mikudagur 22. november 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 226 - 22. november 2006
Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn
Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo
SkrivSTOvuFólk
Søkt verður eftir skrivstovufólki sum avloysara til
Akfaradeildina at byrja 2. januar 2007. Starvið
er fyribils tíðaravmarkað til 1 ár. Talan er um
fulltíðarstarv.
UPPGÁVAN
uppgávan fevnir m.a. um:
· Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonavgreiðslu
· Skráseting av akførum
· Avgreiðslu av skrásetingargjøldum
· Eftirstøðumál
· kassauppgerð
FørleikAkrøV
vit hugsa okkum ein persón við skrivstovu-
útbúgving, HH ella líknandi útbúgving og
arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður
lagdur á, at ein hevur góð samstarvsevni og er
fyrikomandi. kunnleiki at arbeiða við teldu er
eisini ein treyt.
SetANArtreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin
hoyrir undir vinnumálaráðið við tilhoyrandi
stovnum, umframt løgmansskrivstovuna og
onnur aðalráð.
upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda
sær til Hans Jacob Stenberg, deildarleiðara, á tele-
fon 35 04 08. umsókn við møguligum prógvum
og viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta
lagi 1. desember 2006.
Akstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur
sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar
og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki
koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita
akfaraskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt
høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir
um alt landið. Á Akstovuni starvast 20 fólk.
R E P R O Z
Frá mánadegnum
27. november
verður nýggja bókin
um lívið og listina
hjá S. J. Mikines
at fáa í handlunum.
Hetta er mest
umfatandi verkið um
listamannin higartil
Útgávan av hesum stóra
verki er komin í lag í sam
bandi við, at listamaðurin
hevði verðið hundra ár í ár.
Tað
er
Nesútgáfan
í Íslandi, ið stendur fyri
útgávuni og íslendski lista
søgugranskarin Aðalsteinn
Ingólfsson hevur skrivað
størsta partin av verkinum,
tó hava eisini Bárður Jákups
son og Bent Irve staðið fyri
nøkrum tekstum.
Í
tíðindaskrivi
sigur
útgevarin, at bókin kastar
nýtt ljós á lívið hjá Mikines.
Eisini hevur bókin eina sera
umfatandi savn av myndum.
Nógv av verkunum, ið
verða víst í bókini eru ikki
áður almannakunngjørd.
Harumframt er eitt um
fatandi yvirlit yvir allar
sýningar, ið Mikines luttók
á. Í Sosialinum í vikuskift
inum verður ummælið av
bókini.
Bókin verður útgivin
á trimum tungumálum;
føroyskum, donskum og
enskum og kostar 695 kr.
nud
Jólatiltak fyri børn
í Føroyahúsinum
Leygardagin verður Jólatiltak fyri børn í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Á skránni
verður leikur og søga til børnini. Børn fara eisini at syngja jólasangir.
Tiltakið endar við pakkum til børnini og einum drekkamunni. Úr Kristnastovu, ið
fyriskipar tiltakið verður sagt, at øll eru sera vælkomin.
Tiltakið verður leygardagin 25. novembur kl. 14 til 15.30 í Vesterbrogade 17A.
nud
jaldingarnummar
isini setast aftanfyri)
f
gjaldarans konto:
ndirskrift smb. undirskriftarblað
Postgirokonto nr.: 52 809
Móttakari
Mótt
IN
Gjaldstrey
Aftan
f
á gjaldsdag verða rent
andil · Heykavegur 4 · Postboks 3038 · 11
Kambsdalur: Tel 44
Nú kemur bókin
um Mikines