Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. november 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 228 - 24. november 2006 Søkt verður eftir persóni við viðkomandi útbúgving so sum sálarfrøðingur, pedagogur ella sosialráðgevi. Dentur verður lagdur á, at leiðarin, umframt við- komandi fakliga útbúgving og royndir, eisini hevur leiðslu- og fyrisitingarligar royndir, góð sam- starvsevni, er virkisfúsur og er opin fyri broytingum. Leiðarastarvið er fulltíðarstarv, og verður sett og lønt sambært sátt- mála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøki er Almannastovan og stovnar undir henni. Núverandi setanarøki er Serdagstovnurin. Høvuðsuppgávan hjá leiðara- num er tann dagliga fakliga og fyrisitingarliga leiðslan av Ser- dagstovninum. Leiðarin hevur ábyrgdina av dagligu fíggjar- viðurskiftunum hjá Serdag- stovninum við tilvísing til stjóran á Almannastovuni, sum hevur endaligu yvirornaðu ábyrgdina. Leiðarin verður partur av ein- um toymi av stovnsleiðarum og verður harvið við til at menna tað tvørfakliga samstarvið saman við hinum stovnsleiðar- unum innan barnaforsorgar- økið undir Almannastovuni. Leiðarin skal tryggja, at tað einastaka barnið fær ta viðgerð, tí tørvar, og skal harumframt samskipa samstarvið millum stovnin, foreldrini og myndugleikarnar. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra, á telefon 35 35 10. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, møguligum við- mælum v.m., skal vera Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 6. desember 2006, kl. 12.00. Send umsóknina til: Almannastovuna Smyrilsvegur 20 Postboks 3096 110 Tórshavn. Vinarliga merkið brævbjálvan ”Serdagsstovnur”. Serdagsstovnurin er landsstovnur undir Almanna- stovuni og er í høvuðsheitum ætlaður børnum undir skúlaaldur, sum hava álvarsligar atferðar- og tilknýtingartrupulleikar. Talan er um ein dagstovn, men møguleiki og pláss er eisini fyri samdøgurum- lætting. Høvuðsbarnaverndarnevndin avger, eftir tilmæli frá barnaverndarnevndunum, hvørji børn eiga at fáa pláss á Serdagstovninum. Høvuðsuppgávan hjá Serdagstovninum er at styrkja og menna tað einstaka barnið bæði sálarliga, sosialt og motorisk, soleiðis at tað miðvíst kann verða arbeitt við, at barnið gerst ført fyri at koma aftur á vanligan dagstovn. Serdagstovnurin er normeraður til 5 børn. Leiðari til Serdagstovnin fyri børn við atferðar- og tilknýtingartrupulleikum K R E A . F O . TEL 47 80 80 Søkt verður eftir leiðara til Serdagstovnin at byrja skjótast til ber. almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo