týsdagur 28. november 2006síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 28. november 2006
45
Leiðari til barna
garðin á Gásamýri
Leirvíkar Kommuna søkir eftir leiðara til barnagarðin
á Gásamýri at byrja 1. januar 2006 ella skjótast
tilber.
Arbeiðið er 30 tímar um vikuna og umsøkjarin skal
hava námsfrøðiliga útbúgving.
Vit ynskja at tú:
• hevur hug og hegni at leiða, at samskipa og ert
fyrikomandi
• hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka
barninum og teim vaksnu
• hevur hug til at skapa og seta dám á okkara
barnagarð
• kanst arbeiða sjálvstøðugt
Í barnagarðinum á Gásamýri eru 32 børn í aldrinum
3-6 ár. Barnagarðurin er ov lítil til tørvin á ansing
og tí fyrireikar Leirvíkar Kommuna bygging av
størri barnagarði. Nýggi leiðarin fær soleiðis góðan
møguleika at ávirka nýggja barnagarðin.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær
til kommunuskrivstovuna tlf. 443006 ella til borg-
arstjóran tlf. 743006.
Umsókn við avritum av prógvum og møguligum
ummælum skal vera kommununi í hendi í seinasta
lagi mánadagin 4. december 2006.
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42
520 Leirvík
Almannastovan
Stuðul til
uppihaldspening
Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri seinra
hálvár 2006 saman við kvittanum fyri goldnan
barnapening, skal vera Almannastovuni í hendi í
seinasta lagi 1. desember 2006. Um goldið er til
Toll- og Skattstovu Føroya, er ikki neyðugt at lata
inn kvittanir.
Umsóknir sum eru Almannastovuni í hendi innan
nevndu freist verða avgreiddar í desember 2006.
Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður
stuðulin útgoldin seinast í juni og desember og
verða umsóknir, sum verða móttiknar aftaná 1.
desember 2006 ikki avgreiddar fyrr enn í juni 2007.
Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð
um barnagjald/-gjøld ella hjúnamakagjald frá
Ríkisumboðnum ella samsvarandi útlendskum
myndugleika sendast inn saman við umsóknini.
Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðuni www.
almannastovan.fo undir teiginum oyðibløð og fáast
við at venda sær til økisdeildirnar.
Almannastovan
Økisdeildin í Tórshavn
Økisdeildin í Norðoyggjum
Tinghúsvegur 14
Klaksvíksvegur 78A
100 Tórshavn
700 Klaksvík
Tlf. 35 35 70 · Fax 35 35 71
Tlf. 45 72 40 · Fax 45 72 41
Økisdeildin í Eysturoy
Økisdeildin í Suðuroy
Heiðavegur
800 Tvøroyri
620 Runavík
Tlf. 35 35 60 · Fax 35 3561
Tlf. 47 47 10 · Fax 47 47 11
lýsingar
Lesið Sosialin - so eru tit við