Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 30. november 2006 9 tíðindi tíðindi Ráðharri niðraður Norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen, er av sámiskum uppruna, og tað fekk hon at kenna, tá norska reiðarafelagið helt fund í vikuni. Sambært norskum fjølmiðlum tosaðu einstakir reiðarar niðrandi um ráðharran og vístu til hennara uppruna. Nevndarformaðurin í reiðarafelagnum, Inge Halstensen, sigur seg ikki minnast, at nakar tosaði niðrandi um ráðharran og hennara uppruna, men hann hoyrdi ikki alt, sigur hann. Fyrilestrar Í morgin og næsta fríggjadag verða tveir kandidatfyrilestrar á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum í sambandi við endaligt prógv í søgu og siðsøgu. Í morgin 1. desember heldur Jane Hoydal kandidatfyrilestur við heitinum ”Søgubókin í 7-ára fólkaskúlanum”, og fríggjadagin 8. desember heldur Annika Y. Skaalum sín fyrilestur, sum hon kallar ”Føroyskt heimavirki. Heimligt og fremmant í føroyskum handarbeiði”. mingarnar úr skúlanum hansara uppskot ein betri loysn fyri allar partar. Bøtt um PISA-úrslit Ingvald á Kamarinum er sannførdur um, at hansara uppskot hevði loyst nógvar trupulleikar í føroyska fólka­ skúlanum. Hann er enntá vísur í, at tað hevði bøtt munandi um úrslitið av eini PISA-kanning. – Eg eri vísur í, at longu eitt hálvt ár eftir, at henda broyting hevði verið fram, høvdu úrslitini í eini PISA- kanning verið munandi betri. – Tað eru jú tilfeingið hjá læraranum, sum skal bera næmingin víðari, og tá lærarin hevur størri yvirskot, so verður eisini meiri til næmingin, vísir Ingvald á Kamarinum á. Børn ongin útreiðsla Í kjakinum um fólkaskúlan hevur ofta verið ført fram av politikarunum, at játtanin er vaksin so og so nógv, men hesi tankagongd skilir Ingvald á Kamarinum ikki heilt. – Tað kann ikki vera rætt, tá børnini verða løgd fram sum ein útreiðsla, sigur hann. Ingvald á Kamarinum heldur, at børnini eru ein íløga og ikki ein tung byrða. – Vit vera noydd at síggja børnini og skúlan í ljósinum av PISA-kanningini, og út frá tí er skjótt at koma eftir, at her má okkurt gerast. Við onki at gera, so vaksa trupulleikarnir. Lærararnir eru ovbyrðaðir sum er, og tað verður stein­ ur oman á byrðu. Sjúkra­ dagarnir hækka, undir­ vísingarstøði lækkar og og truplu næmingarnir søkka djypri, sigur Ingvald á Kamarinum. – Takið truplu børnini út og setið á stovn ein serskúla, ljóða hansara ráð. Tað hevði loyst nógvar trupulleikar, og ikki minst motiverað tey truplu børnini til at fara víðari. Antin í skúla ella á arbeiðsmarknaðin, og tað er týdningarmikið. Øll eru ikki bóklig, og tað hongur ikki saman, tá vit í Føroyum hava ungdóm, sum er dottin burtur ímillum, meðan flaka­ virkjunum tørva arbeið­s­ megi, ella hvat, spyr Ing­ vald á Kamarinum at enda. Fleiri túsund undirskrivtir ímóti Argjamaðurin, Sølvar Michelsen hevur saman við øðrum longu savnað túsundtals undirskrivtir ímóti uppskotinum at broyta grein 266b í revsilógini. Mótmæli Snorri Brend Løgtingið: Fyrst í næstu viku fer løgtingið at hava 2. viðgerð av uppskotinum um ætlaðu broytingarnar í revsilógini. Frammanundan hava fleiri fólk bæði í Føroyum og uttanlands sagt sína positivu hugsan um hetta málið, m.a. við teimum mongu undirskriftunum sum higartil eru handaðar løgtinginum. Eitt annað átak hevur somuleiðis verið í gongd hesa seinastu tíðina, sum Sølvar Michelsen á Argjum og onnur hava staðið fyri. Fyri hesum átaki stendur ein bólkur, ið kallar seg ”VIT SIGA NEI ”, sum hevur ymisk sjónarmið fyri støðutakan teirra. Felags fyri tey er tó tað, at tey halda ikki, at ein serstakur bólkur skal verða tikin úr rúgvuni grundað á kynsliga sannføring. Fyri Sosialinum upplýsir Sølvar, at ætlanin er at handa allar hesar túsundtals undirskrivtirnar fyrst í komandi viku, tá uppskotið kemur til 2. viðgerð. - Vit ynskja kortini at geva enn fleiri fólkum møgu­ leika at senda sína undirskrivt inn ímóti broytingunum, upplýsir Sølvar Michelsen. Hetta kann gerast við at vitja heimasíðuna www. neinei.dk, har greitt verður nærri frá orsøkini til hesa undirskrivtsinnsavningina. Seinasta freist at senda undirskrivtir inn er sunnu­ dagin. - Vit hava longu fingið fleiri túsund undirskrivtir, sigur Sølvar Michelsen Nógv av undirvísingini hjá Fjordskolen gongur fyri seg umborð á hesum bátinum, sum Ingvald á Kamarinum her stendur í Ingvald av Kamarinum hevur 10 ára starvsroyndir frá økinum við atferðartruplum og veikum næmingum, ella næmingum við serligum tørvi. Hann er útbúgvin sosial-pedagog við spesiali í familju-viðgerð, og er í dag skúlastjóri á Fjordskolen í Norðurjyllandi. Ein skúli fyri atferðartruplar næmingar, har serliga nógv av undirvísingini gongur út uppá at geva næmingunum “succés-upplivingar. FAKTA