er sum vanligt lætt at handfara. Trygdin í nýggja Corolla bilinum er á høgum støði. Bilurin hevur dupultairbag, síðuairbag, ABS-bremsur við EBD (Elektronic Brake force Distribution), sum er ein elektronisk stýring av bremsukraftini millum hjól- ini. Eisini hevur bilurin eitt »multi-informatiónssyst- em« við upplýsingum um miðalbensinnýtslu, miðal- ferð og stýring av radio o.a. Nýggjur VVT-i motorur Motorarnir eru heilt nýggir við variablum ventilstýr- ingum, sum Toyota kallar VVT-i teknologi. Úrslitið er ein motorur við meira kraft, brúkar minni og dálkar minni. Motorurstøddin er eisin Corolla Motorar: 1.4 ccm 4 syl 16 V 97 hk. 1.6 ccm 4 syl. 16 V 100 hk. 0-100 km/t 11.8 sek. (1.4 motorur) 10.0 sek. ( 1.6 motorur) Trekk: Framman Dekkstødd: 165/70-14 (Natura) 175/65-14 (Terra & Sol) Bremsur: Skivur framman og aftan Bensinnýtsla: 1.4 ccm. 14.7 km/l 1.6 ccm. 14.3 km/l Vekt og stødd: Hb 3/h Lb 5/h Sedan Eginvekt: 1.4 ccm 1050 kg 1075 kg 1025 kg. 1.6 ccm 1075 kg 1100 kg 1050 kg. Totalvekt: 1.4 ccm 1575 kg. 1575 kg. 1575 kg 1.6 ccm. 1625 kg 625 kg. 1625 kg. Viðførisrúm: 281 l 372 l 390 l Longd: 412,0 cm 429.0 cm. 431.5 cm. Breidd: 169.0 cm 169.0 cm 169.0 cm. Hædd: 138.5 cm. 138.5 cm. 138.5 cm. Vekt og stødd: Hatchback 3/h Liftback 5/h Sedan Eginvekt: 1.4 ccm 1050 kg 1075 kg 1025 kg. 1.6 ccm 1075 kg 1100 kg 1050 kg. Totalvekt: 1.4 ccm 1575 kg 1575 kg 1575 kg 1.6 ccm 1625 kg 1625 kg 1625 kg. Viðførisrúm: 281 litrar 372 litrar 390 litrar Longd: 412,0 cm 429.0 cm 431.5 cm. Breidd: 169.0 cm 169.0 cm 169.0 cm. Hædd: 138.5 cm 138.5 cm. 138.5 cm. Prísir: 1.4 ccm Natura kr. 144.000 kr. 154.400 kr. 152.400 1.6 ccm Terra kr. 156.400 kr. 166.400 kr. 164.400 1.6 ccm Sol kr. 164.400 kr. 174.400 kr. 172.400 Søluumboð: P/F Reyni Service Vegurin langi FO-188 Hoyvík telefon: 313040 broytt, við tað at tann minsti nú er 1.4 ccm. við 16 ventilum og 97 hk., fyrr var 1.3 motorurin tann minsti. 1.6 motorurin við 16 ventilum hevur 110 hk. Seinni í ár kemur ein nýggj- ur dieselmotorur. Undirvognurin er strammaður upp, og koyri- eginleikarnir eru munandi betri. 12 ára garanti Bilurin fæst í trimum útgáv- um, hvat útgerð viðvíkur: Natura, Terra og Sol. Stand- ard útgávan er Natura, við m. a. servostýring forlykta- vaskara og »multi informa- tiónsdisplay«. Tann næsti er Terra við hita í síðuspeglunum, sen- trallási, el-síðurútum framman. Tann fínasti er SOL við aircondition, fjarstýrdum sentrallásum, el-síðurútum framman og aftan, velour- setrum og tokulyktum framman. Corolla er ein dygdargóð- ur bilur við trý ára garanti uppá teir mekanisku lutir- nar, 3 ára lakkgaranti og 12 ára garanti móti gjøgnum- tering av skrokkinum. Altíð hevur Corolla verið væl móttikin, og Toyota hevur síðan 1966 framleitt yvir 23 milliónir Corolla bilar. Teldan í bilinum vísir m. a. miðalbensinnýtslu, miðalferð o. a. Nú er fronturin á nýggjastu Corolla bilunum broyttur, so at hann líkist meira Avensis Myndir: Álvur Haraldsen