Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 30. november 2006 25 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond – Eingin her visti nakað um Alexander Litvinenko, fyrr enn hann var deyður russiskir fjølmiðlar Stutt sagt Stillar upp Franski innan­ríkis­ráð­ harrin, Nicolas Sarkozy, kunngjørdi í gjár, at hann ætlar sær at stilla upp á forsetavalinum næsta ár. Í januar skal flokkur hansara, UMP, taka støðu til, hvønn hann skal stilla upp, og sum er bendir alt á, at tað verður Sarkozy. Vinnur hann uppstillingina, skal hann kappast við valevnið hjá sosialistunum, Sego­lene Royal. Meininga­kann­ ingar vísa, at tey bæði hava líka góðar møguleikar at vinna forsetavalið, sum verður tann 22. apríl. Bræv til USA Í einum opnum brævi til amerikanska fólkið heitit iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, á USA um at taka seg aftur úr Irak og at viðurkenna eitt sjálvs­ støðugt palestinskt ríki. Í brævinum, sum er fimm síður, skrivar forsetin, at amerikanska stjórnin hev­ur gjørt seg seka í tvingsli, valdsnýtslu og órættvísi, og hann biður amerikanska fólkið ímynda sær, hvat tað kundi fingið fyri allar teir pengarnar, sum kríggið í Irak hevur kostað USA. Eitt nú kundu tey, sum mistu hús og heim av ódn­ini Katrina, havt tað gott í dag, skrivar Ahma­ dinejad. Ford sparir Umleið 38.000 starvsfólk hjá amerikanska bil­fram­ leiðaranum Ford hava góð­ tikið, at tey skulu farav frá fyrr enn ætlað. Orsøkin er, at Ford hevur havt fleiri milliardir krónur í halli av veksandi kapping frá bilverksmiðjum í Asia. Eygleiðarar siga, at Ford misti einar 35 mia. krónur níggju teir fyrstu mánaðarnar í ár, og leiðslan hevur boðað frá, at 16 verksmiðjur verða stongdar. Sparitiltøkini hava við sær, at næst­an helmingurin av starvs­ fólkinum hjá Ford missir arbeiðið. Russiskir fjølmiðlar halda ikki, at tað var trygdartænastan FSB, sum eitraði ein fyrrverandi KGB- mann í London ella fyrrverandi forsætisráðharran Jegor Gajdar Jegor Gajdar hevur tað betri nú, eftir at hann fall í óvit á einum fundi í Írlandi seinasta fríggjadag. Vesturlendskir fjølmiðlar hava nevnt, at hetta málið kann hava samband við til­burðin við fyrrverandi KGB-manninum Alexander Litvinenko, sum doyði av eitran í London í síðstu viku. Teir vísa á, at Litvinenko hevði lagt Vladimir Putin, forseta undir at hava skipað fyri atsóknum í Moskva og givið kekenskum upp­ reistrarmonnum skyldina. Men óheftir russiskir fjøl­miðlar halda ikki, at Putin ella FSB hava nakað við teir báðar tilburðirnar at gera. Teir siga, at Putin fær einki gagn av at eitra Jegor Gajdar, og Alexander Litvinenko hevði ikki so stóran týdning, at tað var neyðugt at beina fyri hon­ um. - Eingin her visti nak­að um hann, fyrr enn hann var deyður, skriva russ­ isku bløðini. Tey halda har­ afturímóti, at ríkmaðurin Boris Berezowsky kann hava havt samband við báð­ ar tilburðirnar. Hann býr í Bretlandi og er av argastu mótstøðumonnunum hjá russiska forsetanum. Sam­ bært russisku fjølmiðlunum kann hann hava beint fyri Litvinenko og roynt at gera tað sama við Gajdar fyri at herða mótstøðuna ímóti Putin. Mitt í ruskdunganum fann ein brasilskur ruskmaður eitt kuffert við pengum. Tá tann 43 ára gamli José Sebastian Batista Bereta kom fram á kuffert­ ið og sá, hvat var í tí, kundi hann ikki annað enn taka tað við sær til hús. Í kuffertinum vóru 12.000 reals, sum svarar til einar 30.000 krónur ella meiri enn tvær árslønir hjá ein­um brasilskum rusk­ manni. Í kuffertinum vóru eis­ini nakrir kekkar við navninum á manninum, sum átti kuffertið, og José Sebastian Batista Bereta valdi at fara til eig­aran við tí. Tað vísti seg, at maðurin hevði fjalt kuffertið í ruskdunganum fyri at forða fyri, at tjóvar skuldu fara við tí. – Í fyrstani ætlaði eg at taka pengarnar, men sam­vitskan beyð mær at bera teir aftur, og tað var tað einasta rætta, sigur tann samvitskufulli rusk­maðurin við AP-tíð­ indastovuna. Samvitskufullur ruskmaður Ivi um eitran Tann sokallaða Baker- nevndin fer at mæla George W. Bush, forseta til at fara undir afturtøku úr Irak Nevndin við fyrrverandi uttanríkisráðharranum Jam­ es Baker á odda varð sett til at geva Bush og stjórnini tilmæli um, hvørji stig USA eigur at taka í krígnum í Irak. Nevndin fer at leggja sítt tilmæli fram tann 6. desember, men longu nú er greitt, at hon fer at mæla forsetanum til at skerja her­ mannatalið í Irak. Blaðið The New York Times sigur seg hava fing­ ið at vita frá vælvitandi keldum, at eftir tilmælinum hjá nevndini skal USA leggja á annan bógv í Irak, soleiðis at amerikanski lut­urin verður at styðja iraksku myndugleikarnar heldur enn at kríggjast við mót­støðumenn. Eygleiðarar siga við blaðið, at tilmælið um afturtøku er helst ætlað at leggja trýst á iraksku myndugleikarnar fyri at fáa teir leggja støtti dent á at menna herin og løg­ regluna. Harafturat mælir nevndin til eina ráðstevnu millum londini í Miðeystri. Enda­ málið er at fáa Iran og Sýria­ land upp í málið, skrivar The New York Times. Eygleiðarar í Washington siga, at tað verður torført hjá forsetanum at skáka sær undan tilmælinum frá Baker-nevndini, serliga tí at hon er samd um tilmælið. Í nevndini eru fimm republi­ kanarar og fimm demo­ kratar. Suðurkorea boðaði í gjár frá, at tað fer skjótt undir at taka sínar hermenn úr Irak. Mæla til afturtøku James Baker, fyrrverandi uttanríkisráðharri, er formaður í Baker-nevndini.