Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Longu tíðliga seinnapartin fór at skýma og skjótt var myrkt. Trøllapætur  og omman vóru farin  í mánalýsinum niðan í Flykrudalin og stóðu nú á sjálvum Vætrasteininum, sum var  ynskisteinurin á Stóra­ fjalli.   Omman visti  nógv um himmalin, mánan og stjørn­ urnar. Trøllapætur hevði eina­ ferð spurt ommuna, hvør var eldri, hon ella mánin. Tá flenti omman og segði við Trølla­ pætur, at sjálvt tey allarelstu trøllini í Norra, vóru ikki til tá mánin byrjaði at skína og mala um jørðina.  Og tað skilti Trøllapætur eisini væl. Tað hevði mangan verið strævið at verið trøll og gingið um fjøll, um mánin ikki lýsti einum vegin á náttartíð. Og hóast hetta var myrkasta tíð av árinum, so bilti ikki tá mánin hekk stórur og bjartur uppiyvir teimum. – Omma, búgva vætrar und­ ir hesum steininum? Trøllaomman hevði ivaleyst væntað, at Trøllapætur fór at spyrja og hon visti meira enn trøll flest um vætrar og vætralív á jólum. – Ja, góði Trøllapætur. Undir hesum steininum hava vætrar búð alla mína tíð. Teir gomlu vætrarnir eru bæði klókir og snildir. Teir passa seg sjálvar og koma sjáldan oman í bygd­ ina. Men á jólum, tá ið fólk sták­ ast og kóka jólagreyt, brell­ast vætrarnir eftir onkrum góðum og tá nærkast teir oftani húsu­ num. Øðrvísi er við smáu vætrabørninum, sum nógv eru farin at kalla nissur.  Tær spæla krógva og blunda alt árið, goyma seg í hjallum, klatra uppá svalir, sveiggja í gardinum og ljósakrúnum og liggja og fjala seg uppi á húsa­ loftinum. Og so smetta tær fyri jólamanninum um børnini ikki skikka sær væl.     – Smetta fyri jólamanninum?  Trøllapætur hugdi tortrúgvin uppá ommuna. – Ja, men hvat jólamaðurin vil leggja oyra til, er ringt at siga. Børn eru hvørki verri ella betri enn trøll. Tey finna uppá so mangt. Og oftani duga tey ikki at skyna á hvat er loyvt og hvat er skeivt. Trøllapætur hugsaði um allar vætrarnar, sum krógvaðu seg og hildu til undir steini­ num. Honum untist ikki ov væl og vildi heimaftur í trølla­ smáttuna. Men fyrst mátti hann hyggja uppá mánan og av fullum huga ynskja sær okkurt serligt til jóla. Nakað, sum ongin mátti vita, heldur ikki Trøllaomman, tí so fekk hann tað ikki í jólagávu. Jú, so mikið visti Trøllapætur um ta megi, sum ynskisteinurin fekk í mánalýsinum. Mánin skein og lýstu teimum vegin oman í trøllabýlið. Uppi yvir gamla skríninum hekk vakri og trøllsligi jólakalend­ arin og bíðaði eftir honum. Ein mjólkasopi var heilt víst góður omaná. Í skundi fann Trøllapætur talið 18 og gjørd­ ist bæði bilsin og glaður, tá ið hann sá sín trúfasta vin, mánan, goyma seg aftan fyri lúkuna. Trøll og vættrar í mánalýsi