Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 244 - 18. desember 2006 tíðindi Í morgun varð álitið frá Stjórn­ar­skip­an­ ar­nevndini handað. Hetta var smáar tvær vikur áðrenn evstamark, og soleiðis gjørdist jólaálitið, sum Jóan Pauli Joensen hevur valt at kalla álitið, onki jólatrøll POLITIKUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard, løg­mað­ ur, fekk í morgun hand­að álitið frá Stjórn­ar­skip­a­nar­ nevn­dini um Stjórnarskipan Før­oya. Tí var kallað inn til tíð­in­da­fund í Tinganesi kl. 9.30. Bjørt Samuelsen, kun­n­ ing­ar­ráð­gevi, bjóð­aði væl­ kom­in og gav síðani Jóan Pau­la Jo­en­sen, for­man­ni í Stjór­n­ar­skipa­n­ar­nevnd­ini orð­ið. – Alt hevur sína tíð, og tíð­ in vit hava fingið at skrivað á­lit­ið, er eisini um at vera av, soleiðis legði Jóan Pauli Jo­en­sen fyri. Nevndin hevði 31. desember 2006 sum ev­sta­mark fyri, nær álitið skul­di verða latið av teirra hond­um, og tá álitið varð hand­að í dag, so gjørdist Jóla­á­lit­ið onki jólatrøll. Jóan Pauli Joensen vís­ti á, at tá fyrra álitið frá teirra síðu varð rópt Flag­dags­á­ li­ti, var tað púra natúrligt, at hetta álitið fær heitið Jóla­ál­it­­ið. Løgmaður ella for­sæt­is­ ráð­harri Jóan Pauli Joensen greiddi síð­ani í stuttum frá ar­beið­ in­um hjá bólkinum og hvussu hann hevði virkað. Jóan Pauli staðfesti eisini, at hóast stóra og umfatandi evni, og hóast øll ikki altíð ha­va verið á einum málið um, hvussu ymsu partarnir skul­du orðast, so er bólkurin nú samdur um tað mesta. Síðani nam Jóan Pauli eitt sind­ur við ítøkiligar orðingar og upp skot í álitinum. Eitt nú um at strika gomlu heima­stýr­is­ hug­­tøk­­ini sum Lands­stýr­­i­ ­ð, løgmaður og lands­stýris­ mað­ur, og heldur ný­ta heitir sum stjórn og for­sæt­is­ráð­ har­ri. Í hesum sambandi er á­huga­vert at nevna stykki 1 í grein 59 í álitinum frá Stjór­n­ar­skip­an­ar­nevn­d­ini, sum er um umskipan, har tað stendur soleiðis: (1) Løgmansembætið kann umskipast sambært ting­lóg. (2) Verður løg­mans­em­ bæt­ið umskipað, verð­ur løgmaður nevndur for­sæt­ is­ráð­harri og tingformaður nevn­d­ur løgmaður. (3) Tá verður løgmaður fólka­vald­ur og samstundis ev­sta umboð landsins í mun til fremmandar ríkisleiðarar og eigur harumframt heim­il­ dir­nar at leiða og samskipa ting­s­ins virki, at staðfesta lóg­ir og at seta og loysa úr star­ vi landsstýrismenn ef­tir áheitan frá for­sæt­is­ráð­har­ ra. (4) Í førum har meiri enn helmingurin av øllum ting­mon­n­um atkvøður fyri, skal løgmaður loysa lands­ stýr­is­mann úr starvi.” Jóan Pauli Joensen segði víð­ari, at hann vónaði, at løg­mað­ur tekur málið í allar­stør­sta álvara og sær til, at tað verður viðgjørt po­ li­ti­skt. Somuleiðis segði formaðurin í Stjór­nar­skip­ a­n­ar­nevnd­ini, at tað var han­sa­ra inniligasta vón, at ar­beiði, sum tey í bólkinum nú hava gjørt, verður til stórt gagn og vælsignilsi. Innihaldsríkt politiskt ar­ bei­­ði Við hesum orðum tók Jóan Pauli Joensen í hondina á Jóannes Eidesgaard, og hand­aði honum 130 síð­ur rúg­vus­mik­la álitið. Løg­ mað­ur takkaði nevndini fyri álitið og fyri arbeiði, tey høvdu lagt eftir seg. Serliga ynskti hann at takka Jóan Paula Joensen, sum sam­bært løgmanni hevur víst ótrúligt hegni til at hal­ da saman upp á fólkið í bólk­in­um. Tí sum Jóannes Ei­des­gaard sjálvur nevndi, og sum Jóan Pauli Joensen eisini var inni á, so hava ó­sem­jur­nar verið mangar. Jóannes Eidesgaard hev­ ur sjálvur verið partur av nevnd­ini stórt sæð alla tíð­ina, og hann heldur at arbeiðið hevur verið ó­­trú­li­ ga áhugavert. – Hetta hevur verið eitt tað mest innihaldsríka po­ li­ tiska arbeiði, eg havi ver­ið við til, segði Jóannes Ei­des­ gaard. Hann vísti síðani á, at álitið nú skal til politiska við­ger og at tað verður lands­ stýr­ið, sum skal avgera nær tað kemur fyri tingið. – Men tað verður so ikki á­ð­renn jól kann eg lova fyri, segði Jóannes Eidesgaard skemt­an­di. Hann ynskir, at tað kemur fyri fyrst í kom­ an­di ári, soleiðis at tað er við­gjørt áðrenn komandi løg­tings­val. – Og vónandi kemur á­lit­ ið so heilskapað niðan í tingið, segði Jóannes Ei­des­ gaard so at enda. Tá tingið er liðugt at við­ gera álitið, skal tað ætlandi út til fólkaatkvøðu. Stjórnarskipanarnevndin: Jóan Pauli Joensen, formaður Kári á Rógvu, næstformaður Bárður Larsen, nevndarlimur Ingibjørg Berg, nevndarlimur Jóannes Hansen, nevndarlimur Gurið Ann Joensen, nevndarlimur Herluf Sigvaldsson, nevndarlimur Birita L. Poulsen, nevndarlimur Rúni Rasmussen, skrivari Álitið er at finna á heimasíðuni hjá nevndini www.ssn. fo, og annars verður ein bóklingur sendur til hvørt húski um Stjórnarskipan Føroya Jóan Pauli Joensen, formaður í Stjórnarskipanarnevndini, handar Jóanes Eidesgaard álitið um Stjórnarskipan Føroya Mynd: Jens Kristian Vang Jóan Pauli Joensen og Edmund Joensen í Eysturstovu í Tinganesi í morgun. Edmund Joensen er saman við Bárður Nielsen og Lisbeth L. Petersen, politisku umboðini hjá sambandsflokkinum í Stjórnarskipanarnevndini Mynd: Jens Kristian Vang Jólaálitið gjørdist onki jólatrøll Ein stjórnarskipan er ein lóg, sum er grundarlagið undir øllum øðrum lógum. Men tað ber eisini til at siga, at hon er oman fyri allar aðrar lógir! Stjórnarskipanin ásetur vanliga (1) hvørjar stovnar eitt land hevur: ting, stjórn, dómstólar, landsbanka, umboðsmann og aðrar - og valdsbýtið teirra millum; (2) hvørji viðurskiftini eru úteftir, t.d. um landið er í samveldi við onnur; (3) hvørji rættindini hjá fólkinum mótvegis landsins stovnum eru. kelda: www.ssn.fo FAKTA