Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 222 - 16. november 2006 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Tá ið ellis- og røktar­ heimið í Vági er liðugt, verður skuldin hjá Vágs Kommunu 53,3 milliónir og ikki 73 milliónir, sum landsstýrið upplýsir Ellis-og Røktarheim og kommunuskuld Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta gevur ein heilt skeiva mynd av veruleikanum. Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, harmast um, at teir upplýsingar, sum eru komnir fram í seinastuni um fíggjarligu støðuna hjá Vágs Kommunu, eru heilt misvísandi. Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður, hevur lagt upp­ skot fyri Løgtingið um at veita kommunum í syðru helvt í Suðuroy rentufrítt lán til at byggja ellis-og røktarheim. Men í upplýsingunum, hann leggur fyri Løgtingið, verður víst á, at Vágs Komm­ una skyldaði 56,5 milliónir á nýggjárinum í fjør. Lánið, sum tað verður neyðugt hjá kommununi at taka í sambandi við ellis-og røktarheimið, er 16,5 milliónir og sostatt kemur landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsu­mála­ ráðnum til ta niðurstøðu, at tilsamans verður skuldin hjá Vágs Kommunu 73 milliónir tilsamans, tá ið avtornar. Púra misvísandi Men Kirstin Strøm Bech staðfestir, at hetta er púra misvísandi. Tað er rætt, at skuldin á nýggjárinum var 56,5 milli­ ónir. - Men vit betala avdráttir hvørt ár. Samstundis fara tað at ganga eini trý ár til ellis-og røktarheimið er liðugt, so gongur eftir ætlan, verður tað ikki liðugt fyrrenn í 2009. Og tað er ikki fyrrenn tá, at vit skulu byrja at betala avdráttir av láninum til ellis-og røktarheimið. Kirstin Strøm Bech sigur, at á nýggjárinum í 2009 er skuldin hjá Vágs Kommunu sostatt komin niður á 36,8 milliónir. Og tá ið lánið til ellis- og røktarheimið er 16,5 milliónir, verður skuldin hjá Vágs Kommunu 53,3 milliónir tilsamans og ikki 73 milliónir, sum lands­stýr­ ið upplýsir. Sostatt hevur landsstýrið ásett skuldina 19,7 milliónir ov høgt. Hetta merkir, at táið komm­unan byrjar at be­tala lánið til ellis- og røktarheimið aftur í 2009, verður kommunuskuldin tilsamans lægri enn hon var á nýggjárinum. Vit hava eisini frætt frá øðrum kommunum í syðru helvt í Suðuroy, at har er sama støða galdandi, tí eisini tær betala skuld aftur og tí verður teirra skuld munandi lægri enn tað, sum landsstýrið hevur upplýst. Góð íløga Annars heldur Kirstin Strøm framvegis, at tað er rætt at byggja ellis-og røktarheimið í Vági, hóast kanningar vísa, at eldri helst vilja vera heima. - Vit vóna øll at vera frísk og ferug á ellisárum. Men vit vita eisini, at bakkast kunnu føra til, at vit ikki vera tað og tað er so skjótt at verða bundin av røkt, kanska alt samdøgurið, og tað eru tað mong, sum eru. - Sostatt er framvegis stórur tørvur á ellis- og røkt­arheimum, tí eg haldi, at tað er veruleikafjart, at heimarøktin verður so nógv ment, at hon kann vera um fólk 24 tímar um døgnið heima hjá teimum sjálvum. Hon vísir eisini á, at í okkara grannalondum fóru tey frá at útvega røktarpláss, tí tey eldru skuldu vera heima í egnum bústaði, men nú eru tey aftur farin at byggja røktarheim, tí tað er veruleikafjart at tað ber til hjá øllum at vera í egnum bústaði, tí hjá mongum ber tað ikki til. Samstundis eru tað eisini eldri fólk, sum føla seg tryggari á einum heimi, enn í egnum húsum. Borgarstjórin í Vági ivast heldur ikki í at taka lán til at byggja eitt slíkt heim fyri. - Eg haldi ikki at tað er ábyrgdarleyst. Annars hevur Vágs Kommuna hevur tikið lán til endamál, sum vit ikki hava fingið so nógva nyttu burturúr higartil, tó at eg vóni at nyttan kemur. Tað hava vit ikki hoyrt eitt kis um. Hinvegin verður eitt ellis-og Røktarheim grundarlag fyri einum 40- 50 arbeiðsplássum, so tað er ein góð íløga, leggur hon afturat. SMY RIL LINE · J. BRONCKS GØTA 37 · POSTSBOKS 370 · FO-110 TÓRSHAVN TLF +298 34 59 00 · FAX +298 34 59 50 · BOOKING@SMYRIL-LINE.FO Gerið kvettið – kom við Norrönu jólatúr til Inverness 4.-6. desember. Í Inverness er úrvalið stórt – og prísirnir sera lágir. Smyril Line syrgir fyri, at tú kemur til tey mest áhugaverdu innkeypsstøðini. Umborð á Norrönu hava vit hópin av góðum jólatilboðum. Eisini er góður jólamatur og dansur hvørt kvøld. Men skundi tykkum – tí tey fyrstu fáa bestu pláss ini. Sí meira á www.smyril-line.fo Fyri hvønn bert * Íroknað kostnaðinum er ferðin fram og aftur við Nor- rönu. Prísurin er ikki galdandi fyri svitu og luksuskømur. Olju- og avgreiðslu gjald er írokn að kostnað inum. Tilboðið er treytað av at pláss er umborð á Norrönu á nevnda túri. 680*,- FERÐAÆTLANIN ER HENDAN: Havn Koma Fráf. Dagur Tórshavn – 14.00 Mán. 4. des. Invergordon 08.00 16.00 Týs. 5. des. Tórshavn 09.00 – Mik. 6. des. Kostnaður fyri bussin er kr. 100,- fyri hvønn fram og aftur . Misvísandi tøl um skuld hjá Vágbingum Hendan talvan vísir gongdina í kommunuskuldini í Vági tey næstu árini. Í 2009 verður skuldin 36,8 milliónir, men tá koma 16,5 milliónir afturat í láni til ellis-og røktarheimið og tá verður skuldin tilsamans 53,3 milliónir. Tí er tað skeivt, tá ið landsstýrið sigur, at skuldin verður 73 milliónir, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri Ár Skuld 2007 46,4 2008 41,6 2009 36,8 2010 33,6 2011 30,4 Eg dugi ikki at síggja annað, enn verður ein flogvøllur gjørdur afturat í Føroyum, verður vøllurin í Vágum afturlatin. Finnbogi Niclasen, stjóri á Flogvøllinum