Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-23, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 227 - 23. november 2006 lýsingar NOVEMBER KAPPINGIN Hvønn dag í november mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnirnar innan 5. desember kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«. Vinningurin í november eru 2 Skagen ur frá Klokkuni í SMS Virði kr. 2.000,-. Drigið verður fyrstu vikuna í desember. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan vera loyst. Virði: kr. 2.000,- Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinningurin í november 2 Skagen ur • 1 damu ur • 1 harra ur Sosialurin hevur, frá 1. oktober, broytt Sudoku-kappingina, soleiðis at einans ein uppgáva er at loysa. 900 dagar Í singapore Jústinus leivsson eidesgaard orlagið Hellurnar gevur triðja árið á rað út bók. Hesa ferð eitur bókin „900 dagar í Singapore“ og fevnir um teir 900 dagarnir, høvundurin Jústinus Leivsson Eidesgaard starvaðist í Singapore frá august 1996 og fram til januar 1999. Hetta tíðarskeið vóru hjúnini Poula og Jústinus Eidesgaard savningarstaðurin hjá teimum mongu føroyingunum, sum vitjaðu Singapore, serliga sjómenn, men eisini van- lig ferðandi. Fleiri litmyndir prýða bókina millum annað við skipavitjanum og føroy- ingum í Singapore. Bókin er skrivað í tveimum høvuðsløg- um og einum triðja, sum av og á kemur til sjóndar. Beinagrindin eru útisetabrøvini, sum høvundurin skrivaði heim til lands- menninar, og sum vóru lisin upp í útvarp- inum. Hesi vóru sera væl móttikin heima. Hetta er fyrsta lagið, næsta lagið er søgan um Singapore fram til loysing í 1965. Tað er grundarlagið fyri, at landið, sum er minni enn Føroyar og telur yvir 3 milliónir íbúgvar, er heimsins fjórríkasta land, og hevur lyft seg út triðja heiminum og inn í fyrsta eftir einum ættarliði. Triðja lagið eru eygleiðingarnar, høvundurin gjørdi, nú hann vitjaði aftur í fyrst í hesum árinum. Bókin vísir eisini føroyingum, at smáar tjóðir kunnu røkka ovastu rók. Forlagið Hellurnar v/Jústinus Leivsson Eidesgaard F Ovaragøta 1, 188 Hoyvík, Tel. 322800 ella 223143 justinus@post.olivant. fo, www.hellurnar.com Minst til bíleggingarseðilin! eg eri farin til Salong Tótu at arbeiða tel. 313050