Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 244 - 18. desember 2006 - Eg havi bert verið eina ferð í Kosovo tey seinastu seks árini, sigur unga kosovo- kvinnan Dafina. Árla leygarmorgunin ætlaði hon sær aftur at vitja síni kæru í Pristina. So langt kom hon kortini ikki av tveimum orsøkum, veðurfrøðiligum – og fíggjarligum! Flogferðsla Orð og myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kastrup: Dahina var far­ in tíðliga upp henda morg­ unin. Hon skuldi so í øllum førum ikki verða ov sein til flogfarið. Hon hevði fingið tann ótrúliga møguleikan at sleppa heim loftvegis til síni kæru nú beint undan jólum. Takkað verið einum ótrú­ligum tilboði frá ferða­ skrivstovuni “Mega Turist” og FaroeJet kundi Dahina nú sleppa heim til Kosovo munandi bíligari enn áður. Hon var ein av teimum umleið 70 kosovo-alban­ unum sum tóku av hesum tilboðnum. Frammanundan var ikki gjørligt at flúgva beinleiðis millum heimlondini bæði. Tá var neyðugt við millumlendingum, men í ár skuldi tað so verða beinleiðis – beinleiðis úr Kastrup til Pristina, høv­ uðsstaðin í Kosovo. Einasta keðiliga við til­ boðnum var helst tað, at tey máttu upp lantg áðrenn hønurnar ein slíkan leygarmorgun. Flogfarið skuldi fara kl. 5:45, so ein mátti vera í góðari tíð. Men hvat er tað í mun til tað, tá tú aftur sleppur at síggja tíni kæru í heim­ landinum?! Ódýrt og ómakaleyst Sambært ferðaætlanini skuldi flogfarið F6 og ruta no. 503 fara úr flogvøllinum í Kastrup so tíðliga sum klokkan 5:45. Í hesum døgum, tá trygd­ in er í hásætið og nógv fólk ferðast, ráddi um at vera í góðari tíð til at tjekka viðførið inn og til trygdareftirlitið. Klokkan 4:35 skuldi byrjast at tjekka inn, men kl. 4:30 var lítið sum bendi á, at nakað slíkt fór at henda í bræði. Frammanfyri diskin stóðu allir hesir ferðahugaðu kosovo-albanararnir, kvin­ nur og menn í øllum aldri. Og børn í hópatali. Ein umboðsmaður fyri ferðaskrivstovuna Mega Turist, Muusa Ferati av navni, gekk runt og prátaði við ferðafólkini. Líkt er til at tey kenna hann og hann kennir tey. Hann er teirra maður her í Kastrup árla ein leygarmorgun stutt undan jólum. Týðiligt er, at tey hava álit á honum og at tey sam­ stundis eru takksom fyri henda møguleikan, sum hann hevur útvegað teim­ um fyri eini skjótari, bein­ leiðis og ódýrari ferð til heimlandið. Handklæði sum vøgga Hóast tað er óhugnaliga tíðliga at fara frá húsum, út til Kastrup og so avstað kl. 5:45, so er ikki líkt til at tað sakar ferðafólkini so nógv. Gleðin um at sleppa heim vinnur á hesum vansanum. Fólkini práta saman. Tey kennast óivað, og tí er hetta eitt gott høvi at fáa tey seinastu persónligu tíðindini. Kennast tey ikki, ja so kunnu tey í øllum førum deila gleðina við at sleppa heim, - heim undan jólum. Børnini tykjast vera líka spent, og látast ikki um vón, hóast bíðitíðin má kennast teimum óendaliga long. Jólaferðin sum fór í Kastrup-Pristina FaroeJet hevði gjørt avtalu við donsku ferðaskrivstovuna Mega Turist at flúgva eina ferð um vikuna millum bæði støðini. Fyrsta ferðin skuldi vera leygardagin 15. desember. Í summar var ætlanin víðari at økja túratalið til tvær ferðir um vikuna. Spurningurin er, hvat verður av hesi flúgvingini, nú føroyska felagið er farið av knóranum? FAKTA ” Spurnarteknið kundi týðiliga lesast í eygunum á ungu Dahinu: - Hvussu nú – sleppi eg yvirhøvur heim til Kosovo á jólum?! Teir royna at finna eina loysn fyri ferðafólkini, nú frosttoka hevur lagt seg yvir flogvøllin í Pristina – uttast vinstrumegin Muusa Ferati frá Mega Turist og Per frá FaroeJet í Kastrup. Ein kosovo- albani lurtar við áhuga, og tað ger unga kvinnan, Dahina somuleiðis tíðindi