Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 29. november 2006 27 lýsingar Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv Á heiminum við Vallalíð eru 3 fyribils størv leys at søkja. Søkt verður eftir sjúkrarrøktarfrøðingum ella heilsurøktarum í fyribilsstørv vegna barnsburðarfarloyvi frá 1. januar til 31. juli 2007. Vit bjóða eitt spennandi og mennandi starv, har starvsfólkini luttaka í upp- byggjanini av einum heimi fyri 16 búfólkum, sum eru minnisveik. Arbeitt verður útfrá einari sosialpsykologiskari tilgongd, sum er merkt av innliti, umsorgan, nærleika og virðing fyri tí einstaka menniskjanum. Mál okkara er, saman við búfólkunum, at byggja upp eitt livandi umhvørvi við børnum, djórum og urtagarði. Vit leggja dent á at gagnnýta menniskjaliga tilfeingi, við at røkja dagliga húsarhaldið saman við búfólkunum og at stimbra sansirnar. Søkt verður eftir fólki sum • hevur hug og hegni at arbeiða við fólki, ið eru minnisveik • er til reiðar at bróta uppúr nýggjum og ganga aðrar leiðir • vil vera við til at byggja upp eitt heim, sum er merkt av lívi og trivnaði • dugir væl at samstarva og samskifta við onnur • er motiverað og fleksibul • kann arbeiða í skiftandi vaktum Løn og setunarviðurskifti sambært avvarðandi fakfelag. Umsøkn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal merkjast „Vallalíð“ og verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 12. desember 2006. Nærri at vita um størvini fæst við at venda sær til Onnu Rubeksen tlf. 302456 / 213002. Tórshavnar kommuna Sjúkrarøktarfrøðingar ella heilsurøktarar 900 dagar Í singapore Jústinus leivsson eidesgaard orlagið Hellurnar gevur triðja árið á rað út bók. Hesa ferð eitur bókin „900 dagar í Singapore“ og fevnir um teir 900 dagarnir, høvundurin Jústinus Leivsson Eidesgaard starvaðist í Singapore frá august 1996 og fram til januar 1999. Hetta tíðarskeið vóru hjúnini Poula og Jústinus Eides­ gaard savningarstaðurin hjá teimum mongu føroyingunum, sum vitjaðu Singapore, serliga sjómenn, men eisini vanlig ferðandi. Fleiri litmyndir prýða bókina millum annað við skipavitjanum og føroyingum í Singapore. Bókin er skrivað í tveimum høvuðsløgum og einum triðja, sum av og á kemur til sjóndar. Beinagrindin eru útisetabrøvini, sum høvundurin skrivaði heim til lands­ menninar, og sum vóru lisin upp í útvarpinum. Hesi vóru sera væl móttikin heima. Hetta er fyrsta lagið, næsta lagið er søgan um Singapore fram til loysing í 1965. Tað er grundarlagið fyri, at landið, sum er minni enn Føroyar og telur yvir 3 milliónir íbúgvar, er heimsins fjórríkasta land, og hevur lyft seg út triðja heiminum og inn í fyrsta eftir einum ættarliði. Triðja lagið eru eygleiðingarnar, høvundurin gjørdi, nú hann vitjaði aftur í fyrst í hesum árinum. Bókin vísir eisini føroyingum, at smáar tjóðir kunnu røkka ovastu rók. Forlagið Hellurnar v/Jústinus Leivsson Eidesgaard F www.foroyaprent.fo Ovaragøta 1, 188 Hoyvík, Tel. 322800 ella 223143 justinus@post.olivant.fo, www.hellurnar.com Jólating Jólatingið hjá Oljutinginum við evninum: “Hvussu skipa vit ein føroyskan oljugrunn” Vit bjóða til jólating 4. desember 2006 kl. 19.00 á Hotel Føroyum. Flestu luttakararnir í føroysku oljuvinnuni munna vera samd, um at fyrireikingarnar til oljuvinnuna vóru fyrimyndarligar og væl eydnaðar. Henda leist heldur Oljutingið, at vit eisini áttu at fylgt í framtíðini. Tískil fer Jólatingið at seta hol á kjakið viðv. einum møguligum føroyskum oljugrunni og hvussu ein slíkur kann skipast. Í hesum sambandi hevur Oljutingið bjóðað Pål Hauge­ rud stjóra fyri deildini, sum umsitur oljugrunnin í norska fíggjarmálaráðnum til Føroya at greiða okkum frá, hvussu norski oljugrunnurin er skipaður, og hvønn týdning hann hevur fyri norska samfelagið. Eisini er Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskapar­ ráðnum, boðin við at greiða okkum frá hvørja støðu hann hevur til ein føroyskan oljugrunn. Kl. 19.00 Vælkomin Kl. 19.15 Formaðurin setur Oljutingið Kl. 19.20 Pål Haugerud røður um Skipan av olju­inntøku­m landsins: Royndirnar í Norra Kl. 19.40 Jørn Astrup Hansen Sku­lu­ Føroyar hava ein olju­gru­nn? Kl. 20.00 Spurningar frá áhoyrarum Kl. 20.20 Oljutingið bjóðar jólaborð Føroya Sparikassi stuðlar tiltakinum. Eftir fyrilestrarnar verður bjóðað til jólaborð, og verður høvi til eitt gott prát. Tekning fer fram við at venda sær til Vinnuhúsið innan 1. des kl. 12 á tel. 309900 ella umvegis teldu­ post industry@industry.fo. Nýggir limir kunnu eisini tekna seg. Nevndin í oljutinginum n Lesið -so eru tit við!