Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-24, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. november 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 228 - 24. november 2006 lýsingar Landssjúkrahúsið Lønardeildin søkt verður eftir tveimum starvsfólkum til nýggju kT-skivuna á Lands- sjúkrahúsinum.søkt verður eftir fólki, sum hevur starvsroyndir í heilsuverkinum, hevur kliniska førleikar og fólki, sum hevur kT førleikar. Landssjúkrahúsið hevur eitt hitt størsta kt-kervið í landinum við gott 350 brúkarum. Áhaldandi menning innan fakskipanir og íverkseting av nýggjum fakskipanum, so sum talgildu heilsuskipanini, talgildu røntgenskipanini og rannsóknarstovuskipanini, setir alt størri krøv til at heilsustarvsfólk altíð hava atgongd til teir upplýsingar, tey hava tørv á í dagliga arbeiðinum. Landssjúkrahúsið fer tí í næstum at seta í verk eina kT-skivu. Uppgávan hjá kT-skivuni verður í høvuðsheitum at ráðgeva og vegleiða teldubrúkarum, tá hesir hava tørv á hjálp. Talan kann verða um ráðgeving og vegleiðing í nýtsluni av heilsuskipanunum ella meiri tekniska hjálp. Arbeiðsuppgávur • taka ímóti og skráseta fyrispurningar frá brúkarum • um gjørligt, at hjálpa brúkaranum við trupulleikum • senda fyrispurningar víðari til serkøn innan kT ella fakskipanir • tryggja at brúkari fær hjálp • brúkaraumsiting Vit rokna við, at tú hevur • royndir við teimum vanligastu kT-forritunum • hegni til at vegleiða brúkarum í nýtsluni av kT • viðkomandi útbúgving ella starvsroyndir innan heilsuverkið ella innan kT • er íðin, hevur áræði og góð samstarvsevni Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag og fær tilvísing til fyrisitingarleiðaran. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja 304586 til inga Mittún jacobsen, fyrisitingarleiðara, t-post imj@lsh.fo Umsóknarfreistin er 11. desember 2006 kl. 12.00 allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Skrivlig umsókn saman við prógvum og viðmælum skal sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar - og starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv undir leinkjuni “starvsfólk” Starvsfólk til KT-skivuna á Landssjúkrahúsinum