Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 232 - 30. november 2006 tíðindi Ov nógvir spurningar detta ósvaraðir niður ímillum, tá ið ivi stingur seg upp um, hvør eigur ábyrgdina av teimum SKÚLAFUNDUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað eru ov nógv ivamál í sambandi við skipanina av fólkaskúlanum, og tað ávirkar arbeiðið og úrslitið. Hanus Joensen, skúla­ stjóri í Kommunuskúlanum í Havn, vísti í Miðlahúsinum á, at gráu økini eru mong: – Alt ov ofta verður spurt og ivast í, um tað nú er Mentamálaráðið, Fíggj­ar­ málaráðið, Al­manna­stovan ella kommunurnar, sum eiga ábyrgdina, og um tað er ein ella fleiri ella kanska allir hesir partarnir, sum skulu játta pengar. Ivamálini bera við sær, at ofta detta spurningar ósvaraðir niður ímillum, og tað er spell. Ikki minst tá ið tað snýr seg um næmingar við serligum tørvi. – Ein bólkur hevur í fleiri ár arbeitt við at fáa skil á “grá-sonu” økinum. Tað hoyrist kortini einki um arbeiðið hjá hesum bólkinum, so hann arbeiðir ivaleyst ógvuliga gjølla, helt Hanus Joensen speiskliga fyri. – Vit mugu hava trygd fyri dygd, men menn­ingar­ ætlanir at røkka hesum eru treytaðar av at gráa økið ikki longur verður litleyst. Liðiligari skipan Hanus Joensen heldur, at talan má verða um liðiligari skipan enn nú, og at tað eigur at vera nógv lættari, enn tað er nú at gera roynd­ ir og nýskipanir, og at tað eisini viðvíkjandi starvs­ fólkum eigur at vera størri liðiligheit í skipanini: – Vit hava í okkara skúla dømi um, at skipanin er alt ov lítið liðilig. Um ein lærari t.d. eisini er sosial­ ráðgevi ella kanska sálar­ frøðingur, so eigur lærarin at hava møguleika á sama arbeiðsplássi at røkja upp­ gávur bæði sum lærari og t.d. sum sálarfrøðingur. Lær­arin kennir skúlan inn­ anífrá, og tað er sjálvsagt fyrimunur at hava sovorðnan sálarfrøðing. Sjálvandi skal lærarin fyri tann partin av arbeiðstíðini, sum verður nýtt til sálarfrøðingaarbeiði, fáa ta lønina, sum hoyrir tí arbeiðinum til, men hetta hevur víst seg ikki at bera til, og tað er spell, sigur skúlastjórin í Komm­ unuskúlanum í Havn. Meiri litur skal setast á gráu økini Kjakpanelið týskvøldið var mannað við seks ymiskum umboðum. Teirra millum var Hanus Joensen, og hann yngsti meiri lit á gráu økini Ingvald á Kamarinum er stjóri á einum serskúla fyri atferðartruplar næmingar í Danmark, og hann mælir til, at truplu næmingarnir skulu takast úr skúlanum, tí soleiðis høvdu bæði lærarar, vanligi næmingurin og trupli næmingurin fingið nógv meiri burtur úr. – Setið á stovn á stovn ein serskúla, ljóðar hansara ráð SKÚLI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Fjordskolen liggur í Norður­ jyllandi og er ein skúli fyri atferðartruplarnæmingar. Skúlastjórin har eitur Ing­ vald á Kamarinum, og hann hevur arbeitt við at­ferðartruplum børnum sein­astu tíggju árini. Hann hevði ikki ætlanir um at blanda seg í kjakið um fólkaskúlan í Føroyum, men eftir kjaktorgið, sum var í Miðlahúsinum týs­ kvøldið, kennir hann á sær, at hann má siga sína hugsan. Tí ein spurningur, sum ofta varð havdur á lofti týskvøldið, var hvat gera vit við truplu næmingarnar. Hesir næmingar fella burt­ur ímillum, og enda í sokallaðum gráum økjum, har ein loysn er at hóma. Men Ingvald á Kamarin­ um hevur eina sera einfalda, og sambært honum eisini góða loysn til henda trupulleika. Ein loysn, sum hevði givið atferðartruplu næmingunum nógv betri sømdir, og hevði givið Føroyum ein betri fólka­ skúla. – Takið truplu næming­ arnar úr fólkaskúlanum. Teir skulu als ikki vera í skúla, er hansara greiði boðskapur. – Tað sigur seg sjálvt, at ein flokkur við 24 næm­ ingum, harav tveir hava atferðartrupulleikar, ikki riggar sum hann skal. Teir báðir truplu næmingarnir fara við nógvari orku, og so er lítið gott eftir til hinar 22 næmingarnar. Tá eru báðir næmingabólkarnir við sviðusoð, og tað er lærarin eisini, sum hevur brúkt allar sína orku til eina uppgávu, sum onki úrslit sæst av, sigur Ingvald á Kamarinum. Betri loysn fyri øll Ingvald á Kamarinum mælir tí til, at seta á stovn ein serskúla í Føroyum. Ein skúla fyri atferðartruplar næmingar. Tað hevði loyst nógvar trupulleikar, sum føroyski fólkaskúlin í dag stríðist við. – Næmingarnir, sum eftir eru í vanliga fólkaskúlanum, høvdu fingið meiri burtur úr, tí nú hevði lærarin meiri tíð til teir. Lærarin hevði eisini verið betri upplagdur, tí hann hevur størri yvirskot nú hann ikki skal brúka so nógva orku upp á truplu næmingarnar. Og teir truplu næmingarnir fáa nú eisini munandi meiri burtur úr, hava teir fingið eitt serligt tilboð har teirra tørvur verður nøktaður, vísir Ingvald á Kamarinum á. Við øðrum orðum er Takið truplu næm Brúkiligt fiskarí Tað hevur viðrað sera, síðani Atlantic Navigator fór nýggjan túr herfyri. Teir hava roynt einar 40 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni saman við hinum føroysku skipunum, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Í gjár hevði Atlantic Navigator 400 tons av surimi og 100 tons av mjøli inni eftir at hava fiskað í tólv dagar. Tað vánaliga veðrið darvar fiskiskapinum, tí tað vísir seg, at svartkjafturin spjaðir seg, tá illveður er. Nýggjur stjóri Dátueftirlitið fær nýggjan stjóra á nýggjárinum. Innlendismálaráðið setti í gjár Ingunn Eiriksdóttir í starvið. Ingunn er útbúgvin løgfrøðingur. Síðani 2000 hevur hon arbeitt sum fulltrúi í miðfyrisitingini, og síðani 2004 hevur hon arbeitt í innlendismálaráðnum við m. a. persónsupplýsingarlógini sum ábyrgdarøki, eins og hon regluliga hevur undirvíst í somu lóg og dátutrygd. Ingunn Eiriksdóttir tekur við stjórastarvinum 1. januar. Henda greinin er frá fund­inum í Miðla­ húsinum týskvøldið, har Suðurstreymoyar Javnaðarfelag varpaði ljós á fólkaskúlan. Í blaðnum í gjár – mikudagsblaðnum – vóru tríggjar síður um evni. Pláss var ikki fyri hesi greinini tá, og tí verður hon prentað nú.