Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. desember 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 246 - 20. desember 2006 tíðindi Alex Riel hevur í ein mansaldur verið fremsti trummu­ spælari á jazzpalli­ num í Danmark. Hann er føddur í 1940, og buldraði sum teenagari beint inn á danska jazzpallin, sum ein heilt serlig trummurødd Ummæli Edvard Nyholm Debess Seinast í 50-unum og upp gjøgnum 60-ini, hendi sera nógv innan jazztónleik í Dan­mark, og Riel kom, sum fremsti danski trummu­spælari at spæla við flest øllum av teimum vitj­­andi amerikansku jazz­ stjørnunum. Longu tá hevði Alex Riel sín heilt egna stíl. Ein sera lívligur og viðspælandi stílur, við botni í tí traditionella amerikanska trummustílinum. Hóast nógvir góðir danskir jazz trummu­spælarar eru kom­ nir eftir hann, so hevur Riel fram til í dag megna at hildi seg á fremstu rók. Hansara stílur er í dag ikki so originalur, sum hann var í 60-70-80-unum, men hetta kemst nú mest av, at hann sjálvur hevur havt so ovurhonds stóra ávirkan á norðurlendskt og altjóða jazztrummuspæl, og at har sostatt eru fleiri og fleiri sum nærkast hansara máta at handfara trummurnar. Men Alex Riel vil altíð verða ein originalur, sum við sínari smittandi spæli­ gleði og tónleikarliga innliti spælir trummur sum ongin annar. Seinasta mánakvøld var konsert við Alex Riel Trio, feat. Benjamin Koppel Miðlahúsið fullsett og væl tað. Har sótu fólk allastaðni ein endi kundi fáast niðurat. Tú sást fólk í øllum aldri, og stuttligt var at síggja, hvussu nógv ung fólk vóru komin at síggja hesar jazz­ leyvurnar spæla. Við sær á kontrabass hevði Alex Riel, Jesper Lund­gaard, sum saman við Mads Vinding er tann bassist­urin, sum best hev­ur víðariført sermerkta danska basspæli sum Niels Henn­ ing Ørsted Pedersen skapti. Við klaverið sat Heine Hansen; ein av mongu ungu og evnaríku donsku jazztónleikarunum, sum í hesum árum gera Danmark til eitt ríkt jazzland. Hesir eru føstu viðspælararnir í Alex Riel Trio. Solistur á saxofon var Benja­min Koppel, ein tón­ leikarligur høggu­slokkur, men tað var her ongin ivi um, at hann eisini sum jazz­ saxofonleikari kennir sínar røtur væl og virðiliga. Løgini teir spældu vóru antin tradtionellir ameri­ kanskir jazzstandards, ella nýggj løg sum líktist slíkum. Amerikanskir jazz­ standards, spældir í sama formi, sum teir hava verið spældir síðan 40’ ini, kunnu kennast eitt sindur gamaldags í 2006, tí har hendir so ómetaliga nógv nýtt í jazzinum í dag. Men tað er hesin tónleikur teir anda og liva fyri, og tað kendist eisini aftur í framførsluni. Burtursæð frá at okkurt lag var nýtt fyri onkran av spælarunum og hann tískil mátti spæla eftir nótum, so var tað klárt, at teir allir her vóru á heimavølli og kundi spæla og improvisera púra frítt. Í so máta eru jazzstandards nógv meira eitt upplagt upp­ legg til improvisation enn løg, sum eru verd at bíta so nógv merki í. Her ferðast menn frítt og kunnu brúka síni evnir og tónleikarliga yvirskot, uttan at hugsa alt ov nógv. Monotont bassljóð og spakuligt klaverljóð Bassleikarin, Jesper Lund­ gaard, var sum altíð ein tryggur skansi, sum helt tørn, tá ið Alex fór á flog, - og umvent. Teir hava spælt so nógv saman, at teir kenna hvønn annan út og inn. Hann var eisini sera hegniligur í sínum soloum, sum hann á fyrimyndarligan hátt bygdi upp. Fyri at gera sær lívið lættari í.s.v. ferðing, hevði hann ikki kontrabass við, men harafturímóti ein slíkan “at-klappa-saman”, sum passar í eitt stórt kuffert. Hetta bassljóði gav ein ávísan monotonitet í støðum, í mun til um hann hevði spælt uppá sín ordiliga kontrabass. Tá hevði ljóði fingið tað tonn­ ina afturat sum ger, at hann veruliga hevði bráðna inn í tónleikin. Men tá tað endiliga skuldi verða, ljóðaði hetta ljóðføri nú bara heilt væl, hóast alt. Klaverleikarin Heine Han­sen spældi eisini sera væl og ljóðaði eitt sindur yngri og nýmótans enn hin­ir. Hann fall væl inn í spæli hjá teimum eldru, og eg hoyrdi her ein av bestu ungu, donsku klaver­ leikarum - tá eg hoyrdi hann. Tí klaverið var satt at siga so illa forsterka, at tað bert hoyrdist helvtina av tíðina. Tá harðast leikaði á, var hann burtur! So kæru tit í Miðlahúsinum: Tá man velur at hýsa al­skyns tiltøkum, og hervið eisini einum jazzbólki á verð­ insstøði, so mugu tit hava tað virðing fyri tónleikarum og áskoðarum, at meira enn ein einkult vanlig sang­ mikrofon er proppað niður í klaverið. Mikrofonir fáast til keyps allastaðni, so tit mugu í býin at shoppa. Benjamini Koppel nýttist onga mikrofon Hann spældi týðiligt og klárt uppá sína altsaxofon. Koppel hevur eitt stórt talent, og ferðast frítt í nógv­ um tónleikasløgum, og eis­ ini er hann væl inni í hesum eldra jazzslagnum. Í teimum stillu løgunum kundi hann verða so inniligur, so inni­ligur, meðan hann í teimum skjótari og harðari løgunum rættuliga vísti tenn og við stórari orku blásti sínar væl valdu tónar út. Tónleikarligt yvirskot hevði hann í ríkt mát, og hann gav seg fult út hetta mánakvøldið. Alla tíðina hevði hann so nógvar góðar tónar at geva av, at tú fekst eina kenslu av at hann aldrin nakrantíð fer at verða uppisetri fyri tónar. Tekniskt er hann sera væl fyri og sýntist at kunna gera tað honum lysti. Stíl­mess­iga lenaði hann seg upp at stórfólki sum Cannonball Adderley og David San­born, – gamal og nýtt í einum. Ein framúr konsert Við innliving, orku og fram­ úr snildum sat Alex Riel aftanfyri trummurnar, har hann minti mest um ein skúmandi páhengsmotor, sum skumpaði allir hinar framman fyri sær. Við hvørt við bara eitt sindur snurrandi skrúvu, so teir spakuliga komu á leið, fyri so at speeda upp og við opnum hestakreftum píska avstað. Við fiksum sløgum og smálutum kommenteraði hann alla tíð tað sum fyri­ fórst, og hann gjørdist eis­ ini viðhvørt so ivrigur, at hann í berari spæligleði, rakti eitt sindur við síðuna av. Men tá Riel rakar við síðuna av, ger hann tað við so mikið av stíli, at tað er líkamikið. Og so situr hann við ein­ um stórum smíli hyggur og heilsar uppá fólk, og vísur hvussu væl hann trívist í tónleikinum. Mann kann ikki annað enn stórtrívast í hansara selskapi. Hesa samanrenning av evnum, hugflogi og reinari spæligleði, finnur tú ikki nógvastaðni í verðini. Áskoðarafjøldin var eisini góð og við uppá tað. Hetta var ein blanda forsamling, men í tónleikin vóru vit øll saman. Øll oyru vóru á nálum fyri at hoyra alt sum fyrifórst, og eg meti at øll fóru heim, eina stóra tónleikauppliving ríkari. Hetta var ein framúr kon­ sert, sum hevði verið nær­ um perfekt, um tekniska útgerðin hevði verið betur. Alex Riel – Jazzur í heimsklassa í Miðlahúsinum