mánadagur 18. desember 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 244 - 18. desember 2006
Tá handilin Stanley við Norðskála lat
upp fyri tíggju árum síðani í mei í 1996,
var hann partur av øðrum virksemi hjá
eigarunum, men nú er tað lagt um, so
tað bara umfatar handilsvirksemið.
Í fleiri ár hevur handilin verið í
sjálvari bygdini við Norðskála, men
fyri tveimum mánaðum síðani flutti
hann oman á Svartheygg í nýggjan
bygning, sum elementvirkið við Gjógv
hevur gjørt. Bygningurin er umleið 600
fermetrar. Sjálvur handilin er umleið
300 fermetrar umframt goymslu, og
harafturat eru tvey høli, sum eru tøk
til onnur endamál.
Stanley er ein fjølbroyttur handil.
Tey selja stutt sagt alt til tað vanliga
húsarhaldið - bæði til innandura
og
uttandura
brúk.
Har
kunnu
viðskiftafólkini fáa máling frá Sadolin
umframt føroyska máling, øll vanlig
búnýti, gávulutir og leikur. Harafturat
hava tey amboð til húsbrúk.
Maria Dam, stjóri, sigur, at tann
nýggi handilin hevur fingið sera góða
móttøku, og tað hevur eisini víst
seg, at tað var rætt at byggja nýtt,
sigur hon. Handilin er beint norðan
fyri brúnna um Streymin og liggur
tí sera væl fyri, og harafturat eru
umstøðurnar at parkera bilin uttanfyri
sera góðar. Tað eru heldur ikki bara
fólk úr Sundalagnum, sum koma í
Stanley. Tvørturímóti eru tað dagar,
tá tað eru fleiri fremmandafólk, sigur
Maria Dam, og tað hendir meiri enn
so, at fólk koma úr Havn norður á
Svartheygg at keypa.
Trý fólk arbeiða í Stanley, men nú
upp undir jól hava tey eisini hjálparfólk
í handlinum.
Stanley – fjølbroytti handilin við Streymin
Vinn ein ferðaseðil
- hvønn dag á Atlantic.fo
www.sansir.fo
Vága Floghavn FO-380 Sørvágur tlf 35 88 50
Góð jólagávuhugskot
Ósabakkavegur · 410 Kollafjørður · tlf 42 14 05
Nógv góð gávuhugskot!
Kunningarstovan
telefon 30 24 25
Jól í MiðbýnuM
Handlarnir hava opið til kl. 20
Jólamenn vitja í býnum hvønn
seinnapart, teir vitja eisini í handlunum í
miðbýnum
Tórshavnar Ungdómshornorkestur
spælir mánakvøld kl. 18
Týsdagin spælir Frelsunarherurin
kl. 17.30 og Glymur syngur kl. 19.
Mikudag koma jólamenn í býin á
rossabaki.
fleiri tiltøk eru á www.kunning.fo og
www.torshavn.fo
www.husamekling.fo
HÚSAMEKLING
Keyp og søla av fastari ogn
Vaglið • FO-100 Tórshavn • Tel 31 93 21 • Fax 31 93 31
Raðhús í Hoyvík til sølu