Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-24, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. november 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 24. november 2006 35 Mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara til Yrkisdepilin. Høvuðsuppgávan hjá leiðaranum er at vera skrivari hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og fyrisitingarleiðari í Yrkisdeplinum. Uppgávurnar eru m.a. Skrivari hjá Yrkisútbúgvingarráðnum: - at fyrireika mál til ráðsfundir og avgreiða ráðsmál - at vera skrivari hjá ráðnum og bólkum, ið ráðið setir - at fyriskipa menningarátøk hjá ráðnum. - at samskifta/samstarva við myndugleikar, felagsskapir, virki og stovnar. Fyrisitingarleiðari í Yrkisdeplinum: - at hava fyrisitingarligu leiðsluna av deplinum - at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni og rakstrar- og menningaruppgávum - at gera uppskot til fíggjarætlanir fyri depilin - at tryggja, at depilin verður rikin so skilagott sum til ber - at tryggja ein góðan starvsfólka- og menningar– politikk Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjari m.a. • hevur útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving, • hevur hug og hegni at leiða, er sjónlig/ur í leiðarastarvinum, og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum • er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva • hevur førleika at menna samstarvið við vinnulívið og áhugafelagsskapir • hevur áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggjar leiðir • hevur skil fyri fíggjarstýring og hevur góðar fyrisitingarligar førleikar Lønar- og setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Vit bjóða Eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nógvum skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir tess. Umsókn Umsókn við avritum av prógvum o.ø. skjølum, upplýsingum um royndir og førleika v.m. skal sendast til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 FO-110 Tórshavn Telefon 355050 – Fax 355055 Ella til t-post: mmr@mmr.fo Umsóknin skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 13. desember 2006, kl. 16.00 Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóra, á tlf. 355075 ella á 555075. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt fyrisitur ráðið uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Yrkisdepilin, ið er ein deild undir Mentamálaráðnum og fyrisitur arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingarmál, herundir at vera fyrisiting hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og yrkisnevndunum. Yrkisdepilin fyrisitur eisini ávís viðkomandi málsøki fyri Mentamálaráðið, herundir at avgreiða ferða- og lønarendurgjald til lærupláss o.l. Leiðari til yrkisdeplin sansir.fo Vilt tú verða við til at styrkja og menna yrkisútbúgvingarnar? Hevur tú visjónir, hug og hegni, so ert tú leiðarin, ið vit leita eftir lýsingar Hús á Tvøroyri til sølu til hægstbjóðandi Á Tanganum (Sjóargøta 224), við stórum urtagarði. 3 hæddir íalt 230m2 – grundøkið 505m2. Kjallari: Køkur, spísistova, gangur, wc. Miðhædd: Stór stova, gangur, wc. (verður stova minka til 30m2, kann stórt kamar gerast) Loft: Stórt hjúnarrúm, kamar, bað/wc. (hjúnarrúm hevur verið 2 kømur). Tlf. 221090 Lesið -so eru tit við!