Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 18. desember 2006 13 Kistan við Christiani Olsen, Klaksvík, fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í dag kl. 18 heim í Christianskirkjuna. Jarðarferðin verður týsdagin kl. 13. Svenn Askham, Tórshavn, andaðist á Umlættingar­ heim­inum 17. desember, 74 ára gamal. Bønarhald veður í Landssjúkrahúskapellinum týsdagin kl. 16. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum mikudagin kl. 14. Kristin Holm, Nólsoy, andaðist sunnudagin 59 ára gamal. Kistan fer úr landssjúkrahúskapellinum týs­dagin kl. 14. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Margit Jacobsen, Nólsoy, andaðist á Lands­sjúkra­ húsinum hósdagin, 62 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum sunnudagin kl. 17.30. Jarðarferðin verður úr heiminum í Nólsoy mánadagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Margit, kunnu lata Nólsoyar kirkju eina peningagávu. Konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Dagurin 19. desember. Nemesius, deyður umleið ár 250. Um halga mannin Nemesius sigur halgisøgan, at hann einaferð varð lagdur undir stuldur. Men tá ið hann kundi prógva, at hann var ósekur, varð hann ákærdur fyri at vera kristin og tikin av døgum. Prógv 2. novembur 2006 tók Hans Jacob Kollslíð, Skála, prógv sum M.Sc. í International Fisheries Management á Norges fiskerihøgskole, Universitetet i Tromsø. Tann 21. desembur fekk Bárður Johannesen handað prógv í Byggifrøði á altjóðari linju við Københavns Erhvervs Akademi. Útbúgvingin ber enska heitið: Constructing Architecture, og hon tekur 3½ ár. Bárður er sonur Daniu og Petur Hans Johannesen, og er uppvaksin á Argjum. Christian Olsen f. 26.07.1946 d. 15.12.2006 in memoriam Nú kalt fer lot um fjallatind, nú myrkt er millum fjalla, nú aftur hvarv ein vinarmynd, nú Kristian mátti falla. --- Tú vart so livandi í dáð, tú vart so ráðasnúgvur, tú átti í tær hesa trá, í verk’ at vera trúgvur. Tú vinur okkar alra var, sum innan ferðavinnu, ein virknan lut í leiki bar, at flyta við oss finnu. Vit virða teg, at við tú var eitt grev í okkar garði, og tína byrðu fróður bar, so eftir stendur varði. Sum minni um ein megnarmann, ið inti avrik stór, til sóttin svára feldi hann, og hann til fedrar fór. --- For Kristiani vit lýsa frið, ov brátt hann fór á ferð, at leita upp hitt evsta mið, har ævinleikin er. For tykkum, sum hann vardi av, vit biðja, at tit finna, at Hann, sum Kristian’ lívið gav, Hann sorg kann tykkum linna. Kunningarstovurnar Sørvágs kommuna hevur fing­ið nýggjan brandbil. Tal­ an er um ein Volvo FM12 (4x4) við 340 hk motori. Bilurin er keyptur frá VR- Bilar í Havn og er uppbygdur hjá »Rosenbauer« í Eystur­ ríki og hjá HMK Ringe Karrosseri í Ringe, Dan­ mark. Bilurin verður driv­in av bæði for- og bakhjólunum ger og er útgjørdur til at koyra allastaðni og í øllum veðri. Hann skal eisini kunna koyra til Bø og Gása­ dals á vetrardegi. Volvo bilurin er útgjørdur við nýtímans klippiútgerð, roykkavaraútgerð, ið er keypt frá Fønix í Havn. Eisini hevur bilurin tvær hátrýstslangur á 70 m hvør. Hátrýstdysur framman, sum t.d. kunnu nýtast til at spula olju burtur av vegnum. Eis­ ini er el-generator og útgerð til arbeiðsstreym er til taks í bilinum, um ikki onnur elveiting er nærhendis. Bilurin rúmar átta sløkki­ liðsmonnum, har fýra royk­ kavarar gera seg til reiðar í bilinum. Hesir hava við nýggju útgerðini fingið radio­útgerð, so teir kunnu samskifta við restina av liðnum, meðan roykkavað verður. Tangarnir rúma knapp­ar 3.000 litrum av vatni, og skúmblandari er somu­leiðis í bilinum. Bilurin hevur eisini spæl at toga akfør, sum eru farin út av vegnum ella í samband við t.d ferðsluóhapp. Eftir ætlan verður farið undir at byggja nýggja brand­ støð í bygdini, tá núverandi støð ikki rúmar nýggja bilin­um. Til nýggja støðin er klár, kemur bilurin at standa í leigaðum hølum á bryggjuni í Sørvági. Gamli bilurin, ein Toyota Hiace frá 1984, ið einans hevur koyrt 4.600 km verður framvegis knýttur at sløkkiliðnum. Við nýggja bilinum hjá Sørvágs kommunu eru Vágar væl stillaðar í sam­ band við tilbúgving. Tá Vága­tunnilin lat upp, fekk Miðvágs- Sandavágs Sløkki­ lið eisini nýggjan brandbil. Brandbilurin verður sýndur fram fyri almeninginum í Sørvági mikudagin frá kl. 17 til 18. Eftir tað fer bilurin á framvísingarferð til bygdirnar fyri vestan, Bø og Gásadal. Sørvágs kommuna nýggjan brandbil nøvn Tøkk Øllum tykkum, gleddu meg á 70 ára føðingardegnum og sum hjálptu til at gera mær dagin so hugnaligan, takki eg hjartaliga. Takk fyri gávur, blómur, fjarrit og uppringingar. Eg ynski tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt vælsignað nýggjár. Blíðar heilsanir Hergerð Hansen í Vági Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri pápi, verpápi og abbi okkara Svenn Askham frá Tórshavn andaðist á Umlættingarheiminum 17. desembur 74 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum týsdagin kl.16.00 Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum mikudagin kl.14.00. Familjunnar vegna Palli, Heðin og Ingun v/fam.