hósdagur 16. november 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 222 - 16. november 2006
lýsingar
Frítíðarheimið í Skrivaragøtu
Farloyvisstarv fyri
leiðara
til Frítíðarheimið í Skrivaragøtu 5,
100 Tórshavn
Søkt verður eftir leiðara til Frítíðarheimið í
Skrivaragøtu 5, til setan 1. desember ella skjótast
gjørligt og fram til 1. august 2007.
Frítíðarheimið er eitt umlættingarstovnur fyri børn,
ung og eldri, sum búgva heima og hava menningar-
og/ella rørslubrek. Pláss er fyri 5 fólkum umframt
eitt bráðfangis umlættingarpláss.
Sum leiðari kemur tú at m.a. at hava
• pedagogiska ábyrgd
• fyrisitingarliga ábyrgd
• fíggjarliga ábyrgd
• starvsfólkaleiðslu
• samstarv við avvarandi
• samstarv við aðrar stovnar
Dentur verður lagdur á:
• at tú hevur góð samstarvsevni
• opin fyri nýhugsan
• at tú dugir, og hevur áhuga í at arbeiða við fólki,
ið hava serligan tørv
• hevur hugflog og dugir at leggja til rættis og at
samskipa
Frítíðarheimið er ein sjálvsognarstovnur, hvørs
ovasta leiðsla er eitt fimmmanna stýrið.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og er lønt eftir
stig 24 til 29 í sáttmálanum fyri pedagogar.
Freistin at søkja er 24. november 2006.
Um tú vilt vita meir um starvið, ert tú vælkomin at
tosa við Jónu Johansen á tlf. 313353 ella 213353.
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum
verður at senda til:
Frítíðarheimið
Att.: Stýrið
Skrivaragøta 5 · FO-100 Tórshavn
Telefon: 313353 · Telefaks: 319839
Teldupostur: friskriv@serforsorg.fo
Skattalistin
fyri 2005
liggur frammi til alment eftirlit í gongini á
kommunuskrivstovuni í døgunum 20. november
til 4. desember.
Miðnámsskúlin
í Suðuroy
Frá 1. januar 2007 er eitt starv í tónleiki, 6,0 tímar
um vikuna, leyst at søkja.
Setan fer fram sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og Yrkisfelag Studenta- og HF lærara
(YF).
Umsóknin, á oyðublað frá YF, verður send til
Miðnámsskúlan í Suðuroy
Postboks 130
FO-900 Vágur
att. Ole V. Laursen, deildarleiðari
Tlf. 373622 · fax 374026
e-mail ole@midnam.fo
Umsóknirnar skulu vera skúlanum í hendi í
seinasta lagi 1. desember 2006.
E B E N E Z E R
Samfelagsstevnan 2006
Hesi tiltøk eru í Ebenezer:
Fríggjadagur 17. nov. kl. 10.00 ...... Uppbyggingarmøti
Fríggjadagur 17. nov. kl. 15.00 ...... Uppbyggingarmøti
Sunnudagur 19. nov. kl. 12.15....... Barnamøti
Hesi tiltøk eru í ítróttarhøllini á Hálsi:
Fríggjadagin 17. nov. kl. 20.00....... Evangeliskt møti
Fríggjadagin 17. nov. kl. 22.30....... »Opið hús«
Leygardagin 18. nov. kl. 16.00....... Uppbyggingarmøti
Leygardagin 18. nov. kl. 20.00....... Evangeliskt møti
Leygardagin 18. nov. kl. 22.30....... »Opið hús«
Sunnudagin 19. nov. kl. 16.00........ Uppbyggingarmøti
Sunnudagin 19. nov. kl. 19.00........ Evangeliskt møti
Deyvatulking verður á møtunum leygarkvøldið
kl. 20 og sunnudagin kl. 16 og 19.
Øll eru hjartaliga vælkomin til
samfelagsstevnuna 2006
www.ebenezer.fo
»Kenn Harran á øllum leiðum tínum«
Almen HUGNALØTA
verður á Svangaskarði leygardagin 18. nov.
2006 Kl. 16.00. Hanus Kamban hugleiðir um
Christian Ludvig Johannessen av Toftum,
– lærari og slóðari fyri føroyska málinum.
Fornminnisfelagið í Nes kommunu
Lesið
-so eru tit við!