mánadagur 18. desember 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 244 - 18. desember 2006
tíðindi
- Góðu ferðafólk.
Vælkomin til Keyp
mannahavnar. Vit
vóna at tit hava havt
ein góðan túr, og vit
gleða okkum at síggja
tykkum aftur við
FaroeJet eina aðru
ferð!
Soleiðis boðaði
flogternan frá,
tá flogfarið hjá
FaroeJet setti seg í
Kastrup seinnapartin
fríggjadagin.
Flogferðsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vágar: Lítið visti hon og
øll hini ferðafólkini um ta
veruligu støðuna hjá hesum
flogfelagnum.
Hon og hinar flogternurnar
møttu í góðari tíð henda
fríggjamorgunin og byrjaðu
at fyrireika seg til enn eina
flogferð millum Føroyar og
Danmark.
Í sínum lagi gjørdu
ferðafólkini seg til reiðar.
Summi fóru árla frá húsum
fyri at røkka eina ferju ella
fyri at vera í góðari tíð til
flogbussin úr Havn.
Øll høvdu tey eitt í huga
num: At koma til Dan
markar so skjótt og trygt
sum gjørligt.
Eingin
merkti
nakað
óvanligt, og eingin grunaði
heldur, at botnurin var
komin undan í kassanum
á flogfelagnum. Har vóru
ikki nógvar krónur eftir at
reka hetta flogfelagið víðari
við.
Klokkan 11:30 fríggja
morgunin hin 15. desember
2006 fór einasta flogfarið
hjá FaroeJet út á breytina í
Vága Floghavn.
Seinasti túrurin og sein
asta virksemið hjá FaroJet
fór í luftina – bæði á ein og
annan hátt!
Bíða eftir útkallinum
Fríggjamorgunin
vóru
rættiliga nógv fólk á flog
vøllinum. Nøkur bíðaðu
eftir ferðandi, meðan onnur
bíðaðu eftir útkallinum til
fráferðina.
Klokkan er farin at nærk
ast 11, og flogfarið hjá
FaroeJet er júst lent. Løtu
seinni skal eitt flogfar hjá
Atlantsflogi seta seg.
Klokkan er nú 10:58 og
brádliga berast tíðindini
um, at flogfarið hjá Atlants
flogi hevur fingið trupul
leikar við flapsunum undir
innflúgvingini til Vágar.
Her var ikki annað at
gera enn at venda við til
Bergens til eina sokallaða
trygdarlending.
Hóast hetta var ein
trupulleiki hjá kappingar
neytanum, er eingin hjá
hinum partinum sum fegn
ast um eitt slíkt tekniskt
brek!
Til reiðar
Inni á skrivstovuni hjá
FaroeJet eru tey eisini
vitni til hesa skakandi
hendingina. Tey duga at
ímynda sær tær hugsanir
sum starvsfólkini hjá kapp
ingarneytanum gera sær í
hesi løtuni. Og hvat ein
flogterna skal gera við eitt
slíkt høvi!
Nakrar av flogternunum
hjá FaroeJet gera seg klárar
til flogferðina til Danmarkar.
Hetta er ein sjáldsom ferð,
tí hetta er seinasti túrurin
áðrenn sunnudagin.
Tær eru samstundis greið
ar um, at árla morgunin
eftir skulu tær á fyrsta
sinni við flogfelagi teirra
ta longu leiðina til Pristina
í Kosovo.
Ein avtala er gjørd við
eina danska ferðaskrivstovu
um at FaroeJet skal flúgva
hagar einaferð um vikuna.
Nú skal henda avtalan
standa sína roynd og roynast
í verki!
Har frammi í stýrihúsinum
gera flogskiparin Hans
Meinhard á Høgabóli og
stýrikvinna hansara, Kára
Dam seg til reiðar at fara úr
Vágum.
Søgulig ferð
Á flogvøllinum fær eingin
gjørt nakað við, at eitt
flogfar má venda við til
Bergens. Her gongur alt
sína vanligu gongd.
Kl. 11:15 verður rópt í
hátalarunum, at ferðafólkini
hjá FaroeJet kunnu fara
umborð á flogfarið. Kl.
11:30 skal flogfarið eftir
røttum fara á flog. Lítið
vita ferðafólkini, at tey eru
farin á eina søguliga ferð –
ta seinastu ferðina í søguni
hjá FaroeJet!
Umborð á flogfarinum
gongur alt sína vanligu
gongd. Flogternurnar takast
við sítt, hjálpa fólki við
viðførinum og annað. Í dag
er ikki neyðugt at finna sær
síni pláss, tí flogfarið er
ikki fullsett.
Ein rødd í hátalarunum
boðar frá, at flogfarið var
nakað seinkað úr Danmark.
Orsøkin var tann nógvi mót
vindurin.
- Men so kunnu vit beró
liga tykkum, at vit vinna
hetta innaftur á leiðini til
Danmarkar. Nú hava vit
vindin við okkum, verður
sagt.
Lagið á ferðafólkunum
er gott, hóast tey umvegis
fartelefon og Portalin beint
hava frætt um støðuna við
flogfarinum hjá Atlants
flogi.
Enn hevur so eingin sett
nakað spurnartekin við
trygdina hjá FaroeJet.
Fleskasteik og dunna
Hann er vestligur í ættini,
so vit fara á flog út eftir
Sørvágsfirði.
Flogfarið kemur skjótt
upp í hæddina og harúti við
drangarnar verður snarað
í bakborð. Flogið verður
framvið Vágoynni, framvið
Leitisvatni og Miðvági,
áðrenn vakra landið hvørvur
undir skýggjunum.
Tað er nakað av turbulensi
og nøkur fáa smærri lufthol.
Men tey bæði har frammi í
stýrihúsinum eru ikki óvon
við slíkt, og tí verður hildið
áfram á leiðini til Danmark
ar.
Tað gongur ikki long
tíð til flogternurnar fara
til verka. Tær bjóða fólki
okkurt at drekka og løtu
seinni kemur so tann heiti
rætturin.
Heiti rætturin er væl
valdur til stóru høgtíðina,
sum stendur fyri framman:
Dunna, eplir og ein góð
sós.
Ein av flogternunum kem
ur framvið:
- Tú, eg boðaði frá, at tað
var dunna, so eg vóni at
eg segði satt. Hatta sær nú
meiri út sum fleskasteik!,
sigur hon við einum brosi.
Jú, hetta er góð dunna.
So gott at kunna fáa heitan
mat umborð á flogfarinum.
Gad viti, nær ein fær tað
aftur!
Flogternurnar
arbeiða
allar
við
tí
eyðkenda
FaroeJet-smílinum, og gera
sítt til at ferðafólkini skulu
kenna seg væl – eisini tey
sum kanska eru eitt sindur
óttafull eftir lítið hugaligu
tíðindini um flogfarið hjá
kappingarneytanum.
Kvinnurødd
Nú fer flogfarið at nærkast
Keypmannahavn, og fyrst
nú hoyra vit eina vakra
kvinnurødd har frammi úr
stýrihúsinum. Tað er Kára
sum førir orðið í dag.
Hon greiðir frá hæddini
og kuldastigunum fyri utt
an, og sigur frá, at veðrið
í Keypmannhavn hevur
verið betri onkran annan
dag: Seks stig og sirm.
Súrligt veður her á leiðini,
má sigast.
Løtu seinni boðar flog
ternan frá, at vit eru byrj
að innflúgvingina til Keyp
mannahavn og at borð og
stólar mugu setast á rætt
pláss.
Flogternurnar seta seg
á sínar stólar, práta við
ferðafólkini í nánd og tykjast
at vera væl fyri, nú lent
verður í Keypmannahavn.
Tær vita, at tær og
tvey av ferðafólkunum
– tvey umboð fyri tíðinda
tænastuna
í
Føroyum
– hittast aftur morgunin
eftir. Tá skal flúgvast annar
túrurin, nevniliga úr Kastrup
til Pristina í Kosovo.
Men lítið grunaðu tær, at
henda fráferðin úr Føroyum
var teirra seinasta í starvi hjá
FaroeJet, - ja, tann seinasta
hjá FaroeJet yvirhøvur.
FaroeJet: Svanasongur
í 10.000 metrar hædd
Monopol
aftur
Áðrenn FaroeJet yvir
høvur byrjaði at flúgva
var gjørt eitt stórt fyri
reikingararbeiði, bæði av
einum og øðrum slagi.
Kanska var tað fíggjar
liga fyrireikingararbeiðið
ikki eins væl avstaðfarið
og hitt, tí okkurt hevur
kiksað her.
Í eina tíð hevur helst
verið nógv fundast og
nógv kannað um fíggjar
liga grundarlagið hjá
felagnum. Hetta vistu
hvørki tær ella nakar ann
ar nakað um.
Minni enn 24 tímar
seinni skuldi sannleikin
kortini
opinberast
almenninginum: Faroe
Jet var farið av knóran
um. Øll starvsfólkini á
landi og í luftini uppsøgd.
Eitt ævintýr var at enda
komið.
FaroeJet fekk deyða
sting sín. Nú ræður
monopolið aftur!
”
Klokkan 11:30 fríggjamorgunin hin 15.
desember 2006 fór einasta flogfarið hjá FaroeJet
út á breytina í Vága Floghavn. Seinasti túrurin
og seinasta virksemið hjá FaroJet fór í luftina
– bæði á ein og annan hátt!
”
Øll starvsfólkini á landi og í luftini uppsøgd.
Eitt ævintýr var at enda komið. FaroeJet fekk
deyðasting sín. Nú ræður monopolið aftur!
Nógv fyrireikingararbeiði er gjørt við FaroeJet – kanska var tann fíggjarliga síðan ikki nóg væl lýst
Tilvildarlig mynd