Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-20, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 20. november 2006 33 tíðindi Skiftandi lands­ stýrismenn í fiski­ vinnumálum hava skúgvað sína skyldu til viks við ikki at gera kunngerð um gjøgnumskygni í sambandi við skipasølur Skipahandlar Árni Joensen arni@sosialurin.fo Í 1999 legði Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap. Orsøkin var, at landsstýrismaðurin vildi hava Tingið at broyta grein 7 í lógini, soleiðis at fiskimálastýrið kundi fáa heimild til við kunn­ gerð at fáa størri gjøgnum­ skygni í sambandi við fiskiskipaíløgur. Endamálið var at tryggja, at tað veruliga og ikki bara formliga vóru føroysk áhugamál, ið stóðu aftan fyri íløgur í fiskiskip. Eitt samt Løgting sam­ tykti at geva landsstýris­ mannninum heimild at orða eina tílíka kunngerð. Men hóast tað var lands­ stýrismaðurin, sum bað um heimildina og fekk hana, bleiv hon ikki brúkt. Har kom eingin kunngerð, og hon er ikki komin enn tann dag i dag. Tað hevur nú fingið Landsstýrismálanevndina at koma til ta niðurstøðu, at Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø hava ikki gjørt sína skyldu. Í sambandi við, at nevndin hevur kannað handilin við Krúnborg/Fagrabergi skrivar nevndin í sínari fyribilsniðurstøðu: ­ Landsstýsismálanevnd­ in metir tí, at landsstýris­ maðurin í fiskivinnumálum hevur skúgvað til viks sína skyldu sambært lógini um vinnuligan fiskiskap grein 7, stk. 6 at áseta treytir, ið kunnu tryggja, at endamálið við lógini verður nátt. Landsstýsiamálanevndin leggur áherðslu á á, at hóast øll eru vitandi um, at íløgupeningur í føroysk fiskiskip í alt størri mun verður fingin til vega við útlendskum lánspeningi, er kunngerðin ongantíð gjørd. Ikki eftirkannað Sambært lógarbroytingini frá 1999 fekk landsstýris­ maðurin heimild til at seta treytir um íløguførleika hjá teimum einstøku eigarunum aftan fyri íløgurnar, og soleiðis ”áseta treytir við­ víkjandi eginpeningi, parta­ peningi og ábyrgdarpeningi, herundir støddina av hes­ um í mun til íløguna, og íløguførleikan hjá eigara av fiskifari”. Landsstýsismálanevndin nevnir ikki, hvat skipakeyp hon hevur kannað, men tað er komið fram fyrr, at talan er um handilin við Krúnborg/Fagrabergi. Í fyribilsniðurstøðuni skrivar nevndin: ­ Felagið, ið landsstýris­ málanevndin hevur eftir­ kannað, hevur fingið so at siga allan sín íløgupening til fiskifarið til vega við útlendskum lánspeningi, umframt at eigararnir og leiðslan í felagnum hava bundið seg til at søkja góðkenning frá útlendskum lánsveitara, áðrenn avgerðir verða tiknar í øllum týðandi viðurskiftum. Nevndin er av teirri áskoðan, at eftirkanningin hjá Fiskimálaráðnum av eigara­ og avgerðarrætt­ indum í sambandi við skip, ið skifta eigara, er ikki egnað at veita trygd fyri, at reglurnar í lógini eru hildnar. Nevndin leggur afturat, at ein slík eftirkenning kann ikki gerast, uttan at Fiskimálaráðið útvegar sær roknskaparupplýsingar frá viðkomandi feløgum, og tað er sum skilst ikki gjørt. Landsstýrismálanevndin hevur sent Birni Kalsø, landsstýrismanni, fyribils­ niðurstøðuna, og hann skal nú siga sína hugsan. Kunngerðin um skipasølur kom ongantíð Føroyska felagið, ið stendur sum eigari av Fagrabergi, kann ikki taka týðandi avgerðir uttan góðkenning frá íslendska lánsveitaranum. Tað setir spurnartekin við ræðisrættin. Heili 60% av sjúkra­ røktarfrøðingunum í Føroyum hava umhugsað at søkja annað starv SJÚkrahÚSVErkiÐ Eitt gott mát fyri trivnað í einum arbeiði er, um starvsfólk umhugsa at søkja annað starv, og hví tey gera so. Trivnaðarkanningin millum limirnar hjá Felag­ num Føroyskir Sjúkra­ røktarfrøðingar vísur, at heili 60% av liminum umhugsa at søkja annað starv. Trivnaðarkanningin, sum Felagið Føroyskir Sjúkr­ arøktarfrøðingar hevur tikið stig til millum limirnar, verður almannakunngjørd mikudagin 22. november í Miðlahúsinum í Havn kl. 15:00. Tað er Granskingardepilin fyri Økismenning, sum hevur staðið fyri kanningini og samfelags­frøðingarnir Karin Jóhanna L. Knudsen og Martha H. Mýri hava framløgu við úrslitinum frá kanningini. Tykkara fjølmiðil verður boðin við til framløguna. Høvi verður at seta spurningar og gera samrøður við viðkomandi persónar tá framløgan er liðug. Umhugsa at søkja annað starv Jana Dalsgaard Jørgen Niclasen Jacob Vestergaard Bjørn Kalsø