Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 30. november 2006 7 tíðindi Smyril Line og Klaks­ víkar kommuna hava undirskrivað ein sáttmála um, at Ánirnar hereftir verða eykahavn hjá Norrönu. - Nú fáa vit skapt bæði menning og virksemi í hetta havnarlagið, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen. Skipaferðsla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Er veðrið so mik­ið vánaligt at Norröna ikk i sleppur til bryggju í høvuðsstaðnum, verður nú høvið til hetta í Klaksvík. Hetta stendur at lesa í avtaluni, sum varð undir­ skrivað týsdagin millum báðar partarnar. Sambært avtaluni skal Klaksvíkar kommuna gera nakrar tillagingar við nýggja havnarlagið í Án­un­um, og skal hetta arbeiðið verða liðugt um eina viku. Havnarlagið skal asfal­ ter­ast, og enn vantar eitt høli til tollararnar, soleiðis at teir fáa útint sítt arbeiði, tá skip leggja at landi. - Men tað kemur eisini einaferð seinni, sigur borg­ arstjórin við Sosialin. Góðar umstøður Við at hava valt Ánirnar sum alternativa havn, hev­ ur ein samstundis valt eitt stað, sum liggur í veður­ góðum umhvørvi og har tað er sera høgligt hjá so stór­um skipum sum Norrönu at koma til og frá. Borgarstjórin í Klaksvík er tí ovurhonds fegin um, at henda avtalan umsíðir er komin í havn. Kommunan hevur brúkt nógvar milliónir av krón­ um uppá at laga havn­ arlagið til hesa uppgávuna, og nú er tað komið so mikið langt, at Norröna veruliga kann leggja til bryggju her í framtíðini, um tað gerst neyðugt. Umframt avtaluna um kajpláss hevur Norröna eis­ini møguleikan at fáa sóttreinsað vatn umborð. Sambært avtaluni skal komm­unan kunna veita 200 tons av slíkum vatni um tíman. Ánirnar er eisini atløgu­ havn hjá verk­smiðju­trol­ aranum Atlantic Navigator. Men avtalan er gjørd so­leiðis, at hevur Norröna brúk fyri kajplássi, so má Navigator víkja. Tummas Magnussen, stjóri í Smyril Line (vinstrumegin) og Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík fegnast um at avtalan er komin í Havn Mynd: klaksvik.fo Klaksvík sum alternativ havn hjá Norrönu Eyðun í Leikalund Tann næsta mánaðin fer listamaðurin Eyðun av Reyni at hava framsýning í Leikalund í Klaksvík. Ferniseringin verður fríggjakvøldið, og í tí sambandi er Leikalund opið til klokk an 23. Eyðun av Reyni, sum hevur listaútbúgving úr Danmark, hevur havt nógvar framsýningar, síðani hann luttók á Ólavsøkuframsýningini fyrstu ferð í 1964, og hann hevur sýnt víða. Framsýningin í Leikalund er opin mánadag til leygardag frá kl. 10 til 20. Leikhúsjól Frá í morgin ber til at keypa atgongumerki til Leikhúsjól, sum aftur í ár verða í Sjónleikarhúsinum í Havn. Venjingarnar eru byrjaðar, men fyriskipararnir vilja ikk i avdúka, hvussu Leikhúsjól verða í ár, men at farið verður aftur í tíðina og út um landoddarnar. Frumframførslan verður tann 10. desember, og síðani verður spælt átta ferðir til tann 21. desember. Atgongumerkini kosta 60 krónur og fáast í Kunningarstovuni. Handilslívið í Klaks­vík merkir framvegis til positivu avleiðingarnar eftir upplatingina av Norðoyatunlinum. - Her eru fremm­ andafólk til handils so at siga hvønn einasta dag, sigur forkvinnan í Klaksvíkar Handils­ felagi, Bjørghild Magnusson Handilslív Orð & mynd: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Tað var ein heilt serstøk vika hjá handl­ unum í Klaksvík, tá Norð­ oyatunnilin lat upp seinast í apríl mánaði í ár. Samstundis við at tað var koyrandi undir Leir­víks­ fjørð, var ókeypis at koyra landið runt. Og í hesum sambandi nýttu nógv høvið at fara ein ókeypis túr til Klaksvíkar. Summi fóru fyri at hyggja seg um og koyra á støð, har tey ikk i høvdu verið áður. Men handilsfólk í býnum gjørdu seg til hesa innrásina, og fingu sanniliga eisini gagn av hesum. Nógv fólk úr Norðoyggj­ um var at síggja í handlunum hesar dagarnar. Hinvegin vóru sera, sera nógv fólk úr øðrum pørtum av landinum til handils í Klaksvík. Og henda positiva gongdin hevur hildið á, tí handlarnir hava enn nógv at gera. - Sølan er sjálvandi ikk i hin sama sum hesa vikuna. Men hon er í øllum førum meiri enn frammanundan upplatingini av tunlinum, staðfestir Bjørghild Magnus­ son. Í Klaksvíkar Handils­fe­ lagi eru 56 limir. Her er talan bæði um handlar, mat­ stovur og onnur virki. Meiri peningur Handilsfólk í Klaksvík síggja tó ein vansa við tunl­ in­um: Gjaldið fyri at koyra til Klaksvíkar. Fyri tey hevði tað verið best um einki gjald var, tí tað heldur fólki aftur í at koma higar at keypa. Hinvegin so síggja tey ofta, at fleiri sláa seg saman og fara í einum bili. - Vit vita ikk i altíð, hvag­ ani tey eru. Men tey koma innar fyri at hyggja seg um, líkasum fyri at vita, hvat úrval vit hava og eisini fyri at læra handlarnar her at kenna. - Og tað er meiri enn so komið fyri, at tey hava ringt aftur og bílagt onkra vøru, sum tey sóu, meðan tey vitjaðu her, sigur formaðurin í Handilsfelagnum. Tey eru eisini vitandi um norðoyingar sum eru farnir aðrastaðni at vitja handlar. Tað vísir seg ofta, at tá tey koma norður um aftur, so siga tey bara: “Tað er gott at vera her. Í Klaksvík er eisini nógv at fáa!” - Fólk hevur meiri pening um hendi nú. Og tað merkja vit tíbetur eisini, sigur Bjørg­hild. Gjørdi mun at tunnilin kom Spenna seg út fríggjakvøldið Nú jólamánaðurin byrjar í annaðkvøld, fer Handilsfelagið í Klaksvík eisini at markera hetta. Í fyrsta lagi verða handlarnir opnir til langt út á kvøldið, og verður hetta alt samantvinnað við fleiri onnur tiltøk gjøgnum allan dagin, bæði av handilsligum og mentanarligum slagi. Kvøldið byrjar við at jólatræið verður tendrað. Síðani verður opið hús í KFUM&K, samstundis sum fólk hava høvið at vitja handlar og onnur støð í býnum til kl. 23. - Vit hava nógv at bjóða her í Klaksvík. Í veruleikanum er tað styttri hjá eysturoyingum at fara til Klaksvíkar enn til Havnar, sigur Bjørghild Magnusson, forkvinna í Klaksvíkar Handilsfelagi