týsdagur 19. desember 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 245 - 19. desember 2006
tíðindi
– Tjóðveldisflokkurin
hevur fylgt ómetaliga
nógv hjá mær, men
tað andaliga hevur
altíð havt eitt størri
pláss, og eg meti
ikki, at eg kann
kompromis við
tað, sigur Karsten
Hansen um avgerð
hansara um at fara úr
Tjóðveldisflokkinum
POLITIKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Eftir tingfundin í gjár savn
aðist tingmanningin hjá Tjóð
veldisflokkinum, tí næstfor
maður floksins hevði eini
boð at bera teimum. Hann
tók seg úr flokkinum, sum
ein beinleiðis avleiðing av,
at málið um at fáa kynsliga
orientering í skoytta upp í
grein 266b í revsilógini,
varð samtykt. Eitt mál, sum
floksfelagar hansara, Finn
ur Helmsdal og Annita á
Fríðriksmøk, vóru uppskots
stillarar til.
– Hetta hevur verið ein
ómetaliga trupul avgerð at
taka, tí Tjóðveldisflokkurin
hevur alt tað eg kann minnast
verið ein partur av mínum
gerandisdegi, sigur Karsten
Hansen um avgerðina.
Lurtaði eftir
samvitskuni
Spurningurin er so hví Kar
sten Hansen metir, at tað
er neyðugt at taka seg úr
flokkinum? Fyri Karsten
Hansen er svarið einfalt.
– Tjóðveldisflokkurin
hevur fylgt ómetaliga nógv
hjá mær, men tað andaliga
hevur altíð havt eitt størri
pláss. Eg meti ikki, at eg
kann kompromis við tað, og
tí havi eg lurtað eftir míni
samvitsku, greiðir Karsten
Hansen frá.
Karsten Hansen fer nú at
hugsa um hvussu hansara
framtíð kemur at síggja út,
og hevur ikki tikið nakra
avgerð um hann fer í ann
an flokk ella ikki. Kortini
sigur hann so mikið sum,
at hansara politiska sann
føring enn er hin sama, og
tjóðveldishugsjónin er tað,
politiska hjartað hansara
bankar fyri.
Tað var um nátturðatíð í
gjár, at Karsten Hansen boðaði
tingbólki Tjóðveldisfloksins
frá avgerð síni, og í dag fer
hann at boða tinginum frá, at
hann ikki longur er partur av
Tjóðveldisflokkinum.
Fer ikki upp á kompromis
við andaligu sannføringina
Formaður Tjóðveldis
floksins hevur ilt við
at skilja avgerðina,
Karsten hevur tikið,
tí talan er um eina
demokratiska avgerð.
Hann er bæði keddur
og ørkymlaður, men
sigur samstundis, at í
Tjóðveldisflokkinum
eru tað frælsi og
fólkaræðið og ikki
trúarspurningar, sum
standa ovast
POLITIKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Eg eri keddur og havi sjálv
andi trega av tí. Soleiðis sigur
formaður Tjóðveldisfloksins
um avgerðina hjá nú fyrr
verandi formanninum í
flokkinum, Karsten Hansen,
um at taka seg úr Tjóðveldis
flokkinum.
– Vit hava øll heitt á
Karsten um vera verandi í
flokkinum. Vit vónaðu eisini,
at avgerðin kundi bíða fram
til vit høvdu floksting, men
tað skuldi tað heldur ikki
vera, sigur Høgni Hoydal.
Tjóðveldisflokkurin hevur
við hesum mist eina ímynd av
flokkinum, men Høgni Hoydal
er kortini ikki beiskur.
– Dyrnar vera altíð opnar
fyri Karsten.
Ørkymlaður
Málið um ískoyti av kynslig
ari sannføring í grein 266b í
revsilógini, hevur fylgt meir
enn nakað annað politiskt
mál í nýggjari tíð. Frá tí málið
kom fyri hevur verið greitt,
at tað bara var ein flokkur
sum hevði ein flokspolitiska
støðu í málinum, og tað var
Miðflokkurin. Í øllum hinum
flokkunum var talan um
persónsmál, har flokkurin
ikki blandaði seg upp í hvørja
støðu einstaki limurin hevði.
Tí ørkymlar tað formannin
í Tjóðveldisflokkinum, at
Karsten Hansen kann taka
eina so ógvusliga avgerð.
– Eg eri keddur, men eisini
ørkymlaður av hesum, tí alla
tíðina hevur verið greitt, at
hvør einstakur atkvøður eftir
síni egnu sannføring í mál
inum, sigur Høgni Hoydal og
vísir á, at øll mál mugu kunna
viðgerast opið politiskt.
Trúarspurningurin
ein trupulleiki
Høgni Hoydal heldur, at
tað má bera til at arbeiða
politiskt, uttan at hava
felags áhuga, tá tað kemur
til trúarspurningar.
– Eg meti tað vera ein
álvarsaman trupulleika fyri
demokratiið, um politikarar
fara at býta seg eftir síni
átrúnaðarligu sannføring,
sigur hann.
Roknaði ikki við tí
Spurdur um hann hevði rokn
að við, at málið kundi hava
so ógvusligar fylgjur við
sær, svarar Høgni Hoydal,
at tað hevði hann ikki.
– Nei, tað hevði eg ikki.
Men vit vistu hvørja støðu
Karsten hevur í málinum.
Kortini hava eg ilt við at
skilja avgerðina hann hevur
tikið, tí talan er um eina
demokratiska avgerð, sigur
Høgni Hoydal.
Spennandi verður nú
at fylgja, hvørjar avleið
ingar tað kemur at fáa fyri
Tjóðveldisflokkin, at næst
formaður teirra nú fer frá.
– Tað ynski eg ikki at døma
um nú. Í Tjóðveldisflokkinum
eru tað frælsi og fólkaræðið
og ikki trúarspurningar, sum
standa ovast, sigur Høgni
Hoydal avgjørdur.
Nú skal nýggjur næstfor
maður finnast, og verður tað
gjørt, tá Tjóðveldisflokkurin
hevur floksting.
Høgni er keddur og ørkymlaður
Finnur Helmsdal
harmast um avgerð
ina, Karsten Hansen
nú hevur tikið. – Eg
visti ikki, at hetta fór
at vera avleiðingin,
men tað er kanska
eisini líka frægt, at eg
ikki visti nakað um
tað, sigur hann
POLITIKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Finnur Helmsdal var, saman
við Annitu á Fríðriksmørk,
uppskotsstillari í málinum,
sum nú er orsøk til, at
Karsten Hansen hevur tikið
seg úr Tjóðveldisflokkinum.
Hann harmast um avgerðina,
sum hansara nú fyrrverandi
partamaður hevur tikið um
at fara úr flokkinum.
– Eg havi saman við
Annitu lagt uppskotið
fram, og tað síggi eg onki
skeivt í. Men eg harmist um
avgerðina hjá Karsteni. Vit
kundu ikki vitað, at hetta fór
at verða avleiðingin, sigur
Finnur Helmsdal, og leggur
so aftrat, at tað var kanska
líka frægt, at hann ikki visti
nakað um tað.
Spurdur um hann harvið
sigur, at hann ikki hevði lagt
uppskotið fram, um hann
visti at Karsten Hansen legði
frá sær, um uppskotið kom
ígjøgnum, svarar Finnur og
sigur, at so er ikki.
Helst líka frægt eg onki visti
Norðoya
Tjóðveldis
felag
harmast
Nevndin í Norðoya
Tjóðveldisfelag
harmast støðuna
og ta avleiðing, sum
málið um grein
266b hevur fingið,
og ein meirluti í
nevndini vónar,
at tingmanning
floksins og Karsten
Hansen finna saman
aftur
POLITIKUR
Rólant Waag Dam
Tað boðar Norðoya Tjóð
veldisfelag frá, í einum
tíðindaskrivi.
– Nevndin í Norðoya
Tjóðveldisfelag harmast
støðuna og ta avleiðing,
sum málið um grein
266b hevur fingið, nú
Karsten Hansen hevur
tikið seg úr tingbólki Tjóð
veldisfloksins.
– Ein meiriluti í nevndini
vónar, at tingmanning
Tjóðveldisfloksins og
Karsten Hansen finna
saman og halda á at vera
virðilig umboð á tingi.
– Norðoya Tjóðveldis
felag takkar Karsteni
Hansen fyri hansara
umboðan í flokki vára
og heitir samstundis
á Karsten Hansen um
framhaldandi at stuðla
tjóðveldispolitikki, sigur
Norðoya Tjóðveldisfelag í
tíðindaskrivi í morgun.
Høgni Hoydal og Finnur Helmsdal harmast báðir tveir um, at Karsten Hansen nú
fer úr flokkinum
Karsten Hansen fer í dag at boða
tinginum frá avgerð sínari