Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. november 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 24. november 2006 5 tíðindi – Viðgerðin av máli­ num um samkynd var blasfemisk misnýtsla og vanvirðing móti bæði Gudi og løgtingi. Eitt eindømi í øllum tí kristna heiminum. Tað sigur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, í viðtalu í dagsins Vikuskiftissosiali Samandráttur Heini í Skorini Heini_skorini@yahoo.com Hans Andrias Sølvará, søgu­ frøðingur, er eirindaleysur í sínum atfinningum mót­ vegis parti av Føroya løg­ tingi í viðtalu í dagsins Viku­skiftissosiali. Sambært søgufrøðing­in­ um var 1. viðgerð av upp­ skotinum um at skoyta kyns­liga orientering upp í revsilógina eitt skelkandi eindømi í øllum tí kristna heiminum. Og viðgerðin um støðu teirra samkyndu avdúkar sambært Hans Andriasi eitt tilafturskomið demokrati. Vanvirðing og blasfemi - Tað er at vanvirða og misnýta bæði Gud og løg­ ting, tá føroyskir politikarar taka einkarætt uppá Gud og nýta Bíbliuna sum polit­iskt jarnbrot í einum vesturlendskum parlamenti, sigur ein bersøgin Hans Andrias Sølvará. Í ongum øðrum parlamenti í Vesturheiminum verður Bíblian nýtt á slíkan hátt, metir Hans Andrias. - At tingmenn standa á landsins mætasta røðarapalli og rópa um Gud, Bíbliuna og gamaltestamentligar reglur, má vera eitt eindømi í øllum tí kristna heiminum. Hann sigur, at Før­oya løgting misrøkir høvuðs­ upp­gávuna hjá einum og hvørjum stati, nevniliga at verja sínar borgarar móti øllum mismuni. Og í eini skipan, har meirilutin ræður, gerst minnilutaverja tess meiri neyðug og átroðkandi. Og fortreytin fyri slíkari verju kann bert fremjast av einum verðsligum og uttanveltaðum stati, sum ikki favoriserar nakra ávísa lívsáskoðan. - Ella skal staturin bert taka sær av áhugamálum og rættindum hjá nøkr­ um útvaldum samfelags­ bólkum? Skal hann geva ávísum borgarum framí­ hjárættindi? Sjálvsagt ikki! Um vit skulu sleppa undan diskriminatión, skal einasta statsgrundarlagið vera fólka­ ræði og mannarættindi. Ikki fyrrenn tá kann staturin verja ALLAR borgarar, slær Hans Andrias fast. Loysnin er sambært hon­ um, at vit stremba eftir at skilja sundur religión og politikk. Alt annað er vandamikið. Og uttan hesa sundurskiljing verður sjálvt trúarfrælsi – frælsi til at hava ymsar lívsáskoðanir – sett í vanda. - Viðgerðin um samkynd avdúkar eitt fólkaræði, sum er á einum sera lágum støði, sigur Hans Andrias. Lesið alla viðtaluna í dag­ sins Vikuskiftisblaði í Sosialinum. Eirindaleysar atfinningar móti ting­ monnum Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, finnist hvassliga at pørtum av Føroya løgtingi í dagsins Vikuskiftisblaði. Lesið alla samrøðuna við Hans Andrias í dagsins Vikuskiftisblaði, sum er annar partur av greinarøð um religión og modernaða menniskja Mánadagin 27. november handar Meginfelag áhuga­ leikara Føroya (MáF) og Tjóðpallur Føroya Ársins Herðaklapp til ein persón ella eitt felag, sum á ein­ hvønn hátt hevur skarað framúr á leiklistarliga økin­ um. Herðaklappið er ein pen­ ingaupphædd upp á 12.000 kr., ið er ætlað sum ískoyti til ferð í útheimin at hyggja at sjónleiki. Umframt er tilevnað gríma og silvurnál til meira varandi minni. Í nevndini, sum ger av, hvør fær herðaklappið, eru 2 limum fyri Leikpall Føroya og ein fyri Føroya Blaðmannafelag. Hesi eru í løtuni: Dánjal Joensen, formaður, Dagny Joensen, skrivari, og Karin Kjølbro. Tey, ið áður hava fingið hesa viðurkenning, eru Lina Larsen, sjónleikari, Hans Tórgarð, sjónleikari, Hjørdis Johansen, sjónleikalærari, og Adelborg Linklett, sjón­ leikari. Avdúkingin fer fram mánadagin 27. novembur kl. 16.00 í Hans Andriasarhúsi, har øll, ið hava áhuga, eru vælkomin. R. Dam Ársins herðaklapp - viðurkenning fyri føroyskan sjónleik