mánadagur 18. desember 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 18. desember 2006
15
tíðindi
Eini hjún hava eitt lítið
barn við, men hava óivað
ikki valt at taka barnavogn,
babylift ella selar við.
Tey vita kortini ráð: Eitt
stórt baðihandklæði kann
brúkast til annað enn at
turka sær við. Stoltu for
eldrini, sum helst skulu
heim at vísa fram nýfødda
barnið til ommur og abbar,
brúka stóra handklæðið
sum vøggu:
Tey halda í hvør sínum
enda av stóra baðihand
klæðnum og vagga soleiðis
aftur og fram við barninum,
sum svevur sín trygga
blund. Yvir sær hevur tað
eitt annað minni handklæði.
Jú, henda øðrvísi vøggan er
ikki at forsmáa.
Eini eldri hjún standa
álvarslig aftarlaga í køini.
Einki bendir á, at tey
ótolnast – tey eru tolin av
lyndi og mugu bara bíða
eftir boðunum um, nær tey
sleppa av við viðførið sítt.
Hvat eru fimm minuttir,
afturímóti tí at sleppa ódýrt
og beinleiðis heim?!
Frosttoka á Balkan
Nú hyggja tey brádliga upp,
tí okkurt sær tú til at henda
har frammi. Ein maður við
brillum sigur okkurt við tey
á donskum.
Hann hevur gingið runt
og smáprátað við Muusa
og okkurt av hinum ferða
fólkunum. Á bringuni hevði
hann eitt skelti, sum boðaði
frá, at hann hevur okkurt
við flogferðslu at gera. Og á
bláa slipsi hansara sæst eitt
gult merki, sum sigur frá
at hann umboðar føroyska
flogfelagið FaroeJet.
- Jeg må desværre med
dele jer alle, at lufthavnen
i Pristina er lukket for
øjeblikket. Der er frosttåge
og dårlig sigtbarhed.
- Så vi må bare vente
til klokken 10, før vi får
nærmere besked derfra,
sigur hesin maðurin, Per
at navni.
Heldur ikki Dahina letur
seg órógva av hesum boð
unum. Hon hevur góða tíð,
og fær heldur einki gjørt
við veðurforsøgnirnar í
heimlandinum.
Tað ber til
Dahina sjálv kom til Dan
mark fyri seks árum síðani,
nakað eftir herviliga kríggið
um Kosovo-landslutin í
90’unum.
Hon var heppin, kom í
læru innan heilsuverkið og
er í dag í læru innanfyri
tannrøktina.
- Tað var ikki altíð so lætt
at byrja ta nýggju tilveruna
her í Danmark. Men tað
nyttar einki bara at siga, at
tað ber ikki til.
- Ger ein nakað við
tað, so ber tað saktans til,
sigur Dahina í óformella
prátinum.
Yvir av henni situr ein
onnur
kosovo-kvinna.
Hon kom sum flóttafólk
úr Kosovo til Danmarkar,
meðan tað leikaði harðast
á í heimlandi hennara, og
hevur eisini funnið sær
arbeiði. Hon starvast innan
mótaheimin.
Henni við lið situr ein
ungur maður. Hann er
komin allan vegin úr einum
býi í Noregi, har hann hevur
búð í eini 10 ár.
Onnur av hesum kosovo-
albanunum koma úr Svøríki.
Henda leygarmorgunin eru
tey øll undir somu korum:
Gleða seg at koma heim
til Pristina ella hvar enn í
landinum tey búgva.
Til grannalandið?
Boðini frá umboðsmann
inum har frammi við diskin
fara so líðandi aftur í køina.
Tey verða umsett so hvørt,
og um somu tíð duga fólk
at skilja, at tey neyvan
sleppa av við viðførið við
tað fyrsta.
Muusa gongur runt mill
um fólkið og tosar við
tey. Tað er týðiligt at hetta
dámar honum ikki. Hansara
ætlan var at hesin fyrsti
túrurin millum Kastrup og
Pristina skuldi ganga eftir
ætlan. Kanska veðrið fer
at batna út á fyrrapartin,
so at sýnið batnar kring
flogvøllin í Pristina.
Við bert 100 metrar sýni
og frosttoku hvørki kunnu
– ella skulu! – sjálvt so
dugnaligir flogskiparar sum
Hans Meinhard á Høgabóli
og Kára Dam, ikki lenda
her. Hjá FaroeJet er trygdin
altíð í hásætinum!
Hann greiðir ferðafólk
unum frá, at veðurmenninir
hava boðað frá, at tað fer at
lætta í kl. 9 um morgunin.
Fær sólin hitað luft og jørð
eitt sindur, fer tokan at
hvørva og klárt verður at
lenda her.
Ein maður kemur fram
til hansara. Hann hevur ein
spurning: - Um tað fer at bera
til at lenda í makedónska
høvuðsstaðnum, Skopje í
staðin? Tað hevði onkur
nevnt sum ein møguleika.
Orðið “Skopje” fer sum
rótasúpan gjøgnum køina
av ferðafólkum. Hetta er
ikki nakað sum teimum
dámar serliga væl. Skal
hesin møguleikin roynast,
er neyðugt at teimum
verður útvegað eitt sonevnt
transitt-pass, og tað kann
taka sína tíð! Hetta er vist
ikki nakað sum fólkinum
dámar væl!
Diskurin at tjekka við
førið inn letur nú upp.
Tvey fólk sita innanfyri
og vinarliga avgreiða tey
ferðaseðlar og viðførið
hjá spentu og hugagóðu
kosovo-albanunum. Nærri
boð verða givin seinni um
sjálva fráferðina.
Sólin hægst á
himmalin
Klokkan er nú farin at
nærkast 9 og á stórskíggj
anum verður nú boðað
frá, at ætlaða flogferðin til
Pristina skal verða kl. 10.
Tíð er at finna sær
útgongdina og gera seg klár
an til hesa fyrstu flogferðina
hjá FaroeJet til Kosovo.
Í erva sita fleiri av ferða
fólkunum og bíða. Tey
hava sett seg soleiðis, at
tey einfalt kunnu síggja
stórskíggjan. – Bara vit
skjótt fáa okkurt at vita.
Við sjálva útgongdina sita
eisini fleiri fólk.
Umboðsmenninir báðir –
altso Muusa og Per – práta
saman og nógv í telefon
hesa løtuna. Tað er týðiligt,
at nú má skjótt takast ein
avgerð: Verður farið avstað
nú, er sólin komin hægst á
himmalin um tað mundið,
tá F6 skal lenda í Pristina.
Tá er størstu sannlíkindi
fyri, at frosttokan er burtur.
Ein lagna og onnur
Ferðafólkini práta síná
millum. Tey lata seg ikki
ávirka av spentu støðuni.
- Åhnei, letur í einum
teirra. – Hyggið at skíggjan
um! Eingin flogferð verður
í dag. Ikki fyrrenn í morgin
kl. 7:30. Hvar fór Muusa?
Muusa hevur eisini fing
ið nýggjastu boðini um
útsettu fráferðina. Hvat
skal hann nú gera? Ringja
til hotell í býnum og veita
teimum ferðandi innivist til
ímorgin. Tað fer at kosta
honum nógvan pening!
Tað sum hvørki Muusa,
Per, Dahina, hini ferðafólk
ini ella nakar annar visti
júst tá var, at lagnan hjá
FaroeJet var avgjørd í somu
løtu.
Høgir harrar høvdu alla
náttina sitið á fundi fyri at
finna loysn fyri framtíðina
hjá flogfelagnum.
Flóttafólk – aftur!
Dúgliga varð fundast heima
í Føroyum. Men staðfestast
kundi kortini:
Henda loysnin varð ikki
funnin. Tí er felagið farið
av knóranum. Og tí verður
eingin flúgving aftur hjá
felagnum.
Eftir sita 70 kosovo-
albanar ørg, spyrjandi og
vónbrotin, alt ísenn.
Uttan at biðja um tað
– ella ynskja tað – gjørdust
tey offur fyri eini kapping
um ferðafólkini á Føroya-
rutuni.
Í roynd og veru gjørdust
tey enn einaferð flóttafólk,
hesa ferð á einum altjóða
flogvølli í Danmark!
Spurnarteknið
kundi
týðiliga lesast í eygunum á
ungu Dahinu:
- Hvussu nú – sleppi eg
yvirhøvur heim til Kosovo
á jólum?!
luftina
SEINASTA:
Sluppu heim
Hóast teir 70 kosovo-albanarnir ikki sluppu
heim leygarmorgunin, sluppu teir kortini
seinnapartin í gjár.
Atlantsflog tók nevniliga eisini yvir avtaluna
við Mega Turist. Á henda hátt varð flogið til
Pristina sunnudagin.
”
Við bert 100 metrar sýni og frosttoku hvørki
kunnu – ella skulu! – sjálvt so dugnaligir
flogskiparar, sum Hans Meinhard á Høgabóli
og Kára Dam, ikki lenda her. Hjá FaroeJet er
trygdin altíð í hásætinum!
Hvørki Per, Dahina ella nakar annar kundu gera nakað við veðrið í Pristina – ella við fíggjarligu
støðuna hjá føroyska flogfelagnum FaroeJet