Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 244 - 18. desember 2006 tíðindi Starvsfólk í FaroeJet standa spyrjandi til avgerðina leygarnáttina um at avtaka felag teirra. Ferðafólk óttast eisini fyri at prísirnir at flúgva millum Føroyar og Danmark fara at hækka enn einaferð. Og súlurnar – flúgva tær longur? Meting av flogferðslu Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Nógvir spurningar reisa seg í luftstreyminum, eftir at motorarnir vórðu sløktir seinastu ferð seinnapartin fríggjadagin á einasta flog­ farinum hjá FaroeJet. Flestu mundu vita, at fe­lagið hevur havt eina trupla byrjan, tí at væntaða talið av ferðafólkum ikki hevur verið við flog­farin­ um. Í roynd og veru hava fólk heldur ikki havt fyri neyðini at hugsa stórvegis um hetta, tí formaðurin í nevndini hevur verið so óførur at fóðra tíðindatænastuna við tíðindunum um, hvussu væl ella illa fíggjarliga stóð til við felagnum. Hini starvsfólkini, og ser­ liga flogternurnar hava ikki eitt einasta sekund mist vónina um, at tað átti at bera til við tveimum før­ oyskum flogfeløgum á Før­ oya-rutuni. Følnaðar sóljur Flogternurnar eru jú andlitið úteftir hjá einumhvørjum flogfelagi, og teirra partur liggur so ikki eftir, at fáa tey ferðandi at kenna seg væl umborð – óansæð um tað bert vóru 18 ferðafólk við ella flogfarið var fullsett. Á skrivstovuni á flog­ vøllinum hava øll gjørt sítt til, at fáa tað at bera til. Og so seint sum fríggjamorgunin var einki sum bendi á tey negativu stórtíðindini sum bórust minni enn 24 tímar seinni. Kanska onkur teirra hev­ur hugsað sum so, at mundi leiðslan í felagnum vera nóg góð. Ótryggleiki, mótsagnir, løgin áheitan um samkenslu og tíðindi í fjølmiðlunum, hava ikki gjørt tað lættari hjá teim­um annars so fryntligu starvs­ fólkunum. Fólk høvdu hinvegin eina fatan av, at nú gekk betur við felagnum. Fleiri positiv tekin vóru hóast alt um, at fíggjarliga grundarlagið undir felagnum var í stórum batningi. Floglíkindini vóru avbera góð. Nú er alt hetta farið fyri einki. Tey hjá FaroeJet fingu prísirnar á Føroya- rutuni niður, fingu sóljurnar at blóma við avsláttri á há­vetri, og súlurnar at steðga longri her á landi, enn til 2. oktober við av­sláttri sínum. - Skulu vit nú aftur til gomlu skipanina, við føst­ um og høgum prísum og ongum avsláttri?!, spyrja fólk, helst ikki uttan orsøk. Høg tænasta Mong hava helst sett spurnartekin við tekn­isku viðurskiftini hjá Atlants­ flogi, men hjá FaroeJet hevur eingin sett spurnartekin við hetta. Fólk hava bara gingið út frá, at her var alt í lagi. Og tað var hon, altso! FaroeJet setti sær fyri at verða øðrvísi enn kapp­ ingarneytin, ikki bert í prísi og tænastu, men eisini í minstu krøvunum fyri at lenda í Føroyum. Trygdina verður so ikki kappast um. Enn hevði FaroeJet ikki fingið nóg stóran part av ferðafólkunum á Føroya- leiðini, men tað gekk alsamt framá. Samstundis við hetta arbeiðið, var leitað út í heim eftir leigutúrum. Tað eydnaðist at fáa eina avtalu í lag um fasta flúgving ein dag um vikuna millum Kastrup og Pristina í Kosovo. Fyrsti túrurin skuldi eftir ætlan verða flog­in seinasta leygardag, í roynd og veru sama dag sum felagið fór av knóranum. Hesin túrin varð kort­ini avlýstur – ikki av tekn­isk­ um ella fíggjarligum áv­um, men tí frosttoka og vána­ ligt sýni í Pristina forð­aðu flogfarinum í yvir­høvur at fara avstað úr Keyp­manna­ havn. Í flogblaðnum umborð á FaroeJet kundi stjórin boða frá, at nú gekk tað rættan veg við felagnum. Hann kundi enntá almannakunngera, at ein miðaði eftir at útvega sær flogfar nr. 2 seinni í ár. Her var einki sum bendi á, at lagnan hjá hesum eitt ára gamla felagnum skuldi verða avgjørd yvir náttina. At leiðsla og nevnd ikki sóu annan útveg enn at snara lyklinum og sløkkja motorarnar á flogfarinum Sólju, kom tí óvart á øll. Sjáldsom støða Leygarmorgunin var ætl­ anin at fáa tær fyrstu krón­ urnar uttan úr heimi í hús. Kundi felagið byggja upp eitt gott orð í Danmark og aðrastaðni, var ikki óhugs­ andi, at onnur feløg vildu liggja framvið fyri líknandi avtalum. Tað var kanska ikki alt luftkastellir, men tað gekk í øllum førum ikki gekk soleiðis, sum stjórin præ­ dikaði. Samstundis sum tey 70 ferðafólkini ur Kosovo sótu og bíðaðu eftir at sleppa til heimlandið, var avgerðin um felagið longu tikin. Var flogfarið farið á flog sum ætlað hevði tað verið í luftini, tá tað í roynd og veru var farið av knóranum. Ein kundi tí komið í ta sjáldsomu støðuna, at flog­ farið fór úr Danmark sum eitt FaroeJet-flogfar, men kom aftur sum ... ja, tað er ikki gott at vita. Starvsfólkini heima í Før­ oyum vistu heldur ikki av nøkrum, fyrrenn tey kl. 8 leygarmorgunin vórðu vakt og biðin at koma á fund kl. 10 um framtíðina hjá felagnum. Her fingu tey skelkað at vita um tær stóru og víttfevndu fylgjurnar, sum náttaravtalan var komin fram til. Stólin fyri hurðina Tann stóri spurningurin er, hví hetta hendi – og hví tað hendi beint nú? Formaðurin í felagnum hevur verið so “beinasamur” at sagt bæði Sosialinum og landsfundi Fólkafloksins frá, hvussu støðan veruliga var: At felagið hevði mist ein stóran part av egin­pen­ ingi sínum. Onkur spyr, hví teir ikki fingu sær ein stóran kassa­kreditt beinanvegin, heldur enn at dúva uppá eginpeningin? Hóast nógv­ ur peningur er millum fólk í Føroyum, var helst truplari enn mett at yvirtala føroyingar at seta stórvegis pening í hesa nýggju ætlan­ ina. Vit fingu at vita, at egin­ peningurin var í stórari mink­ing, men hví tað so var eina kalda leygarnátt í sjálvum jólamánaðinum at botnurin kom undan, fer væl seint at vera greitt. Kann hugsast at onkur at verandi partaeigarum hevur sett krøv fram um broytingar í stjórn, leiðslu og politikki annars? Hevur onkur teirra kanska hótt við at taka partapening sín aftur? Tók onkur veruliga partapeningin aftur? Ella noktaði onkur fyri at seta meiri í, fyrrenn ávísar broyt­ ingar vóru gjørdar? Ella kann hugsast, at onkur kreditorur hevur kravt flapsarnar verðandi niðri, soleiðis at flogfarið ikki slapp á flog aftur bein­ an­vegin? Frammanundan at fe­lagið fór á sín fyrsta túr var uttan iva gjørt eitt stórt fyrireikingararbeiði, bæði tekniskt, fíggjarligt og marknaðarligt. Eingin ivi er um, at tann tekniski og praktiski parturin var væl lýstur og væl fylgdur, men størri ivi man kortini vera, um tann fíggjarligi parturin við marknaðaranalysum og gongd í samfelagnum ann­ ars, vóru eins væl lýst. Longu tá felagið byrj­ aði, vóru kritiskar og væl kvalifiseraðar røddir frammi sum boðaðu frá, at felagnum varð ikki lív lagað longur enn til jóla. Rakti ein ikki plett beinanvegin – tað er: varð flogfarið ikki fullsett frá fyrsta degi av – kundi tað tað sama sløkkja motorarnar beinanvegin. Og so hendir alt hetta, meðan nógv ynsktu at sleppa heim til jóla júst við FaroeJet, meðan fleiri flogferðir vóru útseldar, og meðan felagið var ávegis út í heim at fáa sær eyka inntøkur! Máttu lúta Ein annar stórur spurningur er, hvat fer at henda innan føroyska flogferðslu, nú bæði Mærsk Air og FaroeJet góvu skarvin yvir mótvegis Atlantsflogi. Aðrastaðni er kent, at nýggj flogfeløg koma fram á flogvøllin eina tíð og gevast so aftur, hóast ferðafólkatalið var nøkt­ andi og vaksandi. Tað skal helst meiri enn bert tíð og ferðafólk til at tryggja einum flogfelagi luft undir veingirnar á Føroya-rutuni, í øllum førum. Nú fyrst eitt gamalt og fíggjarliga sterkt flogfelag mátti lúta, og aftur eitt ungt og helst fíggjarliga veik­ar eisini mátti lúta, er spurningurin um nakar torir at bjóða Atlantsflogi av aftur. Parturin hjá fryntligu starvsfólkunum hjá FaroeJet liggur ikki eftir. Óvæntað jólafrí Starvsfólkini á skrivstovuni hjá FaroeJet í flogvøllinum fóru heim frá arbeiði fríggja­dagin seinnapartin við spenninginum eftir at vita, hvussu fyrsti túrurin til Pristina fór at eydnast. Morgunin eftir vakna tey við kaldan dreym: I nattens løb er felag teirra farið av knóranum. Hvat er nú at taka til? Kunnu teirra royndir brúkast hjá øðrum flogfelagi? Skulu tey nú veruliga aftur til arbeiðis hjá Atlantsflogi, hagani mong teirra í roynd og veru komu? Hesir komandi dagarnir fara í øllum førum at vísa tað. Staðfestast kann í øll­ um førum at tey gjørdust arbeiðsleys yvir náttina. Fyri teimum stendur nú ein long, og kortini óvæntað jólafrítíð, men samstundis ein ótrygg framtíð. Sóljan følnaði í góðum floglíkindum Monopol aftur Nógv positiv tekin vóru um, at tað gekk betur hjá FaroeJet og at grundarlag kortini var fyri einum felagi aftrat á Føroya- rutuni – ja, í roynd og veru áttu floglíkindini at verið av teimum allar­ bestu: FaroeJet luttók við egnum bási á ferða­vinnu­ stevnuni “Vestnorden Tra­vel Mart” í Reykja­ vík fyrr í heyst, og fingu tá fatur á fleiri áhugaverdum persónum at arbeiða víðari við. Við ótradisjonellari og vælvirkandi lýsingar­ herferð í sjónvarpinum høvdu fólk ein góðan møguleika at fáa eyguni upp fyri, at her var talan um eitt felag við øðrvísi leisti og við framtíð fyri sær. Nýggjar flogternur vóru fáar dagar framm­ anundan byrjaðar hjá felagnum, og mín sann um ikki nýtt fólk innan marknaðarføringina var byrjað í nýggjum starvi fimm dagar áðrenn fe­lagið gavst. Nú til jóla vóru fleiri av frá­ferðunum úr Danmark at kalla útseldar. Ein hugnaligur kaffi­ muður á skrivstovu teirra fríggjamorgunin boðaði ikki frá nøkrum ófrætta­kendum tíðindum um framtíðina hjá felag­ num. At flogfarið hjá kappingarneytanum Atlants­flog mátti venda við til Bergen, orsakað av tekn­iskum trupulleikum, var ikki fagnað á nakran hátt. Hóast talan er um tvey heilt ymisk flogfeløg hava bæði sama ynski, nevniliga at fáa ferða­ fólkini trygt og gott fram og aftur. Nei, einki við at gníggja sær í lógvarnar, tá tað ikki gekst so væl hjá hinum. “Den enes død” er ikki altíð “den andens brød”!