Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. desember 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 246 - 20. desember 2006 Størsti Gekkurin í fimm ár Tá Gekkur nummar 494 fer í luftina fríggjakvøldið, verður upphæddin á hjólinum so stór, sum hon sjáldan hevur verið áður. Í mars mánaði 2002 fóru 260.000 kr. til Runavíkar, men síðani hevur vinningurin ongan tíð verið í nær námind so stórur. Gekkurin fer í mars mánaði komandi um tey 500 spøllini, og nógv eru tey, sum hava vunnið sær ein góðan vinning í hesum. Higar til í ár hava 49 spælarar verið og snarað hjólinum, og peningavinningurin hjá hesum hevur verið 973.000 kr. Og so er spurningurin, hvørt tað eydnast at runda milliónina áðrenn ársskiftið. Umframt tey 49, sum hava snarað hjólinum, hava 294 vunnið sær vinning úr eini bókstavalúku, og hartil eru eykavinningar fyri í alt 372.000 kr. lutaðir burtur. ku Tunlarnir nógv at siga Tær, sum eiga Gávubúðina Prýðið á flogvøllinum, hava týðiliga merkt, at fast samband er komið um Vestmannasund og Leirvíksfjørð. Sonja Johannesen og Jacobina Petersen í Miðvági vóru fullkomiliga óroyndar innan handilsvirksemi, tá tær í 1990 søktu um at fáa eitt høli til leigu á flogvøllinum. Báðar vóru dagrøktarmammur frammanundan, men nú handilin skjótt hevur 17 ár á baki, eru tær samdar um, at tað hevur gingið væl. Sonja Johannesen sigur, at tað var strævið í kreppuárunum í fyrru helvt av nítiárunum, men síðani 1995 hevur tað gingið tann rætta vegin alla tíðina. At fleiri og fleiri fólk ferðast loftvegis er komið gávubúðini væl við. Tær merkja væl, at fleiri útlendingar ferðast um flogvøllin um summarið, men fólk, sum koma vestur við fólki til flogfarið ella eftir fólki, eru eisini dúglig at støkka inn á gólvið í Prýðinum. Gávubúðin Prýðið selir, sum navnið sigur, fyri tað mesta gávulutir av ymsum slagi. Vøruúrvalið umfatar eitt nú ullvørur, prýðislutir, tógv, lyklaringar og samlilutir frá so kendum merkjum sum Rosendahl og Georg Jensen. Tað fasta sambandið um Vestmannasund hevur havt stóran týdning fyri handilin, sigur Sonja Johannesen, og tær løgdu eisini til merkis, tá Norðoyatunnilin kom. Tá tað so av og á er ókeypis at koyra ígjøgnum tunlarnar, merkist tað væl í handlinum, og tí var 10. desember ein góður dagur hjá gávubúðini, sigur hon. Tónleikarar eru góðir at fáast við Uni Gullfoss hevur nú í eina tíð átt og rikið Konditaríið í miðbýnum í Havn. Tiltikna kaffistovan skifti fyri nøkrum árum síðani navn til Café Cheops, men síðani Uni tók yvir, hevur reyða húsið mitt í Havnini aftur gingið undir navninum Konditaríið. - Tað hevur gingið heilt hampuliga væl fyrstu tíðina. Vit hava verið eitt sindur órógvað av arbeiði uttanfyri, men tað endar einaferð, og vit fáa støðugt fleiri fólk á gátt, sigur Uni Gullfoss. - Ætlanin hjá okkum er, at Konditaríið skal líkjast sær sjálvum frá gamlari tíð. Vit vilja brúka tað besta av tí gamla, men samstundis syrgja fyri, at caféin er dagførd, sigur Uni. Higartil hevur mesta fólki vitjað á Konditarínum um morgunin og um dagin – serliga morgunmatarborðið hevur verið væl umtókt - men ætlanin er eisini at lokka meira fólk inn um kvøldið – millum annað við at hava tónleik fríggjakvøld. - Konditaríið skal verða eitt hugnaligt og fjálgt stað í miðbýnum, har tað er gott at koma inn um til ein kopp av kaffi ella okkurt annað, sigur Uni Gullfoss. - Nú hava vit fingið gongd á, og ætlanin er so líðandi at menna staðið, sigur hann. Konditaríið við tí besta gamla Seinasta árið hevur Petur Magnus Bjarnastein átt og rikið handilin Simme Musikkhús. Petur Magnus samstarvaði í eina tíð við Simma Jacobsen, áðrenn hann keypti handilin frá honum. - Eg valdi at halda fram við navninum Simme Musikkhús, tí tað er eitt gott og kent navn. Nógvar søgur eru knýttar at navninum, og eg vil eisini heiðrað Simma fyri hansara stóra arbeiði innan føroyskan tónleik, sigur Petur Magnus Bjarnastein. Simme Musikhús selir ljóðføri av øllum slagi, lærubøkur og dvd-filmar ganga eisini væl, og so verða eisini umvælingar gjørdar av ljóðførum – serliga gittarum. - Eg trívist sera væl við hesum. Tónleikarar eru góðir at fáast við, og tá ið tú hevur ein spesialhandil sum hendan, so tosa øll sama mál, og eg fái nógv góð prát við tónleikarar og onnur, sigur Petur Magnus. Hann er eisini kendur sum gittarbyggjari, og hetta virksemi hevur hann nú flutt í handilin, har hann brúkar kjallaran til byggingina av Bjarnastein-gittarum. - Júst nú er tað trupult at fáa tíð til at gera gittarar, tí tað er so nógv at gera upp undir jól, men eg vóni at fáa tað avgreitt, sum eg havi niðurfyri í januar, februar og mars, sigur Petur Magnus. Bjarnastein-gittarar kunnu sjálvsagt keypast umvegis Simme Musikkhús.