hósdagur 30. november 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 30. november 2006
5
tíðindi
– Alt bendir á, at
Atlantsflog kann
seljast longu í vár,
sigur Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður
Einskiljing
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er alt, sum bendir á,
at Atlantsflog kann seljast
longu í vár.
Tað sigur Bjarni Djur
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum.
Landsstýrismaðurin hev
ur fingið heimild frá Løg
tinginum at selja 33% av
Atlantsflogi og ætlanin var,
at tey skuldu seljast nú.
Men eftir vanlukkuna í
Stord í oktober, varð gjørt av
at bíða við einskiljingini.
Tá ið Løgtingið umrøddi
málið týsdagin, vildi Johan
Dahl hava, at ein fastur
dagur skuldi ásetast fyri,
fyri, nær fyrsti partur í
Atlantsflogi skuldi seljast.
Hann vísti á, at tilgongdin
at einskilja Atlantsflog
hevði verið leingi á veg, utt
an at tað var klárt enn.
- Tað kann ikki vera van
lukkan í Stord, sum hevur ført
til, at einskiljingartilfarið
ikki hevur verið liðugt. Tí
er neyðugt, at bólkurin,
sum skal gera tilfarið, veit,
at politiski myndugleikin
andar hann í nakkan og tað
kunnu vit gera við at áseta
ein dag fyri, nær, alt skal
vera liðugt.
Verður helst selt í vár
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður, helt ikki, at
nøkur orsøk var til at seta
nakra fasta dagseting.
- Tað er alt, sum bendir
á, at tey fyrstu 33% av
Atlantsflogi kunnu seljast
í vár. Tað er hetta sum
arbeiðsbólkurin metir og
tað sama metir ráðgevarin,
sum er Kaupthing.
- Tí er dagsetingin ongin
trupulleiki.
Bjarni Djurholm segði, at
tað er eisini alt, sum bendir á,
at úrslitið hjá skaðanevndini
í sambandi við vanlukkuna
í Noregi, ikki fer at føra til
seinkingar.
Hinvegin kann onki úti
hýsast og tað kann henda,
at vit noyðast at bíða eftir
endaligu frágreiðingini..
- Tað er ikki fyrrenn tey
fyrstu 33% eru seld, at
felagið verður listað og í
síðsta enda er tað ICEX
sum skal góðakenna um søl
an kann vera í vár. Ella
kann Icex krevja at bíð
að verður eftir endaligu
frágreiðingini.
- Men skuldi tað hent, at
vit skulu bíða eftir endaligu
skaðafrágráðingini, kann
tað enda, at listingin ikki
verður liðug fyrrenn síðst í
2007 ella fyrst í 2008.
Tí heldur landsstýrismað
urin, at dagsetingin skal
takast burturúr fyri ikki at
koma í ta støðu at noyðast
aftur í tingið at biðja um
loyvi til aftur at útseta søl
una í nakrar mánaðir..
Hinvegin vissaði hann
um, at tað er undir ongum
umstøðum ætlanin at draga
søluna út.
- Bæði Kaupthing og
arbeiðsbólkurin
arbeiða
við tí setningi at avgreiða
søluna sum skjótast, segðí
hann.
Ein høvusorsøk til at
einskiljingartilfarið ikki er
liðugt, er, at tað eru ymisk
viðurskifti í sambandi við
vanlukkununa, sum skulu
við í tilfarið.
Men eftir tí, sum fyribils
er í kortunum, fer hetta ikki
at forða fyri, at 33% av
Atlantsflogi kunnu seljast
í vár.
Annars helt hann, at tað
var best at Løgtingið hevði
givið honum heimild at
selja 66% av Atlantsflogi,
soleiðis at 33% kundi selj
ast fyrst og so aftur 33%
seinni, uttan at tað skuldi
verið neyðugt at farið í Løg
tingið einaferð afturat.
Men hann fekk bara heim
ild at selja 33% og tí má
Løgtingið einaferð afturat
samtykkja at geva honum
heimild at einskilja 33%
afturat.
Av tí sama var hann
longu farin í holt við at
fyrireika lógaruppskot, so
hann kundi fáa heimild at
selja tey næstu 33%.
- Men so hendi vanlukkan
í Stord, har Atlantsflog
misti eitt flogfar og tí var
hetta arbeiðið lagt á hillina,
legði hann afturat.
Bjarni Djurholm
heldur ikki at hann
hevur gjørt nakað
skeivt og hann heldur
ikki, at hann er lopin í
ryggin á Atlantsflogi
Loftferðsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg havi ikki gjørt nakað
skeivt.
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður í vinnumálum,
vísir púra avgjørdur skuld
setingum frá tjóðveldis
flokkinum, aftur.
Sum
landsstýrismaður
í vinnumálum er Bjarni
Djurholm
umboð
fyri
partaeigaran í Atlantsflogi,
sum er landskassin og
sostatt Føroya Fólk.
Og tað er lopin nógvum
fyri bróstið, at hann hevur
alment sagt, at hann hevur
heitt á almennu umsitingina
um at brúka Faroe Jet.
Í Sosialinum í gjár helt
nevndarformaðurin
í
Atlantsflogi, at tað tóktist
løgið, at partaeigarin í ein
um felag heitti á sítt bak
land um at brúka kappingar
neytan.
Og hetta er eisini fallin
tjóðveldisfólki fyri bróstið,
tí í Løgtinginum í gjár
vildu tey hava løgmann
at svara um hann helt, at
Bjarni Djurholm umsat sítt
málsøkið á fullgóðan hátt
og røkti sínar skyldur eftir
lógini um ábyrgd lands
stýrismanna.
Men Bjarni Djurholm
heldur fast við, at hann hev
ur onki skeivt gjørt og hann
heldur ikki, at hann er lopin
í bakið á Atlantsflogi.
- Tað einasta, eg gjørdi
var, at gera landsstýrið vart
við, at vit hava tvey feløg
og har tað var ein fyrimunur
at brúka Faroe Jet, eiga vit
ikki at velja tað frá.
- Tað er óvanligt, taka slíkt
fram á landsstýrisfundi,
men tað gjørdi eg og vísti
til eitt skriv, sum Faroe Jet
hevði sent.
Hann sigur, at hansara
sjónarmið er, at tá ið tað
almenna keypir tænastur,
har fleiri kappast um at
veita, eigur tað almenna
at velja tað loysnina, sum
tænir okkum best í prísi og
annars og tað gjørdi hann
vart við.
- Vit eiga ikki at missa
kappingina burtur við bara
at brúka ein veitara mestsum
automatiskt og har tað er
ein fíggjarligur fyrimunur
at brúka ein ávísan veitara,
eiga vit at brúka hann.
Men
eigur
tú,
sum
partaeigari í Atlantsflogi
ikki at heita á almennu
umsitingina um at brúka
títt egna felag?
- Nei, tað eigi eg ikki.
Vit eiga eisini Føroya Tele,
men samskiftið hava vit í
Vinnumálaráðnum eisini
boðið út og hava tikið av
einum tilboðið frá Kalli.
Bjarni Djurholm sigur, at
hetta málið er í tveimum.
- Vit eiga altíð at brúka
skattgjaldarans
pengar
so skilagott sum gjørligt
og tí áliggur tað okkum
at brúka teir bíligastu veit
ararnar. Men vit halda
eisini, at kapping er góð
og tí eiga vit heldur ikki
at taka grundarlagið undan
kappingini við bara at brúka
ein veitara av sær sjálvum.
Sostatt eiga vit at brúka
tann bíligara veitaran og
í hesum sambandi merkir
tað, at vit eiga at leggja
okkum í geyma, at tað eru
tvey flogfeløg.
Annars gjørdi tjóðveldis
flokkurin nógv burturúr
málinum í gjár og helt, at
Bjarni Djurholm hevði lagt
seg beinleiðis út í kappingina
á
loftmarknaðinum
og
royndi at minka um inn
tøkugrundarlagið
hjá
almenna felagnum, sum
hann sjálvur varðar av.
Løgmaður dugdi ikki at
síggja nakran trupulleika, tí
tað einasta Bjarni Djurholm
hevur gjørt, er at minna á,
at tað eru tvey flogfeløg
og at vit ikki eiga at velja
tað felagið frá, sum hevur
bestu treytirnar og tað hann
ikki vera eitt órímiligt
sjónarmið.
Atlantic Airways seljast longu í vár
Bjarni Djurholm:
Eg havi onki skeivt gjørt
- Vit eiga ikki at brúka pengarnar hjá skattgjaldarunum
óneyðugt og tað er ikki meiri enn rímiligt, at vit brúka
Faroe Jet, har tað er ein fyrimunur og tað havi eg tosað við
Landsstýrið um, sigur Bjarni Djruholm
Seinasta samgonga
tók 100% Atlantsflog
framum og útihýsti
Maersk
Tá ið Løgtingið týsdagin
viðgjørdi leiklutin hjá
Bjarna Djurholm í spurn
inginum um Faroe Jet og
Atlantsflog vísti Jenis
av Rana úr Miðflokkin
um á, at tað, sum lands
stýrismaðurin nú hevði
gjørt, var fyri so vítt nýtt.
Tí hevur Bjarni Djur
holm lagt seg seg út í hesi
viðurskifti nú, gjørdi Tjóð
veldisflokkurin tað eisini í
undanfarnu samgongu.
Jenis av Rana vísti
nevniliga á, at undanfarna
samgonga hevði sanniliga
tikið tað eina flogfelagið
á Føroya rutuni framum
hitt.
Miðflokkurin
var
í
samgongu við Tjóðveldis
flokkinum í undanfarnu
samgongu og Jenis av
Rana vísti á, at undanfarna
samgongu
tók
100%
Atlantsflog framum hitt
flogfelagið.
Tað var enntá frammi
á Landsstýrisfundi í sein
astu samgongu um at gera
avtalu við Maersk um at
flyta sjúklingar, men tað
kundi ikki koma upp á
tal, tí tann flutningurin
átti ein part av lívinum í
Atlantsflogi, segði Jenis
av Rana.
Bill Justinussen, sum
var landsstýrismaður í
teirri samgonguni, váttar,
at hann hevði tað frammi
á landsstýrisfundi um at
samráðast við Maersk um
sjúklingaflutning í eini
roynd at fáa prísin niður,
men tað fekk hann ikki
politiska undirtøku fyri.
Í teirri samgonguni
var boðskapurin, at tann
flutningin skuldi almenna
føroyska flogfelagið hava.
Hann vísir á, at Almanna-
og heilsumálaráðið sendir
eini 1500 sjúklingar og
1000 fylgjarar av landinum
um árið uttanlands við
flogfarið í sjúkraørindum.
Talan er sostatt um 2500
fólk um árið ella næstan
sjey fólk hvønn einasta
dag í árini. Tí er talan um
rættiliga nógvan flutning
og tann flutningin var
undanfarna
samgonga
við tjóðveldisflokkinum,
fólkaflokkinum,
Mið
flokkinum og sjálvstýris
flokkinum samd um at
útihýsa annað flogfelagi á
Føroya rutuni frá, tí tann
flutningin skuldi føroyska
felagið hava.
Seinasta sam
gonga útihýsti
Maersk