mikudagur 22. november 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 226 - 22. november 2006 ]
FCK gleið í svingin
um, og eftir tvey tap
á rað er Manchester
United er nú brádliga
í vanda. Tað er støðan
í spennandi bólki
F, har einki verður
avgjørt fyrr enn á
seinasta leikdegi, og
tað sama er støðan í
bólki G, har Arsenal
hevur sera trupla
uppgávu
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Dreymurin hjá FCK um enn
fleiri Champions League
milliónir brast, tá teir í gjár
spældu útidyst móti Benfica.
Dysturin endaði 3-1 til
portugisiskur vertirnar, sum
allan dystin á tamb høvdu
eina greiða yvirvág. Longu
eftir góðum korteri stóð 2-0
á talvuni, og so var at kalla
liðugt hjá FCK. at Marcus
Allbäck móti dystarenda
minkaði um munin, gjørdi
ikki tað heilt stóra fyri FCK,
sum tó kann líta aftur á eina
luttøku, sum í nógvar mátar
hevur verið framúr vælegnað.
Fíggjarliga hevur felagið í
fleiri ár verið so nógva tað
sterkasta í Danmark, og tann
støðan verður bara styrkt við
luttøkuni.
Men eisini ítróttarliga hev
ur hetta munað væl. Bara
slíkar avbjóðingar gera tað
munin lættari at fáa fatur á
sterkum útlendskum spælar
um, og so skerst ikki burtur,
at úrslitini á heimavølli hava
verið góð. Har hevur FCK
nevnliga enn ikki tapt.
Ensk umboð
undir trýsti
Við sigrinum helt Benfiac fast
um sín møguleika at koma
víðari, og tann spurningurin
verður avgjørdur í seinasta
umfarinum, tá teir vitja á
Old Trafford.
Og eins og tað var í Lissa
bon fyri júst einum ári síðani,
so er aftur talan um lagnudyst
millum Manchester United
og Benfica. Annan dystin
á rað máttu reyðu devlarnir
hjá Sir Alex Ferguson nevn
liga lúta, og eftir framúr
byrjanina við níggju stigum
í trimum dystum eru teir nú
brádliga í vanda fyri at missa
rættin til víðari luttøku. Hesa
var eitt einsamalt fríspark
frá japanska Nakamura nóg
mikið hjá Celtic, sum nú
kann standa seg við javnleiki
í seinasta dystinum, sum er
í Parkini móti FCK.
Og tað saman er galdandi
fyri Arsenal, sum í fjør spældi
finaludyst í kappingini.
Enskur fótbóltur hevur ann
ars staðið seg framúr væl
seinnu árini, men eins og
Manchester, so er Arsenal í
stórum trupulleikum.
Týskvøldið greiddu teir
tó sín setning, tá teir vunnu
heimadystin móti Hamburger
SV, men enn er nógv arbeiði
eftir. Arsenal skal í seinasta
dystinum spæla móti Porto,
og har er kravið ein sigur,
um kanónirnar úr London
skulu vera vísar í víðari lut
tøku. Ikki minst tí CSKA
samstundis spælir móti
Hamburg, sum enn einki
stig hevur vunnið.
AEK leyp framum
Í bólkunum E og H er spenn
ingurin ikki eins stórur. Lyon
og Real Madrid vóru longu
komin víðari, tá dystaðust í
Madrid, og tí mundu báðir
partar vera so hampuliga væl
nøgdir við 2-2 javnleikin.
Eisini í bólki H er odda
sessurin avgreiddur, men
úrslitini týskvøldið komu
tó illa við hjá Lille. Hevði
Lille vunnið sín væntaða
heimasigur á Anderlecht,
meðan Milan gjørdi sítt í
Athen, var franska arbeiðið
liðugt, men soleiðis gekst tó
ikki. Ístaðin mátti Lille taka
til takkar við javnleiki, og
tá AEK vann heimadystin á
longu tryggjaða Milan, eru
tað nú brádliga teir, sum
standa við bestu kortunum
undan seinasta umfarinum.
Ferguson
var
skelkaður
Venjarin hjá Manchester
United, Sir Alex Fergu
son, var alt annað enn
nøgdur um tapið móti
Celtic.
– Eg eri skelkaður.
Skal eg vera púrasta
erligur, so er tað trupult
at góðtaka, at vit taptu
hendan dystin. Men tað
er tað, sum hendir, um
tú ikki skorar. Snøgt
sagt, so vóru vit ikki nóg
hvassir á seinasta trið
inginum av vøllinum, og
tað kostaði okkum dýrt,
segði venjarin.
Og nakað var so um
tosið. Manchester Uni
ted hevði fleiri góðar
møguleikar í dystinum,
men teir vórðu allir mis
nýttir. Eisini brotssparkið,
sum Louis Saha skeyt í
seinasta minuttinum.
-mørk
Vónbrotin
Ståle
Tvey mál til Benfica
innan fyri bara tveir
minuttir oyðiløgdu allar
vónir hjá FCK um víðari
luttøku í Champions
League. Og tað var
ikki nakað, sum hóvaði
FCK-venjaranum ser
liga væl.
– Vit byrja dystin
væl, og sjálvur hevði eg
eina góða kenslu fyrstu
løtuna. Vit hava eisini
ein góðan møguleika,
tá Grønkjær leggur inn
til Hutchinson, men
ístaðin koppar alt, tá teir
skora tvær ferðir innan
90 sekund, segði Ståle
Solbakken.
Og so kundi venjarin
heldur ikki lata vera við
at iðra seg um, at Celtic
vann sín dyst.
Úrslitini týskvøldið
bera nevnliga við sær, at
FCK heldur ikki hevur
møguleika at røkka triða
plássið í bólkinum. Hetta
gevur annars atgongd
til luttøku í UEFA-Cup,
men tann møguleikan
fær FCK so ikki.
-mørk
Newcastle vil hava Huntelaar
Við Owen og Martins á skaðalistanum og dýra Luque sum
eykamanni, hevur Newcastle at kalla kroniskar trupulleikar í
kostnaðarmikla álopinum. Tað hevur nú fingið teir at venda
eyguni móti Hollandi, har Klaas Jan Huntellar er væl ávegis
at gerast næsti stóri álopsspælarin hjá landinum. Higar til
hevur Ajax tó hildið fast um, at Huntelaar als ikki er til sølu,
so ivaleyst skulu heilt nógvir pengar á borðið, áðrenn hetta
gerst ein ítøkiligur møguleiki.
-mørk
Bannað at filma
Formaðurin í enska felagnum Torquay United Chris Roberts,
sigur seg nú hava sæð nóg mikið av filmi, tá spælarar royna
at fáa brotsspark á órættvísan hátt. Hann hevur soleiðis sett
í verk nýggja reglugerð, og sambært hesi verða spælararnir
hjá Torquay revsaðir, um teir royna at filma seg til fyrimun.
Fyrstu ferð verður talan um ávarin, aðru ferð ávaring og bót
og heldur hetta fram, verður spælarin settur til sølu, ella
snøgt sagt koyrdur úr starvi sínum.
-mørk
Úrslitini týskvøldið
Bólkur E
Real Madrid-Lyon
2-2
Steaua Bucharest-Dynamo Kiev
1-1
Bólkulr F
Benfica-FCK
3-1
Celtic-Manchester Utd.
1-0
Bólkur G
CSKA Moskva-FC Porto
0-2
Arsenal-Hamburger SV
3-1
Bólkur F
AEK Athen-AC Milan
1-0
Lille-Anderlecht
2-2
Ensku
umboðini
í vanda
Louis Saha og Shunsuke Nakamura høvdu hvør sin
høvuðsleiklut í bretsku uppgerðini týskvøldið. Nakamua
gjørdist hetjan, tá hann skoraði einsamalla málið við beinleiðis
frísparki. Saha misnýtti brotsspark í yvirtíðini
Mynd: Scanpix
Champions League, bólkaspælið
Bólkur A
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Chelsea
4
3
-
1
-
0
3
3
0
10
2 Werder Bremen
4
2
-
1
-
1
6
3
3
7
3 Barcelona
4
1
-
2
-
1
8
4
4
5
4 Levski Sofia
4
0
-
0
-
4
1
13
-12
0
Bólkur B
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Bayern München
4
3
-
1
-
0
7
0
7
10
2 Inter Milan
4
2
-
0
-
2
3
4
-1
6
3 Sporting Lissabon
4
1
-
2
-
1
2
2
0
5
4 Spartak Moskva
4
0
-
1
-
3
2
8
-6
1
Bólkur C
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Liverpool
4
3
-
1
-
0
7
2
5
10
2 PSV Eindhoven
4
3
-
1
-
0
5
1
4
10
3 Galatasary
4
0
-
1
-
3
3
7
-4
1
4 Bordeaux
4
0
-
1
-
3
0
5
-5
1
Bólkur D
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Valencia
4
3
-
1
-
0
10
5
5
10
2 Roma
4
2
-
1
-
1
7
3
4
7
3 Olympiakos
4
0
-
2
-
2
5
8
-3
2
4 Shakhtar Donetsk
4
0
-
2
-
2
4
10
-6
2
Bólkur E
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Lyon
5
4
-
1
-
0
11
2
9
13
2 Real Madrid
5
3
-
1
-
1
12
6
6
10
3 Steaua Bucharest
5
1
-
1
-
3
6
10
-4
4
4 Dynamo Kiev
5
0
-
1
-
4
3
14
-11
1
Bólkur F
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Manchester Utd
5
3
-
0
-
2
7
4
3
9
2 Celtic
5
3
-
0
-
2
7
6
1
9
3 Benfica
5
2
-
1
-
2
6
5
1
7
4 FC København
5
1
-
1
-
3
2
7
-5
4
Bólkur G
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 FC Porto
5
3
-
1
-
1
9
4
5
10
2 Arsenal
5
3
-
1
-
1
7
3
4
10
3 CSKA Moskva
5
2
-
2
-
1
2
2
0
8
4 Hamuburg SV
5
0
-
0
-
5
4
13
-9
0
Bólkur H
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 AC Milan
5
3
-
1
-
1
8
2
6
10
2 Aek Athen
5
2
-
1
-
2
4
7
-3
7
3 Lille
5
1
-
3
-
1
6
5
1
6
4 Anderlecht
5
0
-
3
-
2
5
9
-4
3