Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 23. november 2006 Fleiri lutir Nú tann stóri dagurin er farin at nærkast av álvara, merkja starvsfólkini ein økt­ an spenning millum brúkar­ ar­nar. Tað tykist sum tey øll eru rættiliga uppsett til henda dagin. So hvørt sum lutirnir verða settir uppá pláss, fæst eisini eitt yvirlit yvir, hvussu nógvir teir í roynd og veru eru. - Eg veit ikki, hvussu nógvir lutir eru í ár. Men eg haldi, at teir munnu vera munandi fleiri enn undan­ farin ár, sigur Jóna. Hon verður avbrotin í prátinum, tí nú kemur ein maður inn við nøkrum bakk­ um úr timbri, sum síðani skulu málast. Jú, her er nakað til øll – seymaðir lutir, skerpi­kjøt­ brettir, nissur og mangt annað. Ymiskar talentir Tað er altso leygardagin at fólk fáa høvi at síggja – og vónandi eisini keypa nakað av tí, sum tey hava latið úr hondum. Opið er til kl. 16, og meðan fólk vitja inn á gólv­ ið hava brúkararnir sínar uppgávur at røkja. Onkur teirra stendur fyri søluni av kaffi, meðan ein annar hjálpir fólki við at koyra í posarnar. Og ein triði brúkari hevur kanska ta týdningarmestu upp­gáv­ una: At yvirtala fólk til at keypa! - Jú, tey hava øll ymiskar talentir. Og hví skulu vit so ikki brúka tær ein slíkan dag?, sigur Jóna Olsen við einum brosi. Úrslitið av søluni fer inn sum rakstur av verkstaðnum. Okkurt árið hava tey selt fyri heilar 50.000 kr., so hetta hjálpir væl til. ” Tey hava øll ymiskar talentir. Og hví skulu vit so ikki brúka tær ein slíkan dag? Løgreglan í Noregi heldur ikki, at tað er grundarlag fyri at reisa ákæru ímóti nøkrum eftir vanlukkuna hjá Atlantsflogi í Stord í Noregi herfyri Vanlukka Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað fór onki revsivert fram, tá ið føroyska flogfelagið, Atlantsflog, var fyri synd­ arligu vanlukkuni í Stord í Noregi fyri einum góðum mánað síðani. Fýra fólk lótu lív í van­ lukkuni og ein partur av kanningarbeiðnum er at stað­festa, um nakað revsi­ vert fór fram. Tann partin av kanning­ unum hevur løgreglan í Noregi staðið fyri, men nú skriva norsk bløð, at niðurstøðan er, at har fór onki revsivert fram. Sosatt er heldur ikki grund­arlag fyri at reisa ákæru ímóti nøkrum í kjalar­vørrinum á van­lukk­ uni. Norskir fjølmiðlar siga, at løgreglan er næstan lið­ ug við sínar kanningar og nú eru bara onkrir snøklar eftir. Í hesum sambandi hevur løgreglan avhoyrt stjóran í Atlantsflogi, flogskiparar og teknisk starvsfólk hjá felagnum. Men løgreglan avdúkaði onki revsivert, sigur Thor Buberg á skrivstovuni hjá Løgregluni í umrøddu sýslu í Noregi. Nú verður so bíðað eftir endaligu frágreiðingini frá skaðanevndini, men hon kann ikki vælntast at verða liðug, fyrrenn um eitt ár. Higartil hava kanningar víst, at spoilararnar ikki virkaðu, tá ið flogfarið skuldi seta seg á teirri vátu breytini og tað fekk vanlukkuligar avleiðingar, tí flogfarið fekk ikki steðg­ að, men fór útav breytini, so at eldur kom í tað. Fýra fólk lótu lív, men 12 bjargaðust. Ongin verður revsaður eftir vanlukkuna hjá Atlantsflog Løgreglan Í Noregi er komkin til ta niðurstøðu, at onki revsivert fór fram, tá tá ið flogfarið hjá Atlantsflogi var fyri vanlukku í Stord í Noregi fyri einum góðum mánað síðani tíðindi 25 Sjøtul settur ættarbandsskránna Ættarbandsskráin er eitt ættartræ yvir føroyingar, sum í fyrstu atløgu kemur at fevna um fólk, ið hava livað í tíðarskeiðnum frá um ár 1800 til í dag. Skráin verður gjørd í samstarvi millum Almanna- og Heilsumálaráðið og Landsskjalasavnið. Ílegusavnið hevur við eykajáttan í seinastu viku fingið pening til at seta sjøltil á ítøkiliga verkætlanararbeiðið. Farið verður undir at fáa fakskipan til vega, umframt at Landsskjalasavnið fer undir skanning av keldum, inntøpping og skráseting av upplýsingum. Høvuðskeldurnar til Ættarbandsskránna verða fólkateljingar, ministerialbøkur (Kirkjubøkur) og Landsfólkayvirlitið. Talan er um eina umfatandi verkætlan, og í løtuni er tórført at siga, nær skráin verður liðug, men er ynski at hava eitt rímiliga fullfíggjað ættartræ tøkt í 2008. Tó er gjørligt longu nú at fara undir ílegugranskingarverkætlanir, ið ikki hava tørv á einum umfatanadi ættartræi; væntandi verður byrjað við nøkrum av hesum ætlanum í 2007. Í Føroyum eru fleiri fólk, ið granska ættarviðurskifti, og sum hava stóra vitan innan økið. Ílegusavnið og Landsskjalasavnið frætta fegin frá fólki, ið hava tilfar viðvíkjandi ættarviðurskiftum, ið kunnu lætta um arbeiðið við at gera Ættarbandsskránna.