Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-23, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 23. november 2006 37 Kappróðurin gávu skrivum í sambandi við dans­in varð boðað frá, at endamálið við dansinum var at keypa róðrartól til neystið. Peningurin sum kom inn við dansin, saman við einum ískoyti frá entreprenørinum, Kristin Johansen er nú kom­ in til sín rætt. Gávuna, sum Rakul kallar tað - fimm nýggj róðrartól- er felagið sum vera man sera takksamt fyri. Tey eru longu sett upp og tikin í nýtslu í nýggja neystinum hjá felagnum. Íbirtararnir hava áður gjørt góðgerð móti øðrum felag í bygdini. Hetta hendi, tá teir fyri ári síðani góvu gávu til Talvfelagið í Vestmanna, sum eisini hevði stóra gleði av einum góðum tiltaki. Rakul leggur afturat, at tað helst ikki er seinastu ferð, at VÍF-neystið og teir fýra fara í samstarv. Sum skilst hava teir longu rist okkurt úr ermunum!