týsdagur 19. desember 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 245 - 19. desember 2006
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo
Almannastovan søkir
leiðara til økisdeildina í Tórshavn
Økisdeildin í Tórshavn er tann størsta av teim 4 økis-
deildunum hjá Almannastovuni. Á deildini starvast 16
fólk. Deildin umfatar Streymoy, Vágar, Sandoy og smáu
oyggjarnar í miðøkinum. Økisdeildirnar hava til upp-
gávu at veita sosiala ráðgeving og vegleiðing til einstak-
lingar, upplýsa um rættindi, skyldur og hjálparmøgu-
leikar sambært almannalóggávuni, viðgera umsóknir um
veitingar og hjálparfyriskipanir og umsita veitingar
sambært forsorgarlógini og tørvstreytaðar veitingar
sambært pensjónslógini og annars móttaka og veita
møguligan stuðul í sambandi við umsókn um aðrar
almannaveitingar, sum deildin ikki sjálv umsitur.
Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini
frá politiska myndugleikanum og viðskiftafólkunum.
Dentur verður lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygd
og virðing fyri einstaklinginum. Virkað verður fyri
áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið
á stovninum.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
og livandi tvørfakligum umhvørvi,
har samstarvað verður nógv við
aðrar deildir og stovnar og møgu-
leikar eru fyri at at ávirka og
menna almannatænastuna. Tú
verður partur av einum stovni,
sum alla tíðina má tillaga seg
broytingar í samfelagnum og taka
við avbjóðingum, sum liggja í
tíðini og framtíðini.
Leiðarin hevur ábyrgdina av
leiðslu, ráðlegging og samskipan av
økisdeildini. Hann hevur ábyrgd
av, at deildin er í støðugari menn-
ing, at starvsfólk trívast og menn-
ast, at arbeiðið er skipað soleiðis,
at tænastan er tillagað tørvinum
hjá brúkaranum og broytingum í
treytunum hjá stovninum og at
samskiftið millum deildir og fak-
bólkar á stovninum støðugt
mennist.
Vit sóknast eftir einum persóni
við hóskandi útbúgving, t.d.
sosialráðgeva- ella líknandi út-
búgving, samfelagsfrøðiligari
útbúgving frá hægri lærustovni
ella líknandi, sum hevur hug at
royna eitt spennandi, fjølbroytt
og avbjóðandi starv sum leiðari á
økisdeildini í Tórshavn.
Umsøkjarar við leiðsluroyndum,
kunnleika til almannalóggávuna
og almenna fyrisiting hava
fyrimun.
Okkara ynski eru, at tú hevur
evni at seta í verk fyriskipanir,
evni at eggja og menna starvs-
fólk, góð samstarvsevni, góð evni
at orða teg skrivliga sum munn-
liga og kunnleika til EDV á
brúkarastøði.
Í starvinum sum leiðari verður
tú partur av einum fjølbroyttum
Starvið er sett og lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmála-
ráðið og avvarðandi yrkis-
felag. Fleiri upplýsingar fáast
við at venda sær til Petru
Johnsdóttir Joensen, stjóra,
á tel 35 35 10.
Skrivlig umsókn skal vera
Almannastovuni í hendi í
seinasta lagi 8. januar
2007, kl. 12.
Vinarliga merkið brævbjálvan:
”økisdeildarleiðari”
og send umsóknina til
Almannastovuna,
Smyrilsvegur 20,
Postboks 3096,
110 Tórshavn.
ENDURLÝSING:
Ynskir øllum eini gleðilig jól
og eitt gott nýggjár
Ynskir øllum eini gleðilig jól
og eitt gott nýggjár
Tollaksmessudagur: Vanlig útbering
Jólaaftan:
Jóladagur:
2. jóladagur: Eingin útbering
27. desember: Eingin útbering, men posthúsini
hava opið sum vanligt. Postur kann avheintast
á posthúsunum
Postútbering um jólini:
Eingin útbering
Eingin útbering