hósdagur 30. november 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 232 - 30. november 2006
Íslendski trolarin
”Engey” slapp ikki til
lands við kjøti, sum
hann hevði keypt
í Føroyum. Eftir
reglunum skal tað
koyrast burtur
Tollreglur
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Í summar og í heyst land
aði íslendski verksmiðju
trolarin ”Engey” fimm ferð
ir í Føroyum. Tá fiskaði
”Engey” í altjóða og før
oyskum sjógvi, men tá tað
í oktober fór í íslendskan
sjógv at royna, slapp tað
ikki at landa í Føroyum.
Tí sambært íslendskari lóg
skal fiskur, sum íslendsk
skip veiða í íslendskum
sjógvi, landast í Íslandi.
Tær ferðirnar, ”Engey”
landaði í Fuglafirði, keypti
skipið proviant har. Tá
”Engey” so aftur kom til
Íslands at landa, komu toll
ararnir umborð. Har komu
teir fram á føroyskt kjøt,
sum skipið hevði keypt í
Fuglafirði.
Tollararnir
gjørdu vart við, at tað er
ikki loyvt at innflyta feskt
útlendskt kjøt. Teir hóttu
við at taka kjøtið, men tað
eydnaðist reiðarínum at fáa
teir ganga við til, at kjøtið
varð verandi umborð.
Herfyri var ”Engey” aft
ur inni og landaði. Hóast
skipið bara hevði verið í
íslendskum sjógvi og ong
antíð verið inni, komu
tollararnir aftur umborð,
so skjótt tað hevði lagt at
bryggju. Tað vísti seg, at
millum 400 og 500 kilo
vóru eftir av tí føroyska
kjøtinum, og hesaferð var
eingin bøn. Tollararnir
løgdu hald á føroyska kjøtið
og fóru við tí.
Ingimundur Ingimundars
son, rakstrarstjóri hjá reiða
rínum HB Granda, sigur
við Sosialin, at tað tykist,
sum at tollararnir hava ligið
upp á lúr eftir ”Engey”, tí
skipið hevði føroyskt kjøt
umborð.
- Vit bjóðaðu teimum
at innsigla kjøtið umborð,
til skipið fór útaftur, men
har var einki at gera. Hetta
er púra burturvið, sigur
Ingimundur Ingimundars
son. Íslendsku reglurnar
siga, at í slíkum førum skal
tollvaldið beina fyri kjøt
inum, men reiðaríið veit
ikki, um tað er gjørt.
Rakstrarstjórin hjá HB
Granda heldur tað annars
vera løgið, at reglurnar
eru øðrvísi fyri fiskiskip
enn farmaskip, tí hevur eitt
farmaskip feskt útlendskt
kjøt umborð, krevur toll
valdið bara, at tað er inn
siglað, so leingi skipið
liggur í havn.
Íslendsku
tollararnir
lógu upp á lúr
eftir føroyska
kjøtinum
”Engey” hevði keypt
kjøt í Føroyum